mánadagur 14. desember 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Beinanvegin í seinna
hálvleiki útbygdi Stjørnan
leiðsluna, ið var vunnin fyri
hálvleikssteðgin, og so var
oddadysturin hjá teimum
báðum bestu liðunum í
Sunset-kappingini longu
avgjørdur
Tjaldur fekk sín fyrsta ósigur hetta
kapp ingarárið, tá kvinnurnar úr
Runavík seinnapartin í gjár vitjaðu
Stjørn una í Klaksvík. Framvegis er tó
einki avgerandi broytt á stiga talvu
ni, tí har eru hesi bæði liðini fram
vegis púra leys av øllum hinum.
Einasti munurin er, at nú hava Tjald
ur og Stjørnan sama stigatal, men at
Tjaldur enn eigur oddasessin, tí má l
úr tøkan er fýra mál betri.
Í gjár var Stjørnan annars fimm
mál betri, tá avtornaði, men tað var
nú Tjaldur, ið kom betur frá byrjanini
í dystinum. Tað tóktist fyrstu løtuna,
sum hevði Stjørnan trupulleikar við
at fáa skil á sínum egna verjuspæli,
umframt at tað ikki var sørt, at
nervar sóust á heimaliðnum.
Men tá so nakrar justeringar blivu
gjørd ar, fór at ganga betur. Annika
Ljós stein kom inn í verjuna, og tað
munaði beinanvegin. Stjørnan fekk
strítt seg upp á javnt, Tjaldur fór
fram um av nýggjum, men so setti
Stjør nan seg á dystin – fór framum
og læt ongantíð Tjaldur aftur sleppa
upp í part.
Serliga síðstu fimm minuttirnir av
fyrra hálvleiki og teir fyrstu 10 av
sein na hálvleiki høvdu avgerandi
týdn ing fyri, at Stjørnan fekk sett
Tjald ur upp á pláss. Fyrst legði
Stjørn an seg tvey mál framum fyri
steðg in, og beint eftir steðgin økti
heimaliðið um leiðsluna, so Tjaldur
ongantíð kom afturíaftur.
Durita góð á vonginum
Tá Tjaldurskvinnur komu aftur á
vøllin
eftir
hálvleikssteðgin,
sá
venjar in, Bogdan Burcea, sera upp
gev andi út og stóð langt frá bonki
num. Úti á vøllinum tóktist sama
máttloysi gera vart við seg, og í
seinna hálvleiki bendi einki á, at
Tjaldur trúði uppá, at nakað kundi
gerast við Stjørnuna.
Kanska var tað eisini ivasamt, um
Tjaldur kundi gjørt nakað við
Stjørnu na heldur, og serliga tóktist
tað sum ein sera skilagóð avgerð
hjá Stjørnuvenjaranum, Morten
Hust Petersen, at seta Duritu
Christophersen á høgra vong, tí har
roynd ist hon framúr væl. Hon
skoraði upp á allar sínar møguleikar
á vonginum og var eisini toppskjútti
hjá Stjørnuni við sjey málum!
Sum dystinum leið, kom eisini til
sjóndar, at konditiónin hjá Stjørnuni
eftir øllum at døma er eitt ella tvey
stig framman fyri hana hjá Tjaldri, tí
tá Stjørnan setti ferðina upp, var
einki um Tjaldur. Stjørnan hevði
orku at gera skjótt av og eisini at
brúka skjótálop, men slíkt var ikki at
síggja hjá gestunum, ið heldur ikki
megnaðu at skunda sær fram eftir
vølli num, hóast tað fleiri ferðir
eydn aðist at pilka bóltin frá Stjørn
uni í álopi.
Sum vant var Adina Petrea
toppskjútti hjá Tjaldri, men Stjørnan
hevði so gott tjóður á henni, at tað
bara bleiv til fýra mál í hennara lut í
Klaksvík í gjár. Og tá einki lá fyri hjá
henni, var eingin annar, ið kundi
lyfta í hennara stað, so tí gjørdist
het ta á ongan hátt ein dystur, Tjald
ur fer at minnast væl aftur á. Men
ávaringina hevur liðið nú fingið frá
Stjørnuni, ið hevur enn fleiri streing
ir at spæla uppá, enn liðið fekk víst
hesa ferð!
Ikki í gongd
Tjaldur hevði undan dystinum
ímóti Stjørnuni í KÍhøllini í gjár
enn ikki tapt ein dyst í Sunset
kappingini, men tað tóktist ikki
oyðileggja dagin hjá Anniku
Thomsen og hinum úr
felagnum í Runavík.
– Eina ferð skuldi verða fyrstu
ferð, at vit taptu í hesum
kappingarárinum, og so var tað
bara gott fyri okkum, at tað
hendi í einum dysti, sum ikki
hevði so nógv at siga, segði
hon.
– Vit fylgdust nokk so væl í
fyrra hálvleiki, men í seinna
hálvleiki fingu vit ikki spælið at
flóta og fingu heldur ikki ferð á,
meðan tær bygdu tað upp og
fingu meira og meira ferð á. Tí
vunnu tær dystin.
Annika Thomsen tekur undir
við navnanum Ljósstein, at tað
dystirnir ímóti Stjørnuni eru
stuttligari enn hinir.
– Sjálvt um vit taptu, so var
hetta stuttligari, tí hetta eru
tvey jøvn lið. Síðst vunnu vit við
fimm málum og nú vunnu tær
við fimm. Hetta er tað, sum ger
tað spennandi at spæla.
hil
Verða betri
Hóast Stjørnan í gjár vann á
Tjaldri, heldur Annika Ljósstein,
at tær í Stjørnuni kunnu gerast
uppaftur betri, tá tær eina ferð
hava allar spælararnar til taks í
senn.
– Vit í Stjørnuni eru sjálvsagt
nøgdar við sigurin í dag, hóast
tað enn manglar eitt lítið sindur
í hjá okkum. Næstan alla tíðina
hava vit verið onkrar spælarar
fyriuttan, so vit verða heilt
ótrúligar, tá vit eina ferð eru
fullmannaðar, segði hon eftir
dystin ímóti Tjaldri í gjár.
Samstundis er hon ikki í iva
um, at Stjørnan og Tjaldur hava
klárt tey bestu kvinnuliðini, tí
tey – í mun til hini feløgini –
hava raðfest kvinnuhondbóltin.
– Av tí at so stórur munur er
á hesum báðum liðunum og
restini, eru dystirnir ímóti Tjaldri
nógv stuttligari at spæla. Her
eru nærdystir, javnari spæl og
alt tað, sum ger tað stuttligt.
Tað rokni eg við, at tær í Tjaldri
eisini halda, sigur Annika
Ljósstein.
hil
FAKTA um dystin
Stjørnan-Tjaldur 20-15 (10-8)
10 min: 22
20 min: 45
40 min: 138
50 min: 1611
Málskjúttar
Stjørnan: Durita Christophersen 7,
Valentina Suciu 4, Simona Petersen
3, Joan M. Djordjevic 2, Edith
Hansen 1, Bára Skaale Klakstein 1,
Annika Ljósstein 1, Durita
Mikkelsen 1
Tjaldur: Adina Petrea 4, Cornelia
Rimbu 3, Heidi Sevdal 3, Annika
Thomsen 2, MaryAnn Isaksen 1,
Jóhanna í Króki 1, Sarah Ann B.
Thomsen 1
Brotskøst: Stjørnan 2, Tjaldur 2
Útvísingar: Stjørnan 5, Tjaldur 7
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal
Samuelsen
Tvey ár afturat til Armstrong
Sjeyfaldi Tour de Francevinnarin, Lance Armstrong, hevur nú
boðað frá,a t hann ætlar sær ikki at gevast við súkkluítróttini
fyrr enn í 2011. Tað sigur hann í viðtali við Gazzetta dello Sport.
Armstrong hevur júst skrivað undir sáttmála við Team Radio
Shack, og sjálvur heldur Armstrong, at hetta er besta liðið, sum
hann nakran tíð hevur verið á. Eisini hóast hann slær fast, at
hetta liðið snýr seg ikki um Armstrong men um at vinna.
25 milliónir upp á spæl mikudagin
Leygardagin vann ein einsamallur lottovinnari 11 milliónir, men longu
mikudagin er potturin aftur á tremur. Eingin hevur vunnið jokerpuljuna
síðani 19. september, og tí eru ikki færri enn 25 milliónir í pottinum til
drátt in mikudagin. Hetta er tó ikki meira enn triðistørsti jokervinningurin,
sum nakran tíð er latin. Í 2005 vann ein spælari í Keypmannahavn næstan
36 milliónir, og beint undan jólum í fjør vann ein spælari í Hillerød næstan
31 milliónir.
Stjørnan-Tjaldur 20-15 (10-8):
Stjørnan orkaði betur
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Stjørnuspælararnir
Valentina Suciu og Bára
Skaale Klakstein bjóða
verjuni hjá Tjaldri av
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir