fríggjadagur 7. desember 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 237 - 7. desember 2001
Nr. 237 - 7. desember 2001
5
Tvøroyrar Býráð
hevur ikki nógv at
rumma við, men
næsta ár er ætlanin
kortini at seta hol á
nakrar útbyggingina
TVØROYRI
Áki Bertholdsen
Tvøroyrar Kommuna er
enn illa fyri figgjarliga.
Men kortini er ætlanin at
seta hol á ymsar útbygg-
ingar næsta ár.
Á fíggjarætlanini fyri
næsta ár, eru 100.000 krón-
ur settar av til at fyrireika
arbeiðið at byggja nýtt
næmingaheim í sambandi
við Almanna- og Heilsu-
skúlan á Tvøroyri.
Býráðslimir søgdu, at
hetta var ein óbeinleiðis
áheitan á Landsstýrið um
eisini at seta pening av til at
byggja nýggjan skúla fyri.
Býráðið hevur somu-
leiðis sett 450.000 krónur
til at fyrireika arbeiðið at
byggja
eldrasambýli.
Kommunan
hevur
fyrr
ætlað at byggja eldrasam-
býli inni í Trongisvági,
beint uttanfyri ringvegin
við Ítróttarhøllina og tað er
framvegis einasta stykki,
sum er upp á tal.
Harumframt
verða
300.000 krónur settar av til
at gera høli hjá tann-
læknanum ístand fyri, so at
tannlækni aftur kann setast
niður á Tvøroyri, tí tað
hevur tað verið stórur
saknur í. Somuleiðis verða
300.000 krónur eru settar
av til Kirkjugarðin og
100.000 til nýggjan sløkki-
liðsbil.
Tað verða eisini 950.000
krónur settar av til at fylla
út niðri á havnalagnum.
Havnalagið er ov trongt
sum er og tí er tað neyðugt
at rúmka ræsurnar.
Finnleif Guttesen, borg-
arstjóri, sigur, at enn er ikki
gjørt av, hvar fyllast skal út.
Men vesturi við flaka-
virkið hjá Delta er grynri
enn uttanfyri Fiskavirking
so har røkkur peningurin
longri.
Hann ásannar tó, at økið,
sum fæst fyri 950.000
krónur, verður ikki stórt,
men tað verður tó pláss fyri
einum hampiligum bygn-
ingi.
Í løtuni hevur kommunan
ongar umsóknir um grund-
stykki til vinnuvirki, men
skuldi ein komi, vil komm-
unan helst hava eitt stykki
tókt.
42,6 milliónir inn í
skatti
Annars væntar kommunan
at fáa 44,1 milliónir inn í
kommunuskatti í komandi
ár og tað er 5,7 % meiri enn
fíggjarætlanin í ár vísir, ella
tvær milliónir meiri.
Men kommunuskuldin er
framvegis stór, og næsta ár
skal kommunan betala 16.4
milliónir í rentum og av-
dráttum.
Skattaprosentið á Tvør-
oyri næsta ár, verður ó-
broytt, 22,5% og barnafrá-
drátturin verður somuleiðis
tann sami, 3.000 krónur.
Annars hevur tað gingiå
upp og niður hjá Tvøroyri
seinastu árini. Í fjør varð
mett, at kommunan fór at
fáa 40 milliónir inn í skatti
í 2000, men tað komu 44
inn. Í ár vórðu mettar at fáa
42 milliónir inn, men, og
spurningurin er um tað fer
at halda, so í ár eru inn-
tøkurnar falnar, afturímóti í
fjør. Næsta ár verður so
aftur roknað við einumn
vøkstri.
Skuldin hjá Tvøroyrar
kommunu er einar 100
milliónir í løtuni og eftir
teirri avtalu, sum nú mink-
ar hon einar 10 milliónir
um árið, Tvs, at um fimm,
seks ár er hon komin niður
á eina álíkning.
Tvøroyrar Kommuna
vil nú hava vørugjald av
tí farmi, sum verður
fluttur av oynni við
Smyrli, ikki minst
útflutninginum av fiski,
og av tí farmi, sum
kemur til oynna við
Smyrli
TVØROYRI
Áki Bertholdsen
Tvøroyrar kommuna er nú
farið at kanna, um tað ber
til at krevja vørugjald av tí
farmi, sum fer úr Suður-
oynni og kemur í oynna við
Smyrli.
Hetta varð samtykt á
býráðfundi í farnu viku.,
Tað var umsitingin hjá
Tvøroyrar kommunu, sum
spurdi Býráðið um hon ikki
skuldi kanna møguleikan
fyri at krevja vørugjald av tí
farmi, sum fór um bryggu-
kantin á Tvøroyri við
Smyrli.
Tað hevði býráðið onki
ímóti og tað varð einmælt
samtykt.
Men samstundis mæltu
býráðslimir til at vísa
størsta varsemi, tí hetta
mátti ikki merkja, at eyka-
gjøld verða løgd á vinnu-
lívið í oynni.
Tað gjørdi býráðið sær
greitt at tað ikki skuldi.
Orsøkin til hetta upp-
skotið er ein alsamt veks-
andi misnøgd við, at Tvør-
oyrar Kommuna als onki
fer í vørugjaldi av øllum tí
farmi, sum verður fluttur úr
Suðuroynni og tí farmi,
sum verður fluttur í oynna
við Smyrli.
Kommunan fær heldur
ikki eitt oyra í vørugjaldi av
øllum tí fiski, sum verður
virkaður í Suðuroynni og
sum síðani verður fluttur av
landinum um bryggjukant á
Tvøroyri, fyrst við Smyrli
til Havnar og síðani av
landinum.
Ístaðin stendur Havnin
sum avskipingarhavn og tí
er tað Havnin, sum fær alt
vørugjaldið.
Somuleiðis fær Tórs-
havnar Kommuna vøru-
gjaldið av øllum farmi, sum
kemur til Suðuroyar við
Smyrli.
Nógvur peningur
Á býráðsfundinum á Tvør-
oyri varð ført fram, at tað
var ikki sørt av peningi,
sum Tórhavnar Havn fær í
kassan við vørugjaldi, sum
annars onki hevur við
Havnina at gera, men sum
er fyri farm, sum skal í
aðrar partar í landinum, ella
sum kemur úr øðrum
pørtum í landinum.
Býráðslimir, sum hava
sitið leingi, søgdu, at hetta
er ein spurningur, sum
hevur verið uppi av og á,
men hann var sovnaður
burtur aftur hvørja ferð.
Eitt nú hevði málið verið
til viðgerðar í Felagnum
fyri Føroyskar Havnir fyri
nøkrum árum síðani, men
har var onki hent, tí tær
stóru kommunurnar, sum
høvdu fyrimun av hesum
og fingu alt vørugjaldi, eitt
nú Tórshavn, Runavík og
Klaksvík,
høvdu
barst
ímóti við hond og fót.
Eitt uppskot, sum hevði
verið frammi, var at áleggja
Strandferðsluni eitt eyka
vørugjald, sum kommun-
urnar kring landið skuldu
fáa, tvs at landið skuldi
betala, men tað datt eisini
niðurfyri.
Býráðslimir hildu tó, at
rákið var við at venda, tí
útflutingur og innflutningur
varð meiri og meiri mið-
savnaður um Havnina, so at
tað kanska blivu fleiri og
fleiri
kommunur,
sum
høvdu áhuga í at fingið
viðurskiftini broytt.
Tí var semja í Tvøroyrar
Býráð, um, at rætta løtan er
komin til at taka málið upp
aftur.
Tíðin komin at seta hol á
Tvøroyri er enn tyngd av stórari skuld, men næsta ár er kortini ætlanin at seta hol á nakrar útbyggingar
Á Tvøroyri vilja tey hava sín part av kakuni
Smyril førir nógvan farm
ímillum Suðuroynna og
Havnina, men tað er
Tórshavnar Kommuna sum
fær allan ágóðan av tí,
meðan Tvøroyrar Kommuna
ikki fær eirr oyra og tað
verður ikki longur góðtikið á
Tvøroyri
Havnarmenn, kirkjubøing-
ar og velbastaðmenn syngja
jólini inn
Leygardagin verður jóla-
konsert á Velbastað og í
Havn. Tað eru kórini bæði
Glymur og Sólarmagn, sum
hava kastað pjøkarnar sam-
an til hesa kórferð í Suður-
streymi. Leiðarar í kórun-
um eru ávikavist Palli
Hansen og Fróði Sandoy.
Skráin er blandað. Jóla-
tónleikur hevur sum vera
man yvirvágina, rútmiskur
eins og klassiskur. Kórini
syngja fyrst hvør sína skrá.
Kórið Sólarmagn syngur
føroyskar og enskar jóla-
sangir. Eitt av verkunum
hava J.S. Bach og Finnbogi
Ísakson skrúvað saman.
Glymur hevur umframt
jólasangir eisini verslig
verk á tungu, millum aðrar
verða Martin Joensen og
Mark Knopfler tulkaðir.
Onkur løgin haitiskur sang-
ur verður at hoyra. At enda
fara
allir
hálvthundrað
sangararnir at framføra í
sátt og semju og sælum
jólahýri. Fyrst gæliskan
sang um kyndlagongu og
síðani Eg rósu upp sá næla,
sum J. Dahl týddi úr týsk-
um. Áhoyrarar fáa eisini
høvi at syngja við í einum
kendum jólasangi.
Kórini bæði leggja fyri í
skúlanum
á
Velbastað
klokkan 16.30. Síðani fara
tey yvir Háls og herðar til
Havnar at syngja í komm-
unuskúlahøllini, klokkan
19.00 sharp. Konsertin var-
ir ein tíma og kostar 60
krónur fyri vaksin, einki
fyri børn.
Jólaljómur báðu megin fjallið
Glymur úr Havn og Kórið Sólarmagn, mannað við kirkjubøingum og velbastaðmonnum
Mynd: John Dalsgarð
– Okkara størsta
ynski var at fáa eina
nýggja lønartalvu fyri
allar okkara limir, har
umflokkingar og
lønarhækkingar
vórðu lagdar inn. At
tað er eydnast eru vit
ómetaliga glað fyri,
sigur Carita Björk-
lund, forkvinna í
Føroya Pedagogfelag
VERKFALLIÐ
Turið Kjølbro
Tað eydnaðist loksins hós-
morgunin nakað áðrenn
klokkan sjey pørtunum í
verkfallinum hjá pedagog-
unum at koma fram til eina
semju
og
undirskriva
nýggjan sáttmála. Føroya
Pedagogfelag øðrumegin
og Fíggjarmálastýrið, Før-
oya Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið hinu-
megin sótu í 70 tímar út í
eitt og samráddust um
nýggjan sáttmála fyri teir
1000 limirnar í Føroya
Pedagogfelag.
Nýggi sáttmálin er gald-
andi afturvirkandi til 1.
mars í ár og tvey ár fram.
Lønarhækkingin í nýggja
sáttmálanum er 12 prosent.
Í nýggju lønartalvuni, sum
kemur í gildi 1. mars næsta
ár, eru lønarhækkingar og
umflokkingar við. Talvan
fatar um allar pedagogar,
men ein serlig lønartalva er
gjørd fyri teir umleið 100
pedagogarnar, sum eru tæn-
astumannasettir.
– Okkara størsta ynski
var at fáa eina nýggja løn-
artalvu fyri allar okkara
limir, har umflokkingar og
lønarhækkingar
vórðu
lagdar inn. Viðbøturnar eru
lagdar inn í lønina, soleiðis
at tær eru eftirlønargevandi,
og sáttmálin er sum heild
væl ruddiligari og einfald-
ari enn áðrenn. At hetta er
eydnast eru vit ómetaliga
glað fyri, sigur Carita
Björklund,
forkvinna
í
Føroya Pedagogfelag.
Krav frá Føroya Peda-
gogfelag var eisini, at dag-
røktarleiðarar verða løntir
sum
dagstovnaleiðarar.
Hesum ynski gekk mót-
parturin hjá Pedagogfel-
agnum á møti í ein mun, tó
ikki heilt í so stóran mun
sum Pedagogfelagið ætlaði.
Serskipan
Eftir, at samráðingarnar
slitnaðu
seinast,
førdi
Fíggjarmálastýrið fram, at
tað bar ikki til at fáa tæn-
astumannasettu pedagog-
arnar í somu lønartalvu
sum hinar pedagogarnar.
–
Tænastumannasettu
pedagogarnir eru í serligari
støðu, orsakað av eftirløn,
flokkingum og øðrum við-
urskiftum.
Fíggjarmála-
stýrið vísti á henda trupul-
leikan og vit ásannaðu, at
tað bar ikki til at fáa teir í
somu talvu sum hinar lim-
irnar.
Samráðingarnar gjørdust
rættiliga drúgvar, og tað
komst eitt nú av, at land og
kommunur skuldu koma
ásamt um, hvussu stóran
part av sáttmálanum hvør
skal bera. Hetta roknistykk-
ið, sum í grundini einki
hevur við Føroya Pedagog-
felag at gera, tók eftir øll-
um at døma drúgva tíð.
Eftirmeta
Verkfallið, sum vardi í tvær
og eina hálva viku, hevur
rakt hart nógva staðni. Ikki
minst á serstovnum og
døgnstovnum, har fólk við
serligum tørvi búgva, og
avvarðandi og felagskapir
hava víst sína misnøgd.
– Tað hevur sjálvsagt ikki
verið gott at vita, at tað
hevur verið tungt og stræv-
ið nógva staðni. Nevndin í
Pedagogfelagnum fer nú
saman við álitisfólkunum
at viðgera spurningin, um
hetta skal verða manna-
gongdin frameftir, at peda-
gogar á serstovnum eisini
skulu í verkfall. Hetta er jú
fyrstu ferð, at serstovnarnir
verða raktir av verkfalli hjá
Pedagogfelagnum.
Vøggustovur og barna-
garðar hava í ár verið rakt
av trimum verkføllum. Í
tveir dagar í mars vóru
stovnarnir stongdir orsakað
av verkfalli hjá Føroya
Pedagogfelag, síðani aftur
orsakað av verkfallinum
hjá vaskifólki í nakrar vik-
ur, og aftur nú í góðar tvær
vikur. Spurningurin er so,
um verkfall verður gerand-
iskostur í framtíðini.
– Tað kann eg ikki
ímynda mær, men vit
kunnu ásanna, at politikk-
urin mótvegis fakfelags-
rørsluni er harðrendur, og
vit hava kent ein illvilja
ímóti felagnum, og serliga
ímóti ynskinum at fáa eina
lønartalvu.
– Hinvegin hevur árið í ár
verið serligt, ikki minst tí
vit hava havt samráðingar
við so nógvar partar. Áðr-
enn vit fóru undir samráð-
ingarnar ivaðust vit onga
løtu í, at tað var rætt at sam-
ráðast við allar partar undir
einum. Nú ivast vit í, um
tað er rætti mátin, tí tað
hevur verið ómetaliga drúgt
og strævið. Mótparturin hjá
okkum skal jú eisini vera
samdur innanhýsis, sigur
Carita Björklund.
Pedagogarnir góðan sáttmála
– Áðrenn vit fóru undir samráðingarnar ivaðust vit onga løtu í,
at tað var rætt at samráðast við allar partar undir einum. Nú
ivast vit í, um tað er rætti mátin, sigur Carita Björklund
C
M
Y
K
5
4