Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 239 - 14. desember 2009 Skálaberg Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Gleðin var stór á teimum 26 monnunum, sum á mid­ nátt leygarkvøldið komu við leiguflogfari til Føroya. Deiligt at sleppa heim til jóla. Ein teirra, sum kom heim hetta kvøldið, var Símun Akursmørk, annar kokkurin umborð. Hann heldur, og tað siga aðrir eisini, at støðan hjá monnunum umborð hevur verið í so nógv yvirdramati­ serað. ­ Vit hava havt tað gott. Nóg mikið av mati, vatni og olju. Skipið provianteraði fyri fleiri mánaðir, so teir verða ikki í uppsetri fyri mat enn á sinni, sigur Sím­ un Akursmørk. Hann hevur skilt, at hesar vikurnar teir hava ligið á pollinum í Murmansk, hev­ ur støða teirra upptikið fólk nógv. Tað hevur serliga gingið út yvir tey heima, konur og børn, at óvissan hevur verið stór, við tað at tað alla tíðina komu so ymiskar fráboanir um, hvat fór at henda. Símun Akursmørk við­ gongur tó, at tað var keðiligt at vera so leingi umborð, og einki at hava at gera. Serliga tann seinasta tíðin var troyttandi, sigur hann. Long heimferð Leygardagin sluppu teir 26 menninir i land, har bussur stóð fyri teimum, og so koyrdu teir tann langa túrin við bussinum til Kirkenes í Noregi. Høvdu teir koyrt beina leið hevði ferðin til Noregs tikið einar fmm tímar, men teirra túrur vardi í sjey tímar, tí teir skuldu gjøgnum fleiri passeftirlit. Fegnir vóru teir, tá ið teir umsíðir sluppu úr bussinum í Kirkenes. ­ Tað var lika við, at vit frøddust, bara tí vit sóu ein norðmann, sigur Símun Akursmørk. Leingi var at bíða, men umsíðir fluppu teir í flog­ farið hjá Atlantic Airways, og tá var gott at fáa ein bita, tí teir høvdu ikki fingið mat í munnin, síðan teir fóru av Skálaberg. Fyrsti maður, sum Símun Akursmørk møtti í flogfar­ inum, var Zacharis Hamm­ er, sum var farin við flog­ farinum úr Føroyum fyri at flygja teimum heimaftur. Hann ætlar at gera eina sending um ferðina. ­ Vit hava ikki liðið nakra neyð, og vit vóna bara, at tað gongur væl hjá reiðarín­ um, sigur Símun Akurs­ mørk, sum ikki vónar at skula aftur til Russlands í bræði. Men hann hevur ong­ ar ætlanir um at siga upp. Høvdu tað gott umborð á Skálabergi Menninir umborð á Skálabergi høvdu nóg mikið av øllum, og russarnir, sum komu umborð vóru blíðir, men føroyingarnir keddu so illa Hægstirættur nógv mál Hægstirættur í Íslandi hevur ongantíð havt so nógv at gera sum hetta seinasta árið. Vísir skrivar, at tey bæði seinastu árini er talið á málum, sum enda í Hægstarætti, vaksið úr 500 í 700 ella heili 40 prosent. Tað hevur sum vera man eisini ávirkað viðgerðartíðina, soleiðis at nú tekur tað 15 prosent longri tíð at bíða eftir einum úrskurði. Rætturin hevur boðað stjórnini frá, at hann væntar uppaftur fleiri mál orsakað av bankakreppuni, og tí hevur stjórnin nú skotið upp at hækka játtanina til Hægstarætt. Menninir, sum komu aftur leygarkvøldið, fingu stórfingna móttøku. Her er tað Ingibjørg, sum klemmar pápa sín Inga Jacobsen Símun Akursmørk, sum er kokkur umborð, sigur, at teir høvdu tað gott umborð, men ikki var verri at koma í flogfarið, fáa at eta og møta eitt nú Zachariasi Hammer Jan Højgaard, formaður í Fi var í Vágum og tók ímóti m