fríggjadagur 7. desember 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 237 - 7. desember 2001
Nr. 237 - 7. desember 2001
7
Leygarkvøldið fara
Fróði Vestergaard og
hansara menn í
Deiggj at spæla til
dans á Tvøroyri
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Nú fer suðuroyarbólkurin
Deiggj aftur á pallin. Hetta
hendir á Tvøroyri, tá teir
fara at spæla til dans í TB-
húsinum leygarkvøldið.
Tað var eisini á Tvøroyri,
at bólkurin var stovnaður
fyri 20 árum síðani.
Teir sum stovnaðu bólkin
vóru, Páll Lave, Pætur
Dam, Fróði Vestergaard,
Dennis Lave, Dávið Jacob-
sen og René Jespersen.
Meira enn 20 ymiskir tón-
leikarar hava spælt fast við
Deiggj seinastu 20 árini,
men tann núverandi mann-
ingin er næstan tann sama,
sum tann sum spældi fyrstu
ferð í 1981.
Teir, sum spæla við
komandi vikuskiftið, eru
Páll Lave, Pætur Dam,
Fróði Vestergaard, Sverri
Heinesen, Dánjal Jákup
Holm og Dennis Lave.
Deiggj góvu út í 1985
eina LP undir heitinum
»Stormávaring«. Umframt
hetta vóru Deiggj við á
Amnesty tónum, á TB-
bandinum, ið kom út í
1992, tá ið TB fylti 100 ár,
Vælskapt Brek í kom út í
fjør og eisini hava limirnir í
Deiggj
undir
heitinum
»Sveiggj« eitt lag við á
seinastu barnafløguni hjá
Útvarpi Føroya.
Venja hvørja viku
Deiggj hava egna venjing-
arhøli og studio í Havn.
Bólkurin venur fast eina
ferð um vikuna og arbeitt
hevur við at byggja upp
eina fjøltáttaða skrá, ið
hóskar bæði til yngri og
eldri.
Tað vísur seg, at flestu
aldursbólkar dáma væl løg
frá 70´unum og 80´unum,
t.d. Cream, Deep Purple,
John Lennon, Eric Clapton,
Gasolin, Procul Harum,
Supertramp og Men at
Work. Eisini nýggjari tón-
leikur verður framførdur
hetta
vikuskiftið.
Sum
dømi kunnu nevnast løg hjá
R.E.M. okkurt hjá Red Hot
Chilly Pepper og eldri
tónleikur frá sektiárunum
sum t.d. Simon and Garfun-
kel, Bee Gees, Beatles og
Rolling Stones. Av norður-
lendskum tónleiki kunnu
nevnast Afzelius, Mikael
Wiehe, Martin Joensen,
Vestmenn, Kári P., Frænd-
ur og okkurt heimagjørt
lag.
– Í løtuni arbeiða vit
nógv við løgum hjá øðrum.
Seinni verður kanska ar-
beitt meira við egnum løg-
um. Og hvør kanska kemur
eisini ein nýggj fløgu, siga
teir í Deiggj.
Havt tvær framførslur
Síðan bólkurin varð endur-
stovnaður við núverandi
manning, hevur bólkurin
havt tvær framførslur eina á
Arkitektaveitsluni í Sjón-
leikarahúsinum
og
eitt
vikuskiftið í Kagganum.
Teir, sum eru við í Deiggj
hava ikki spælt nakað ser-
liga nógv við øðrum bólk-
um, undantikið Dánjal Ják-
up Holm, sum er kendur
trummusláari frá bólkun-
um, Revival, Júmen og
Wild Child. Sverri Heines-
en hevur verið við til at
stovna
kenda
bólkin
»Absurdy Fair« og hevur
altíð spælt við teimum.
Pætur Dam, ið spælur
tangentar, spældi seinast
við Deiggj í 1988 og hevur
hesi13 árini ikki verið
virkin í nøkrum tónleika-
bólki. Páll Lave var upp-
runaliga bassistur í tí fyrsta
Deiggj. Hann spælur nú
sologittar. Páll hevur eins
og Pætur Dam búð í nógv
ár í Danmark og hevur
tískil ikki verið so aktivur
føroyska rokkpallinum.
Fróði Vestergaard hevur
spælt við Deiggj í næstan
øll árini eins og Dennis
Lave, sum í løtuni er heima
í feriu nakrar mánaðir.
Dennis
býr
vanliga
í
Aasiaat í Grønlandi, men
flytur væntandi heim til
Føroya komandi summar.
Ikki bara nostalgi
Onkur heldur kanska bólk-
urin bara satsar uppá nost-
algi, men so er ikki.
– Vit vilja fegnir verða
nýskapandi, og vit fara í
framtíðini at royna eitt
sindur
hvørjum.
Hetta
vikuskiftið sleppa suðring-
ar ein túr aftur í hálvfjersini
og fram í hálvfemsini.
Næstu ferð verður tað
kanska nakað heilt sum vit
fara at borðreiða við, siga
teir.
Leygarkvøldið er aldurs-
mark 18 ár og teir í Deiggj
vóna at síggja nógv av
teimum, ið vóru ung í hálv-
fjersunum og fýrsunum, til
dansin.
Deiggj ger aftur vart við seg
20 ára gamli bólkurin Deiggj fer at spæla til dans í TB-húsinum leygarkvøldið
Klaksvíkar kommuna
er sinnað at geva ung-
dóminum í býnum
eitt nýtt tilboð, men
tað kemur ikki upp á
tal at hava kommun-
alan dans í Klaksvík.
Mikukvøldið var
borgarafundur um
ungdómsviðurskiftini
í Klaksvík
UNGDÓMSFUNDUR
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Meiningarnar
og hugskotini vóru nógv, tá
Klaksvíkar
kommuna
mikukvøldið bjóðaði for-
eldrum á fund um ung-
dómsviðurskiftini í býnum.
Endamálið við fundinum
var at fáa foreldrini at siga
sína hugsan um, hvussu tað
ber til at fáa allan ungdóm-
in í Klaksvík at trívast í
býnum – eisini tey, sum
ikki brúka núverandi til-
boð.
Misnøgd er millum ein
part av ungdóminum í
Klaksvík, sum gremur seg
um vantandi tilboð.
Breið semja var millum
politikarar og fundarfólk
um, at kommunan ikki skal
taka yvir leiklutin hjá for-
eldrunum. Og kommmunan
skal heldur ikki syrgja fyri
diskoteki til tey ungu.
Hinvegin skal kommun-
an royna at geva ungdómin
eitt nýtt og gott tilboð í ein-
um tilhaldsstaði.
Ongan almennan
stovn
Umboð fyri Klaksvíkar
kommunu høvdu smærri
innlegg á fundinum, og ráð-
gevin hjá Rúsdrekka- og
narkotikaráðnum,
Carl
August Arge, hevði eisini
ein fyrilestur. Aftaná var
kjak um ungdómsviður-
skiftini í býnum.
– Ofta verður tosað um,
at almennir stovnar skulu
loysa allar trupulleikar í
samfelagnum. Men vit hava
ikki brúk fyri einum nýggj-
um almenni stovni fyri at
loysa trupulleikarnar við
ungdóminum.
Foreldur,
ung og politikarar skulu
samstarva fyri at fáa nakað
gott
burturúr,
segði
Eyðgunn Samuelsen, sum
er forkvinna í sosialu nevnd
hjá Klaksvíkar kommunu, í
sínum innleggi.
– Hetta eru broytingartíð-
ir, samfelagið broytist, vit
verða undirdíkt í upplýs-
ingum úr øllum ættum, og
tey ungu skulu gera nógv
val. Tað ræður um hjá okk-
um at fóta okkum í hesum
nýggju tíðum, segði hon.
Einki ítøkiligt
Forkvinnan í mentanar-
nevndini greiddi frá, hvat
Klaksvíkar kommuna hev-
ur arbeitt við seinastu tíð-
ina, men tað var lítið ítøki-
ligt at frætta um hetta. Tal-
an hevur verið um at gera
ungdómshús í býnum, men
hendan ætlanin er ongan
veg komin enn.
– Vit hava fingið tey ráð,
at tað ræður um at taka sær
góða tíð at fyrireika eitt
ungdómshús, tí tað er sera
umráðandi at fáa góða byrj-
an. Eru tað trupulleikar at
byrja við, so ber tað næstan
ikki til at koma afturum
aftur, segði Jórun Høgnes-
en.
– Vit vilja hava øll góð
hugskot – bæði frá foreldr-
um og frá ungum – so vit
kunnu gera eitt ungdóms-
hús, sum kann virka, og
sum tey ungu fáa gleði av,
segði hon.
Klaksvíkar
kommuna
ætlar í næstum at seta eitt
fólk at orða ein ungdóms-
politikk, og hetta fólkið
skal eisini fáa ungdóms-
húsið at virka.
Eingin kommunalur
dansur
Kjakið á fundinum var
konstruktivt og positivt.
Fólk vóru á einum máli um,
at kommunan skal taka stig
til at gera ungdómshús,
men tey hildu somuleiðis,
at tey ungu mugu takast við
upp á ráð.
Kjakið fór eina løtu frá
ungdómshúsi og til dansi-
stað til tey ungu. Summi
fundarfólk hildu, at komm-
unan skuldi verða við til at
loysa tann trupulleikan, so
tey ungu undir 18 ár aftur
fingu eitt dansistað í býn-
um.
Umboðini fyri Klaksvík-
ar kommunu vóru samd
um, at kommunan fer ikki
at skipa fyri dansi í býnum,
men tað kundi koma upp á
tal, at kommunan kundi
hjálpa til á onkran hátt.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri, legði eins og
ráðgevin hjá Rúsdrekka og
Narkotikaráðnum
stóran
dent á, at kommunan skal
ikki taka yvir leiklutin hjá
foreldrunum, og at tað er
umráðandi at foreldur eru
við til at fáa tey ungu at
trívast.
Klaksvíkar
kommuna
ætlar nú at kalla ungfólk
saman fyri at hoyra teirra
hugsan um eitt ungdóms-
hús í býnum.
Borgarafundur í Klaksvík:
Ungdómurin skal hava kommunalt tilboð
Mikukvøldið hittu umboð fyri Klaksvíkar kommunu foreldur
á máli um ungdómsviðurskiftini í Klaksvík
Frásagnir um hend-
ingar, har mannalív
eru bjargað, eru
savnaðar í bók, sum
Erling Poulsen hevur
givið út
BÓKAÚTGÁVA
Edvard Joensen
Sum vera man eru flestar
søgurnar av sjónum, tó at
onkur bjargasøga er ímill-
um. Flestu frásagnirnar í
bókini hava verið sagdar
fyrr. Men seinasti parturin
hevur ikki verið prentaður
áður.
Ofta er tað so, at fólk,
sum framt hava roysni,
serliga har onnur eru
bjargað úr vanda, siga lítið
um tað fyri øðrum. Tó
onkur er, sum hevur hug at
siga frá. Viðhvørt í meira
lagi, halda onnur, sum
kanska hava verið við.
Eina slíka søgu fáa vit í
bókini hjá Erlingi Poulsen
um
bjargingarbrøgd.
Prestafrásøgnina um ferð-
ina, tá hvalbingar á veg til
Sands við presti settu upp á
Dímun.
Í meira lagi av reypi og
ikki øll søgugongdin eftir-
farandi heldur, vil so onkur
annar, sum við í ferðini var,
vera við. Og so fáa vit heilt
aðra útlegging av somu
søgu frá manni, sum eisini
var við á somu ferð, sum
prestur.
Áhugavert
at
síggja, hvussu ymisk upp-
fatanin kann vera av somu
hending.
Bókin er sett upp í pørt-
um, har hvør frásøgnin
líkasum ger ein part. Onk-
unstaðni eru frásagnirnar tó
so mikið drúgvar, at tær eru
býttar sundur í fleiri. Eitt
nú tann um prestaferðina,
har sagt verður frá í tveim-
um umførum av tveimum
ymiskum persónum.
Í tí førinum virkar tað eitt
sindur
ørkymlandi,
tá
danska
frágreiðing
hjá
presti verður lisin, at tað
knappliga koma føroyskar
viðmerkingar frá høvund-
anum sjálvum mitt í søg-
uni.
Seinasti parturin er um,
tá dekksbátar í Vági bjarg-
aðu fleiri útróðrarbátum úr
Porkeri, sum komu illa fyri
á floti sunnanfyri. Ein
hending, sum kundi, um
illa vildi til, fingið ólukku-
ligar fylgjur fyri Porkeris
bygd, sum hon valla hevði
risið undan aftur. Hendan
frágreiðingin, sigur høv-
undin, hevur ikki verið
prentað fyrr.
Byrjanin av bókini eru
frásagnir frá, tá Ernestina
fór á land undir Íslandi og
ymisk, sum síðan er hent í
tí sambandi. Eitt nú um
ferðina í Íslandi í fjør, tá
avvarðandi vóru aftur á
staðnum. Hesin partur fyllir
umleið helvtina av bókini,
og er eingin nýggjheit sum
so, tí tilfarið er slíkt, sum
hevur verið prentað áður.
Sum fyri heilt stuttum í FF
blaðnum, eins og ymiskt er
kent aftur frá jólabløðum
o.t.
Ein partur nevnist »Sorg-
ardagur í Sumba«, sum
tókti mær eitt sindur løgið,
tá talan skuldi vera um
bjargingarbrøgd.
Her
mundi einhvør vanlukka
vera hend undir onkrari
bjarging ella so. Men so var
ikki, og endaði øll hend-
ingin væl. So mikð løgnari
tykist mær yvirskriftin, fyri
ikki at siga beinleiðsi mis-
vísandi. Tí frøi mundi vera
í Sumba eftir tað roysnið,
hesir sumbingarnir gjørdu í
berginum hesa náttina, sagt
er frá.
Bókin Bjargingarbrøgd
er 128 blaðsíður við inni-
haldsyvirliti, keldulista og
navnalista. Hon er í støðum
eitt sindur tung at lesa,
tykist mær, tí talan sær út til
at vera um beinleiðis band-
avskriving av samrøðum,
gjørdar eru um hendingar-
nar, ið umrøddar eru. Tann
við Ziska á Fløttinum er
beinleiðis nevnd. Men frá-
greiðingin hjá sumbing-
inum, sum er orðarætt end-
urgivin, sum hann hevur
sagt frá, tykist mær eisini
sum ein slík, og hevur ov
nógvar óneyðugar vend-
ingar og endurtøkur við
sær.
Men hon er sera áhuga-
verd soleiðis, at her fáa vit
eina gjølliga lýsing av dia-
lektini hesin maður hevur
tosað, og sum er sera góð at
eiga til seinni savn. Tí slíkt
dettur burtur í hesum
tíðum, nú alt verður so
óhugnaliga harmoniserað,
at ein ikki so frægt sum
hoyrir, um maður er svín-
ingur ella sumbingur.
Á permuni stendur, eitt
stórt eittal, sum bendir á, at
hendan bókin er tann fyrsta
í eini røð, sum høvundin
eisini sigur frá. So vænt-
andi fer tann næsta at liggja
á borðinum um somu tíð
komandi ár.
Bjargingarbrøgd
Bátar við bryggju í Porkeri. Hesi bátarnir eru størri enn teir, sum brúktir vóru í 1934, tá vanlukka mundi staðist av
C
M
Y
K
7
6