Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 14. desember 2009 17 Týsdagin 15. desember 2009 hava Helena og Kristian Poulsen, Skála diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Diamantbrúðleyp 75 ára føðingardagur Marita Arge Magnussen, Tórshavn, verður 75 ár 18. des. Dagurin verður hildin leygardagin 19. des. í Sjónleikarahúsinum frá kl. 11-15. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Mánadagin 7. des. hava Anna og Kári Egholm Jacobsen, Glyvrar, verið gift í 25 ár. Veitsla verður 19. des. í Bygdarhúsinum í Leirvík fyri innbodnum. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry-o@ olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. Diamantbrúdleyp Týsdagin 15. des. hava Helena og Kristian Poulsen, Skála, diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Prógv Christina Elisabeth Mørkøre hevur fingið prógv sum MA in Performance (Musical Theatre Option) á Mountview Academy of Theatre Arts, London. merkisdagar Dagurin 14. desember. Crispus. Óvist er hvønn navnið sipar til, kanska biskupin Crispina, sum varð tikin av døgum umleið ár 300. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Framhald av navnasíðunum er á síðu 40 nøvn Í dag, mánadagin 14. des- ember kl. 12, vóru tíggju ár liðin síðan útvarpsstøðin Rás2 fyrstu ferð fór í luftina við tíðindadamanninum Sonna Smith í studio. Rás2 byrjaði sum ein nýggj radiostøð við nýggjari útgerð, í somu hølum sum Atlantic Radio áður hevði hildið til, við Hoyvíksvegin í Havn. Eigarar vóru feløgini Sp/ f JPS v.Janusi Rein, Peturi J. Samuelsen og Suna Jacob- sen, og ADJ-Sound, sum er eitt felag hjá Peturi Jacob- sen, sum var stjóri á útvarps- støðini. Í februar 2004 flutti radiostøðin til Søldarfirðar. Í september 2007 keypti P/F Miðlavarpið, sum er eitt dóttirfelag hjá Sosialin- um, útvarpsstøðina Rás2. Síðan mánadagin 5. oktober 2007 hevur støðin hildið til í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Stjóri á Rás2 er Jonhard Hammer. -red 10 ár við Myndir er tikin á 10 ára stovningardegnum hjá Rás2, f.v.: Birgir Sondum, sum eina tíð hevði sendingina “Birgir beinleiðis” á rásini, Petur Jacobsen, fyrrverandi stjóri, og Sonne Smith, sum var tíðindamaður á Rás2 í mong ár Mynd: Álvur Haraldsen Petur Jacobsen til arbeiðis sum stjóri á Rás2 Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, sum heldur til í Miðlahúsinum í Vágsbotni