Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 237 - 7. desember 2001 Nr. 237 - 7. desember 2001 3 LISTAGÁVUR OG JÓLAGÁVUR Jan Müller Eingin ivi er um, at nógvar eru jólagávurnar at velja millum í hesum døgum. Men ein teirra, sum neyvan nakar ivi er um er sera hent hjá í hvussu er teimum, sum eru uppvaksin í Havnini, og sum er ein gáva fyri lívið og fyri eftirtíðina, eru akvarellirnar – vatn- litstekningarnar – hjá havn- amanninum Høgna W. Larsen við heitinum »Havnarmyndir«. Tað hes- in djarvi og ágrýtni listar- maðurin hevur lagt úr hondum, er nakað heilt serstakt og helst eindømi í føroyskari listasøgu: lista- verkið fevnir um ikki færri enn 45 vatnlitsmyndir í mappu saman við áhuga- verdum og undirbyggjandi teksti. Fyri havnarfólk er hetta ein sannur dýrgripur, tí listamaðurin, ið sjálvur hevur reikað runt havnar- gøtur í eitt mannaminni, hevur gjørt gøtur og bý- lingar í Havnini livandi við sínum litríka pensli, soleiðis at øll kenna seg aftur – onkunstaðni ella allastaðni. Høgni hevur teknað og málað alt sítt lív og eru tey nærum hálvthundað lista- verkini gjørd í eitt 20 ára skeið, frá 1982 til í dag. –Eg havi ætlað hetta so leingi og vóni sjálvandi, at serstakliga havnarfólk fara at taka væl undir við hesum sigur Høgni, sum ongantíð fer hálvur men altíð heilur til verka og sum man teljast millum okkara frægastu og mest fjølbroyttu listafólk. Listagávurnar hevur hann nógvar og fjølbroyttar eisini. Hann er útbúgvin arkitektur og tað er m.a. í hesum arbeiði, at hann hevur gjørt um seg og neglt sín navn so rimmarfast í føroysku kirkjusøguna við at hava teknað vøkru Fríðrikskirkjuna á Nesi og lutvíst tilevnað alt, sum í kirkjuni er, líka frá stakum, lampum til altar og altartalvu. Við mappuni »Havnar- myndir« hevur listamaður- in tikið eitt rættiliga óvan- ligt stig, og tað er at seta tekst til fleiri av teking- unum. Fyri at gera tað eins livandi og tekningarnar hevur hann prátað við fleiri tilkomin havnarfólk og burtur úr tí umrøtt einar 11 av gøtumyndunum í bý- num, her serstakliga gamlar og søguliga gøtumyndir, ið allar eru so sprenfullar av søgu og minnum. Í innganginum skrivar listamaðurin m.a. »Enn eiga vit fleiri vakrar gøtur í Havnini, sum kanska um nøkur fá ár eru farnar í søg- una. Tað, sum eyðkennir hesar gøtur og ger tær liv- andi og spennandi, er fyrst og fremst allir litirnir og í góðum sólarljósi skugga- spælið á húsaveggjum og á smølu vegunum. Eisini í kava eru tær hugnaligar og vakrar. Eitt serligt eyðkenni eru vøkru gomlu trøini í smáu urtagørðunum. Tað, ið myndað/skapað hevur hesar gøtur eru tey fólk, ið bygt og búð hava í teim- um.« Høgni Larsen hevur gjørt sær tann ómak at seta fleiri kendum og gomlum havnarfólkum stevnu fyri at fáa tey at fortelja livandi frá hesum gøtum. Tey eru Hjørdis Háberg, Sverre Trónd Hansen, Johan Norð- foss, Jákup Lindenskov, Haldor Christiansen og Ása Michelsen. Við øðrum orðum er her talan um eina livandi og spennnandi sam- anrenning millum lista- mannin, gøtumyndirnar og frásøgufólkini. Avgjørt ein nýhugsan í listaligum høpi og nakað, sum er vert at geva gætur og sum uttan iva kann vera til íblástur hjá øðrum listafólkum. Mappan við Havnarmynd- um fæst nú í bókasølunum kring landið. Tú kanst velja at keypa eina mappu við 5 tekningum fyri 625 kr. ella velja t.d. eina mappu við øllum 45 tekningunum fyri 5000 kr. Beint í hjartað á havnarfólki Mappan við teimum 45 tekningunum, har tú kanst velja, hvussu nógvar tekningar tú ynskir tær. Høgni W. Larsen eftir lokið verk, 45 akvarrellir úr Havnini, sum nú verða pakkaðar og sendar til bókasølurnar. Vit síggja eisini eyðkendu og vøkru lampuna, sum Høgni hevur teknað. Mynd Jens K. Vang Í nýggjari bók, nevnd Færøerne i bank- krisens tegn, loysir Richard Mikkelsen, fyrrverandi formaður í Fíggingargrunn- inum frá 1992, frá posabandinum BANKAMÁLIÐ Edvard Joensen Føroyingar hava sjálvur skuldina av, at tað gekk, sum tað gekk í Føroyum í nítiarunum, tá bankarnir máttu bjargast við donskum peningi. Høvdu føroyingar skilt álvaran í støðuni og torað at staðið við sína ábyrgd, hevði málið tikið heilt aðra vend, sigur Ric- hard Mikkelsne í bókini Færøerne i bankkrisens tegn, sum hann hevur givið út í Danmark. Sjálvgjørt At kreppan í Føroyum var sjálvgjørd, ivast Richard Mikkelsen ikki í. Tørvandi virðing fyri fíggjarligu gongdini og manglandi evni ella vilji til at skilja ímillum, hvat var týdning- armikið og ikki, vóru vanlig føroysk eyðkenni, metir hann. Hetta gjørdi seg ikki minst galdandi í móti endanum á banka- málinum. Ávísir føroyingar royndu eisini at seta donsku hjálp- ina, føroyingar fingu, í ringt ljós, hóast hendan hjálp var ein heilt greið fyritreyt fyri, at Føroyar reistu seg aftur búskapar- liga, sigur Richard Mikkel- sen í bókini. Pressan Fjølmiðlarnir bæði í Før- oyum og Danmark fáa eisini sítt. Eitt nú verður serliga Sjónvarp Føroya viðgjørt, eins og oddagrein í Sosialinum fær eina spíska viðmerking. Um tíðindaflutningin sig- ur Richard Mikkelsen, at endamálið tóktist ikki ein- ans at vera at upplýsa og skapa kjak, men eisini at kappast um at siga sann- leikan, hóast eingin reiði- liga visti, hvat hann gekk út uppá. Spurningurin um, hvørt alt nú var farið fram, sum tað skuldi, tóktist gerast tann einasti, sum var áhugaverdur, skrivar hann. Tað er væl skiljandi, heldur Richard Mikkelsen. Men alt ov ofta vóru forhastaðar niðurstøður gjørdar, metir hann. Frásagnirnar tóktust ganga meira upp á persónar enn málið sjálvt, fýlist hann á. Og tað gjørdi so, at dømingin - sum ofta verður til fordøming - gjørdist ein stórur partur av pressu- umtaluni. Miðaldarinnar gapistopkkur er ikki av- lagdur. Hann er bara vorðin eitt sindur meira modern- aður og raffineraður. Politikararnir Tað er eingin ivi um, at Richard Mikkelsen metir, at føroyskir politikarar eisini lótu seg brúka í málinum. Tá teir hildu seg fáa vinning burturúr. Eitt nú verður nevnt, at Jóannes Eidesgaard í eini viðmerking til sjónvarps- sending um málið hevur nevnt fyrrverandi ríkisum- boðsmannin, Bent Klinte, og Richard Mikeklsen fyri trojanskar hestar. Eisini sjónvarpsmaðurin Høgni Hoydal fekk eftir sjónvarpssendingarnar skjótan politiskan vinning, staðfestir Richard Mikkel- sen. Hann sigur beinleiðis í einum broti, at málið gjørdi, at føroyska loysing- arrørslan fekk vind í seglini, og at bæði í Dan- mark og Føroyum fóru fólk at seta spurnartekin við ríkisfelagsksapin eftir bankamálið. Sluppu ov væl Rishard Mikkelsen heldur, at føroyskir politikarar í grundini sluppu ov væl burtur úr málinum. »Det virkede absurd, at det var danskere, der skulle hænges ud, samtidig med at færøske politikere, der havde siddet ved styret under krisen eller havde optrådt svagt, da problem- erne meldte sig, slap afsted med at opføre sig, som de gjorde.« Og soleiðis gekk tað, hóast tað var Danmark, sum dró Føroyar inn aftur av eggini. Danmark helt sín part av teimum avtalum, gjørdar vóru. Tað sama kann ikki sigast um føroysku síðuna, sigur Richard Mikkelsen. Tað er eingin ivi um, at høvdu føroyingar sjálvir borið alla byrðuna, hevði tað verið ein dýr søga fyri føroyska samfelagið, lands- kassan og skattaborgaran. Hinvegin gjørdust tað nú danir, sum rindaðu fyri tað, føroyingar sjálvir høvdu skapt í Føroyum. »I sandhed godt scoret af et samfund, der få år forinden havde været på vej til at sejle sig selv helt og aldeles i sænk.« Richard Mikkelsen strikes again Richard Mikkelsen Richard Mikkelsen hevur skrivað bók, har hann ger upp við bankamálið í Føroyum C M Y K 3 2 NISSAN MICRA Árg jan.99, Km 24.000. aut. gear. Kr. 100.000. VW GOLF LLL Árg jun.92, Km 121.000. Kr. 93.000. AUDI A4 SEDAN Árg jul.96, Km 68.000. Kr. 150.000. VW GOLF III Árg apr.94, Km 236.000. Diesel. Kr. 73.000. TOYOTA CARINA TURBODIESEL Árg mar.97, Km 89.000. Diesel. Kr. 132.000. TOYOTA COROLLA 1,6 Árg mar.85, Km 256.000. Kr. 32.000. Bilasølan v/ Øssur Johannesen tel 315354 - www.audi-vw.net