mánadagur 14. desember 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. desember 2009 – Nr. 239
Bayern flúgvandi
Týska stórfelagið FC Bayern fekk keðiliga byrjan í hesum
kappingarárinum, men júst nú er liðið flúgvandi. Í farnu viku
vann Bayern avgerandi Champions League dyst á útivølli ímóti
Juventus, og um vikuskiftið hølbvdaði Bayern Bochum av í
týsku landskappingini. Bayern legði seg á odda heili 5-0 í
dystinum áðrenn Bochum svaraði aftur við einum máli.
Seinastu tveir dystirnar hevur Bayern vunnið samanlagt 9-2.
Eingin kreppa í Chelsea
Chelsea hevur fingið vánalig úrslit seinastu vikuna, men
venjarin hjá felagnum tekur tað heilt róligt. Carlo
Ancelotti heldur, at eingin orsøk er at tosa um kreppu á
liðnum.- Hvør sigur, at vit eru í kreppu? Eg haldi tað í
øllum førum ikki. Vit spældu væl ímóti Everton
leygardagin, men vit fingu bert javnleik. Soleiðis er
fótbóltur við hvørt, sigur Carlo Ancelotti sambært
enskum miðlum. Chelsea liggur framvegis á odda í
Premier League – trý stig frammanfyri Manchester United.
Giggs er ársins
ítróttarmaður
Veteranurin hjá Manchester United varð í gjár kosin
sum størsta ítróttarpersonligheit í Bretlandi
Tað er enska BBC, sum stendur fyri kjósanini av ársins ítróttarprofili, og
aloftast fellur valið her á persónar, sum hava gjørt seg galdandi í
einstaklingaítrótti.
Hesa ferð gjørdist talan tó um ein fótbóltsspælara, og tá tað skuldi
vera, so var Ryan Giggs eitt upplagt val.
36 ára gamli spælarin er eitt satt unikum í dagsins útgávu av
fótbóltsspælinum. Hann hevur sum spælari bert umboðað Manchester
United, og tað er ikki smávegis hann hevur vunnið hesi seinastu 20
árini. 11 Premier League-heiti og tveir Champions League-sigrar
standa millum annað á visit-kortinum hjá spælaranum, sum eisini
hevur metið sum tann, ið hevur spælt flestar dystir fyri Manchester
United.
Sjálvur var Giggs ovurfegin og mest sum málleysur, og einastu
orðini, sum hann fekk fram, tá hann skuldi halda takkarrøðu sína, vóru
»Eg eri skelkaður«.
Tað var liðfelagin, Paul Scholes, hinvegin ikki.
- Hann er besti spælarin, sum Manchester United nakran tíð hevur
havt. Hann hevur verið í felagnum í 20 ár, og hann framvegis eins
góður, sum hann nakrantíð hevur verið, staðfesti Scholes.
Í kapprenningini um heitið vóru eisini heimsmeistarin í Formel1,
Jenson Button, og heimsins besti sprintari, Mark Cavendich, og eitt nú
fanst the Guardian harðliga at valinum.
- Hann er fantastiskur ítróttarmaður og ein framúr fyrimynd. Men
hesa virðislønina hevur hann fingið í sympati, nú yrkisleiðin nærkast
endanum. Var hann betri enn nakar annar á vøllinum í ár? Svarið er nei.
Var eg Mark Canvendich, hevði eg sparkað hart til eitthvørt, stóð
millum annað í viðmerkingini hjá blaðnum.
36 ár er eingin
aldur hjá Ryan
Giggs, sum
í gjár varð
kosin ársins
ítróttarmaður
í Bretlandi. Í
øllum førum
hevur hann
nú eisini
fingið nýtt
sáttmálatilboð
frá Manchester
United
Tað gjørdist ikki til evro
peiskt heiðursmerki
og nýtt føroyskt met til
Pál Joensen í Istanbul
leygardagin, sum væntað
varð frammanundan.
– Men tað er ein góð
kensla, at vit eru ónøgdir
við ein føroying, sum fær
eitt sjeynda pláss í eini
evropameistarakapping,
staðfestir Jón Hest oy,
formaður í Svimji sam
bandinum
- Tað er eingin loyna, at Svimji sam-
bandið, Pál Joensen, Jón Bjarnason
og onnur við, høvdu sett nøsina
upp eftir meira. Men soleiðis kann
tað ganga.
Pál Joensen var júst farin úr hyl-
inum, tá Jón Hestoy, formaður í
Svimjisambandinum, hugtungur
noyddist at staðfesta í Kringvarp-
inum, at vágbingurin hevði verið
eitt vónbrot í evropameistara-
kappingini í 1500 metrum.
Pál Joensen kom á málið sum
nummar sjey. Bara Vitary Romano-
vic var aftanfyri. Ikki eitt nøktandi
úrslit, tí tað varð væntað nógv
meira. Tað staðfestu Terji Nielsen,
Rói Joensen og Hanus Højgaard,
ítróttarviðmerkjarar, væl og virðiliga
í sendingini Studio 2 hjá Kring-
varpinum fríggjakvøldið.
- Gull ella silvur. Og helst nýtt
føroyskt met, vóru metingarnar hjá
teimum trimum.
Men soleiðis skuldi tað als ikki
ganga.
Misti tamarhaldið
Á geil seks í einum svimjihyli í
Istanbul, ger Pál Joensen seg til
reiðar at bjóða heimsinsbestu av í
1500 metrum. Tað er leygardagurin
12. desember. Vágbingurin bíðar
bara eftir byrjunarskotinum. Kapp-
ingarneytarnir Federico Colber-
taldo og Mads Glæsner, sum hann
hevur togast við fleiri ferðir áður,
standa somuleiðis til reiðar. Nú skal
tað verða. So kemur skotið. Dreym-
urin um evropeiskt gull til Føroyar
er avgjørt tilstaðar, nú vágbingurin
fer til stroks í rumenska høvuðs-
staðnum.
Mads Glæsner bítur av álvara frá
sær beinanvegin, men Pál Joensen
vil treyðugt lata danan sleppa
avstað. Fyrsta triðingin av teininum
er vágbingurin í hølinum á Glæsner.
Men so brádliga skrædnar millum
teir.
Jan Wolfgarfen og Federico
Colbertaldo fara nú at berjast við
danan, meðan Pál Joensen nærm-
ast hyggur at. Teir svimja leysir av
miðbólkinum. Wolfgarfen. Colber-
taldo. Glæsner. Og so kunnu hinir
kappast um restina.
Pál Joensen kemur á málið við
tíðini 14.38.00. Góð seks sekund frá
hansara føroyska metið, og 18
sekund eftir Jan Wolfgarfen, sum
tryggjar Týsklandi gullið.
Góð kensla
Hvørki Pál Joensen ella Jón Bjarna-
son kunnu vera nøgdir við úrslitið
leygardagin. Tí soleiðis kappast teir.
Ongantíð verða nøgdur, men syrg
fyri at gera tað betur næstuferð.
Líkamikið úrslitið.
Men Jón Hestoy heitir staðiliga á,
at vit ikki skulu undirmeta kensl-
una, vit sita við í løtuni.
- Tað er ein góð kensla, at vit eru
ónøgdir við ein føroying, sum fær
eitt sjeynda pláss í eini evropa-
meistarakapping. Tað er eitt frálíkt
úrslit, um vit ikki høvdu væntað
meira, staðfestir Jón Hestoy,
formaður í Svimjisambandinum.
Vónbrotið
í Istanbul
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
1
Jan Wolfgarfen
Týskland
14.20.44
2
Federico Colbertaldo
Italia
14.25.68
3
Mads Glæsner
Danmark
14.26.74
4
Sebastian Rouault
Frakland
14.30.58
5
Marcos Rivera Miranda
Spania
14.32.56
6
Christian Kubusch
Týskland
14.37.28
7
Pál Joensen
Føroyar
14.38.00
8
Vitary Romanovic
Russland
14.41.05
EMfinalan í 1500 metrum
Tá er eitt vónbrot, at tú »bert« er tann sjeyndi-besti í Europa,
er málið í øllum førum av slíkum slag, sum tey flestu bert kunnu
droyma um