fríggjadagur 7. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 237 - 7. desember 2001
Nr. 237 - 7. desember 2001
9
– Vit hava goldið
landsvegagjald til
vegirnar á meginøki-
num síðan einaferð í
sjeytiárunum, hóast
vit ongan landsveg
hava. Men biðja vit
um styrk til okkara
»koyriveg«, sum er
havnin, ið gevur okk-
um atgongd til rest-
ina av samfelagnum,
verða vit ikki hoyrd,
sigur Jógvan
Thomsen, bygdar-
ráðsformaður í
Nólsoy
Vilmund Jacobsen
Verkætlanin, sum hevði
gjørt havnina trygga, kostar
slakar 6,5 milj. krónur, men
líkt er ikki til, at myndug-
leikarnir vilja hjálpa okk-
um. Meðan risastórar íløg-
ur eru lagdar aðrastaðni,
eisini á smáplássum kring
landið, hava vit fingið 2-3
milj. krónur í okkara part
síðan 1974, sigur Jógvan
Thomsen.
Á fíggjarætlanini hjá
Nólsoyar kommunu fyri
komandi ár, sum javnvigar
við 6,25 milj. krónum, er
størsta einstaka upphæddin
sett av til havnagerð, nevn-
iliga 2 milj. krónur.
Nólsoyingar hava í mong
ár droymt um betri havna-
viðurskifti, men higartil er
hetta ikki vorðið til meira
enn dreymar. Viðurskiftini
eru undir alt lágmark, bæði
hjá
útróðrarvinnuni
og
samferðsluni, ið er lívæðrin
á eini útoyggj, har nógv
fólk hvønn dag ferðast til
Havnar til arbeiðis og í
skúla.
Verkætlanin kostar 6,5
milj. krónur
Jógvan Thomsen, bygda-
ráðsformaður, sigur, at
longu í 1983 vórðu neyvar
kanningar
gjørdar
av
havnaviðurskiftunum
í
Nólsoy við serligum atliti
til trygdina á samferðslu-
økinum, ið er tann mest
álvarsligi trupulleikin. Tað
var Landsverkfrøðingurin,
sum bað Dansk Hydraulisk
Institut gera hesar kann-
ingar.
– Teir mæltu kommununi
til at arbeiða við tí loysnini,
sum teir mettu geva besta
úrslitið, og tað er hendan
loysnin, vit miðja eftir at
fremja í verki. Verkætlanin
byrgir lágættaralduna úti og
loysir teir trupulleikar, ið
eru, tá ið nógvur vindur er
vestaneftir. Samanumtikið
høvdu vit fingið eina
trygga og góða havn fyri
6,48 milj. krónur umframt
mvg.
Í vár søkti Nólsoyar
kommuna myndugleikarnar
um stuðul sambært skip-
anini um bygging av sam-
ferðsluhavnum, men hað-
ani er einki ítøkiligt svar
komið enn.
– Vit hava tó skilt, at
myndugleikarnir ikki eru
serliga positivir í hesum
sambandi, og tað er hug-
stoytt – ikki minst, tá ið
havt verður í huga, at
krøvini til kommununa
verða økt alla tíðina, sigur
Jógvan Thomsen.
Havnin er okkara
»koyrivegur«
Hann vísir á, at Nólsoyar
kommuna hevur goldið
millum 1,5 og 2 milj.
krónur netto í landsvega-
gjaldi siðan einaferð í
sjeytiárunum, hóast eingin
landsvegur er í kommun-
uni.
– Eg haldi, tað er burtur-
við,
at
ein
útoyggja-
kommuna, ið hevur tað nóg
tungt frammanundan, skal
gjalda til vegirnar í megin-
økinum. Biðja vit um styrk
til okkara »koyriveg«, sum
er havnin, ið gevur okkum
atgongd til restina av
samfelagnum, er ikki líkt
til, at nøkur hjálp er at
heinta.
Jógvan
dugir
ongan
samanhang at síggja í,
hvussu ágóðarnir í landin-
um verða býttir, men leggur
aftrat, at tað man vera tann
politiski viljin, sum kemur
til sjóndar, tá øll ikki skulu
fáa sín part av »køkuni«.
– Hyggja vit eftir, hvussu
nógvur peningur er lagdur
niður
aðrastaðni,
tola
viðurskiftini ikki nakran
samanburð. Vit misunna
ongum nakað, men tølini
tala fyri seg. Í Hesti búgva
50 fólk; har hava tey eina
havn, sum kostar 35-36
milj. krónur. Tað gevur
650.000 krónur fyri hvønn
íbúgva. Í okkara føri hava
vit fingið 24.000 krónur
fyri hvønn íbúgva fyri tær
2-3 milj. krónurnar, sum
lagdar vórðu her í 1974! Alt
projektið í sambandi við
sandoyarleiðina
kostar
helst einar 500 milj. krónur,
og tað gevur einar 340.000
fyri hvønn íbúgva í Sand-
oynni, sigur bygdaráðsfor-
maðurin, sum staðfestir, at
ágóðarnir í samfelagnum
ikki verða býttir javnt.
Einki samsvar
Jógvan er samdur við teim-
um, sum siga, at Nólsoy er
ein náttúruperla. Tað er
skjótt at ferðast um fjørðin,
og væl dámar ferðafólki at
koma út og steðga nakrar
tímar.
– Men Strandferðslan
setir síni krøv til eitt nú
havnaviðurskiftini,
og
Ferðaráðið eggjar okkum til
at stuðla uppundir ferða-
mannavinnuna við at hava
bíðirúm, almenn wc, skelti
og onnur viðurskifti, sum
gera tað lættari hjá teimum
ferðandi í oynni. Vit duga
bara ikki at síggja nakað
samsvar millum tey krøv og
ynskir, ið eru og so tær
vantandi sømdir, ið eru frá
almennari síðu, sigur bygd-
aráðsformaðurin, Jógvan
Thomsen.
Jógvan Thomsen, bygdaráðsformaður í Nólsoy:
Ágóðarnir ikki býttir javnt
Soleiðis sær verkætlanin út, sum Dansk Hydraulisk Institut hevur gjørt yvir
nýggja havnalagið í Nólsoy. – Her høvdu vit fingið eina trygga og góða havn
fyri lutfalsliga fáar miljónir, sigur Jógvan Thomsen, bygdaráðsformaður.
Tað er ikki altíð so tespiligt hjá teimum ferðandi niðaneftir
molanum í Nólsoy á vetrardegi. – Havnin er okkara
»koyrivegur« til meginøkið, ið gevur okkum atgongd til restina
av samfelagnum, sigur Jógvan Thomsen
JÓLABRYGGJ
Ingrid Bjarnastein
Sum siður er í Danmark
høvdu tey donsku bryggj-
aríini í november mánaða
eina kapping um ársins
jólabryggj. Eins og vanligt
er, komu limir frá »Selskab
for Vestjysk Ølkultur« sam-
an at royndarsmakka og
døma jólabryggið.
23. november gjørdu 65
limir frá »Selskab for
Vestjysk Ølkultur« eitt
smakki pallborð og smakk-
aðu tey 14 ymisk sløg av
donskum jólabryggi og
sum nakað heilt nýtt eisini
eitt føroyskt slag av jóla-
bryggj – Føroya Bjór Jóla
Bryggj.
Royndarsmakkanin var ein
blindsmakking, soleiðis at
dømingin av jólabrygg-
inum varð so objektiv sum
møguligt.
Tað sterka jólabryggið
inniheldur sjálvandi mest
alkohol, men tað týðandi
er, at mest smakkur er í. Tí
kom tað kanska ikki heilt
óvæntað, at trý sterk jóla-
bryggj myndaðu ársins
topp trý.
Jólabryggið hjá Hancock
Bryggjarí fekk mest stig,
meðan Blålys frá Albanis
varð nummar tvey og tað
økologiska
jólabryggið
»JuleRen«
frá
Thisted
Bryghus varð nummar trý.
Eisini fekk jólabryggið
frá Føroya Bjór viðurkenn-
ing við royndarsmakkan-
ina. Í stigum endaði Føroya
Bjór í miðjuni saman við
øðrum kendum merkjum
sum Tuborg Julebryg, Carls
Jul og X-MAS frá Thor.
Margarinfabrikkin hevur
millum ár og dag hýst
nógvum ymsum tiltøkum í
hølunum hjá sær. Seinastu
tíðina hevur verið vanligt,
at hava barnadiskotek og
konsertir aðru hvørja viku.
Í kvøld er so aftur ein
konsert á skránni. Bólkar-
nir HTV og Lítla Rúm
skulu undirhalda teimum,
ið hava hug at leita sær til
Margarinfabrikkina
í
kvøld.
HTV er ein hampuliga
nýggjur bólkur. Teir byrj-
aðu at spæla í mars mánaða
í ár, og spæla teir mest
rokktónleik.
Bólkurin
spælir egin løg, sum mest
eru um, hvussu keðiligt tað
er at vera ein minni-
lutabólkur í Føroyum.
Lítla Rúm byrjaði sum
ein stuttleika bólkur. Teir
vóru millum annað at
síggja í undanumfarinum
til Prix Føroyar í Klaksvík
fyrr í vár, men teir sluppu
ikki víðari til finaluna.
Tekstirnir hjá ólkinum
snúgva seg um alt tað keði-
liga, sum fer fram kring
landi, sum til dømis hatur,
kríggj, dapurskygni – hetta
er ein doyvandi mjørkatoka
yvir lyndið, siga teir úr
Lítla Rúm.
-ib
Nú stundar rættiliga móti
jólum. Sjeynda lúkan á
jólakalendaranum varð lat-
in upp í dag, og í morgin tá
áttanda lúkan stendur fyri
skotum, verða jólatrøini í
Tórshavnar
Kommunu
tendrað.
Stóra jólatræið við Ting-
húsvøllin
varð
tendrað
seinasta leygardag, meðan
jólatrøini á teimum smærru
plássunum verða tendrað í
morgin.
Klokkan 15.30 verður
jólatræið á Argjum tendrað.
GHM spælir, og Sverri
Steinhólm,
prestur
og
Beate L. Samuelsen tala.
Í Kaldbak tendra tey
jólatræið klokkan 16.30.
Her talar Bjarni Bæk, dóm-
próstur og Heðin Mortesen,
býráðslimur kemur eisini at
siga nøkur orð. Eisini fer
GHM at spæla fyri kald-
baksmonnum.
Hvítanesmenn
kunnu
síggja
jólatræið
verða
tendrað klokkan 17.00. Her
fer Havnar Hornorkestur at
spæla, Bergur D. Joensen,
prestur
og
Beate
L.
Samuelsen fara at tala.
Jólatræið í Kollafirði
verður tendrað klokkan
18.00. Kristiliga Sangkórið
fer at syngja nakrar sangir,
og Martin Restorff Jacob-
sen prestur talar.
Norðadalur hevur eisini
eitt jólatræ, og klokkan
18.30 verður tað tendrað.
Tey í GHM fáa nógv at
gera, tí tey skulu eisini
spæla í Norðadali. Bjarni
Bæk, dómpróstur og Heðin
Mortensen,
býráðslimur
tala.
-ib
Sangkórið í Siloa plagar í
vetrarhálvárinum at hava
nøkur sangmøtir ymsa-
staðni í landinum. Enda-
málið við hesum møtum
er at boða evangeliið -
fyrst og fremst við sangi,
men eisini við vitnisburði
og talu. Tað fyrsta av
hesum møtum verður nú
sunnukvøldið 9. desem-
ber klokkan 18.00 í Siloa
í Fuglafirði. Tá fer kórið
at syngja ymiskt nýtt
tilfar, sum tey hava vant í
heyst. Og tá ið nú stundar
til jóla, verða sjálvandi
eisini nakrir jólasangir á
skránni.
-ib
Sangmøti við
sangkórinum í Siloa
HTV og Lítla Rúm í
Margarinfabrikkini
Ársins jólabryggj
Jólatrø verða tendrað
C
M
Y
K
9
8