Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 239 - 14. desember 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Eina hjartans tøkk fyri sýndu samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Jákup Martin Wang andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og annars alla hjálp og stuðul í heiminum. Ein serlig tøkk til heimarøktina og tykkum, sum hjálptu við ervinum. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Samstundis verður ynskt tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Familjunnar vegna Palma, Anna og Kartin við familju Góða lítlasystir! nú tú ert farin handan sýnina, leita tankar mínir í takksemi aftur til tín. Ikki er mongum unt, at hava átt eina so góða systir sum teg og at eiga so rík minnir, at gleðast um. Barnaárini hjá okkum fýra systkj­ um hjá foreldrunum í Funningsfirði vóru trygg og góð. Tað vóru einans fimtan mánaðir ímillum teg og meg, og vit vuksu upp at kalla sum tví­ burar. Mamma dámdi og dugdi væl at seyma, og vit vóru sum smágentur altíð eins klæddar. Hóast ymiskar av lyndi hava vit altíð sitið væl um sátt. Tú var sera góð við heimbygdina og alt sum har fanst. Og sangurin “Sólju­ gentan”, stendur fyri mær sum ein góð lýsing av tær sum smágenta á bygd. Tú og eg fylgdust allastaðni. Fyrst í heimbygdini, síðani sum 14 og 15 ára gamlar á háskúla. Seinni fluttu vit báðar fyrst til Havnar og seinni til Argir at búgva. Eitt stutt skifti búði eg í Danmark, og eg veit at tær longd­ ist illa eftir mær. Tú fekst tína familju og eg fekk mína. Kortini vóru vit altíð saman. Sóust at kalla hvønn einasta dag. Vit búðu tætt við hvørja aðra og hjálptust altíð. Harumframt høvdu vit frítíðarítriv, vit fylgdust til. Og seinnu árini har vit gingu í skúla saman, eru løturnar tá vit fyrireikaðu okkum til próvtøku, ógloymandi minnir fyri meg. Samanhaldið ímillum okkum fýra systkin hevur altíð verið sera gott ikki minst tær at takka, og mangan hava vit savnast í barnaheiminum. Ikki bara vit systkin, men eisini fam­ iljur okkara. Mangar eru løturnar har børnini hjá okkum við tær á odda hava verið í fjøruni á krabbaveiðu. Seinnu árini sluppu eisini ommu­ børnini hjá tær at royna hetta. Ja, løt­ urnar eru mangar. Túrar í haganum, øll saman á páskum, hoyggingin um summarið. Alt var við tær sum tann natúrligi snúningsdepilin hjá okkum fýra systkjum og familjum okkara. Tú hevði tín dagliga arbeiðsdag á Landssjúkrahúsinum, og sum sjúkra­ systir vart tú fult greið yvir, hvussu álvarsliga sjúku tú hevði fingið stað­ fest, tá ið hon rakti teg fyrstu ferð. Men tað lá ikki til tín at falla í fátt, so tú var avgjørd um at tú skuldi basa herviligu sjúkuni. Og hóast óttin altíð var til staðar, hevði tú vón um at hetta var eydnast eftir at tíggju ár vóru liðin. Tá sjúkan kom aftur, og tað gjørdist veruleiki fyri teg og okk­ um, at hon helst fór at vera við yvirlutan, var tað fyrsta tú hugsaði um, tína familju og gav tú henni hesi troystandi orð: Lít við vón frameftir. Lít við takksemi aftureftir. Lít við kærleika til síðuna. Lít við trúgv uppeftir. Men soleiðis var tú. Altíð tilreiðar at hugsa um hini. Orð eru ov fátæk at lýsa teg sum menniskja. Ein vøkur stillfør kvinna við opnum hjarta, har altíð var rúmd fyri øðrum og við heilt serligum evnum, at savna troysta og hjálpa. Tú vart allastaðni. Í Blákrossbúðini, í kirkjuni, krabba­ meinsfelagnum, har tú í hjálpar­ bólkinum bót til bata hjálpti øðrum kvinnum í somu støðu. Har brúk var fyri tær, har vart tú. Hetta sást eisini aftur til jarðarferð tína í Argja kirkju, har ikki var rúmd fyri tí stóra skarðað, sum ynskti at fylgja tær til tín seinasta hvíldarstað. Og hóast hesin, ein tann fyrsti dagurin í mai, var ein gráur dagur, skein sólin júst ta løtuna vit stóðu á grøvini, sum var hon eitt tekin um tað ljós tú vart fyri onnur. Ringt er at góðtaka ikki at skula síggja teg aftur. Ongantíð at hoyra tíni fótafet í túninum. Tað var so eyð­ kent, at tað var júst tú sum kom. Tann langa løtan áðrenn hurðin gekk. Allar tær smáu broytingarnar í urta­ garðinum sást tú, og mátti tú tosa við hvørja blómu á vegnum. Nú tað stundar móti jólum er saknurin svárur at bera. Ikki einans hjá mær, men eisini hjá tær mamma og serliga hjá tykkum á Argjum og í Kollafirði, sum nú a fyrsta sinni skula halda jól uttan hana, sum var kjarnan í livi tykkara. Ærað verið minnið um systir mína Jóhonnu Doritu Midjord. Anna Maria Minningarorð Jóhanna D. Midjord - Dua f. 18 Sept. 1950 d. 30 apr. 2009 Góði maður mín, okkara kæri pápi, beiggi,verfaðir, abbi og langabbi Axel Mortensen vanligur nevndur Akka doyði í heiminum leygardagin 12. desember, 91 ára gamal Jarðarferðin verður hósdagin kl.13 úr Vesturkirkjuni. Vegna tey avvarðandi Mia Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Eyðbjørn Petersen so brádliga doyði og varð jarðaður. Tøkk øll tit, ið vóru um okkum við hjálp av ymsum slag í sambandi við vanlukkuna og jarðarferðina. Tøkk øll tit mongu, ið fylgdu honum til gravar. Tøkk fyri samkensluheilsanir við blómum, kransum og peningagávum til kirkjuna. Anna, Jónhard, Hanna Maria og Ragnhard við familjum Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum sum mintust meg á 80 ára føðingardegnum 7. desember við blómum, gávum, kortum, emailum og uppringingum. Tykkum ynski eg eini gleðilig jól og eitt signað og eydnuberandi nýggjár. Vinarligar heilsanir Sofus Poulsen, Aberdeen Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaða kona, mamma og omma Marita Thorkildshøj ættað úr Sandavági búsitandi í Tórshavn andaðist í heiminum, fríggjadagin 64 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum týsdagin kl 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl 13.00. Familjunnar vegna Hákun, Kristianna, Elsa, Pól Niklái og Inga