Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. desember 2009 – Nr. 239 Pepe úti í seks mánaðir Sterki verjuspælarin Pepe, sum umboðar Real Madrid, má nú halda steðg frá fótbóltinum í fleiri mánaðir. Pepe var borin av vøllinum leygarkvøldið, tá ið Real Madrid vann toppdystin ímóti Valencia 3-2. Pepe hevur slitið eitt liðband í knænum og nú verður roknað við, at Pepe má halda frí frá fótbólti í eitt hálvt ár. Harvið er eisini stórur vandi fyri, at 26 ára gamli Pepe ikki kann spæla við Portugal í HM endaspælinum í juni. Liverpool vil stjala Saha Daily Star skrivaði í gjár, at Liverpool er sinnað at taka álopsspælaran Louis Saha frá grannanum í Everton. Nógv av álopsspælinum hjá Liverpool er tengt at Fernando Torres og Steven Gerrard, men tá teir eru skaddir, er ikki sama tyngd í liðnum. Tí skrivar Saily Star, at Liverpool er sinnað at fáa Saha í hópin. Franski álopsspælarin hevur sáttmála við Everton fram til í summar, men tað var ikki gamalt, at spælarar fluttu millum feløgini í Liverpool. Kapprenningin um finalupláss í FM-kappingini stendur við og harðnar. Nú hevur Kyndil togað seg upp á liðina á strandingum Tað er stutt millum succés og fiasko. Í øllum førum í føroyskum manshondbólti, har tað nú bert eru trý stig millum eitt pláss í FM-finaluni og eitt pláss undir niðurflytingarstrikuni. Tað plássið hevur KÍF átt stóran part av kappingini, men fleiri sigrar á rað hava seinastu vikurnar togað KÍF úr botninum og upp móti finalustríðnum. Somikið nær var hetta nú komið, at ein sigur móti Kyndli vildi borið við sær, at fjarstøðan upp til StÍF bert var eitt stig, og tað var við hesum fyri eyga, at kollfirðingar fóru á vøllin. Kyndil hevði hinvegin sítt at hugsa um, og frábyrjan løgdu teir seg eisini á odda. Tað tóktist ikki, sum skuldu teir hava nakrar sum helst trupulleikar við at halda leiðsluna, men meira enn einaferð hevur KÍF prógvað, at einki er avgjørt, fyrr enn seinasta bríkslið hevur ljóðað, og tað var um reppið, at teir aftur hesa ferð fingu løn fyri stríðið. Fimm skoringar á rað minkaðu munin niður í eittans mál, tá bara fimm minuttir vóru eftir at spæla, men Kyndil helt tó høvdið kalt og armarnar heitar, tá Hans Áki Dal- Christiansen og Høgni Klein skutu avgerandi málini, sum kundu vissa sigurin. Við sigrinum er Kyndil nú ájavnt StÍF á øðrum plássi á stigatalvuni. Og hóast munurin er lítil millum nummar tvey og seks, so tykist Kyndil at vera eitt av liðunum, sum hevur einabesta møguleikan at vinna seg í finaluna, har Neistin longu nú tykist vera væl og virðiliga ávegis. Í tíggjundu royndini eydnaðist tað kvinnuunum hjá VB at vinna sær stig. Og so er spurningurin um niðurflyting úr Sunset- deildini framvegis víðopin Skriftin stóð við neon-stavum á vegginum undan dystinum. Hóast Sunset-kappingin bert er komin hálvan veg, so var kravið til VB púrasta treytaleyst, tá tær tóku móti VÍF, sum er næst niðast í Sunset-deildini. VB hevði einki stig fingið í hinum níggju undanfarnu dystunum, og enn eitt tap móti VÍF vildi næstan við viussu borið við sær, at VB-liðið eisini var niðast á talvuni, tá stigini verða tald saman við kappingarlok. Trýstið nervaði eisini VB fyrstu løtuna í Vági. Gestirnir fingu skjótt eitt hampuliga gott tak á dystinum, og størsta partin av fyrra hálvleiki var VÍF við yvirlutan. Seionastu løtuna undan steðg- inum togaði VB seg tó framum, men eftir steðgin var gongdin júst tann sama. VÍF leyp eitt sindur avstað, og hóast heimaliðið svaraði aftur, so tóktist VÍF hava gjørt nóg nógv, tá tær við trimum málum á rað togaðu seg upp á 22-21. Tað gjørdist tó VB, sum fekk seinasta orðið. Tvær ferðir í seinastu báðum minuttunum fekk VB brotskast, og í báðum førum var Theresa Joensen trygg, soleiðis at stigini vórðu verandi í Vági. Stigini bera við sær, at VB nú er ájavnt VÍF í botnstríðnum. Enn resta tvær uppgerðir millum liðini, og helst verða tað hesar, sum verða avgerandi fyri, hvør parturin noyðist eina deild niður at spæla hondbólt næsta kappingarár. -mørk VB-VÍF 23-22 (13-13) 10 min: 3-5 20 min: 7-10 40 min: 15-18 50 min: 19-18 Málskjúttar VB: Theresa Joensen 5(5), Sára Samuelsen 4, Una Egilsdóttir 4(1), Monika Samuelsen, Christina Holm 3, Svava Vestergaard 2, Margreth Augustinussen 1, Andrea Nielsen 1 VÍF: Heidi Joensen 6, Liljan Djurhuus 5(1), Halla Midjord 4, Agnas Olsen 2, Tóra Seloy 2, Kathrin Christophersen 1, Finngerð Jensen 1, Linda Davidsen 1 Brotskøst: VB 7, VÍF 5 Útvísingar: VB 7, VÍF 5 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA VB-VÍF 23-22 (13-13): So glapp hjá VB KÍF-Kyndil 22-25 (7-11): Kyndil á finalukós KÍF-Kyndil 22-25 (7-11) 10 min: 2-4 20 min: 5-8 40 min: 12-15 50 min: 15-20 Málskjúttar KÍF: Ási Dam 7(3), Regin Petersen 4, Tony Weyhe 3, Rógvi Weyhe 2, Niklas Reginsson 2, Gert Hansen 2, Andrias Nielsen 1, Teitur Joensen 1 Kyndil: Janus Einar Sørensen 5, Høgni Klein 5, Hans Áki Dal- Christiansen 5(1), Rani Ellingsgaard 3, Ken Zachariassen 3, Høgni Klein- Olsen 2, Bárður Johannesen 1, Josef Abrahamsen 1(1) Brotskøst: KÍF 3, Kyndil 4 Útvísingar: KÍF 4, Kyndil 4 Diskvalifikatión: KÍF 1 (3X2 minuttir) Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen FAKTA jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Kyndil tykist í løtuni at vera eitt sera gott boð upp á annað finaluplássið. Sunnudagin steðgaðu teir grønu KÍF, sum hevur havt góðan byrð seinastu tíðina Mynd: Álvur Haraldsen