Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 14. desember 2009 – Nr. 239 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Mentala mótbrekkan hevur verið tung hjá VÍF, men sunnudagin glapp, og so varð ein kærkomin sigur fingin til høldar Óttin fyri at fremja mistøk hevur verið vaksandi hjá vestmenningum í fleiri vikur. Sigursvanda hondbóltsbygdin hevur í ár verið vitni til nakað so óvanligt, sum botnstríð og spurning um at yvirliva í deildini, og hetta er ikki ein støða, sum spælrarnir eru vanir við. Frystu longu løtuna í Hoyvíkar­ høllini var hetta eisini sjónligt. Góðar skotstøður vórðu spiltar burtur fleiri ferðir, tá menn ikki tordu at lata kanónina av, og hóat hoyvíkingar – við undantaki av Janusi Sørensen – langt ífrá vóru á toppinum, so tóktust teir gera nóg mikið. Tað í slíkum støðum, at tú hevur tørv á spælarum, sum kunnu traðka í karakter, og tað gjørdi Áki G. Olsen hjá VÍF. Spælskiparin, sum hevur verið burtur stóran part av hondbólts­ árinum, var aftur við hesaferð, og tað tóktist, sum var hann maðurin, ið kundi toga VÍF fram. Kanska vórðu innspælingarnar fangaðar dekan ov ofta, og ikki øll skotini sótu har, sum skjúttin sjálvur vildi senda tey. Men seiga trekkið var alla tíðina til staðar, og so við og við dróg hann viðspælararnar við sær. Og tíðliga í seinna hálvleiki kom verulig ferð á hjá vestmenning­ unum. Verjan, sum fyrstu 40 minuttirnar hevði latið 23 mál ígjøgnum, kom nú veruliga upp á tærnar, og tá Áki G. við tveimum málum kundi gera sær dælt av yvirtalsstøðu, knekkaði filmurin at kalla hjá hoyvíking un­ um. Eina løtu helt Jóhan Hofgaard vertunum inni í dystinum, tá hann við fýra klassabjargingum helt vestmenningum frá fatinum, men heldur ikki hetta var í longdini nóg mikið. Sjálvsálitið hevði fest røtur hjá vestmenningum, og so skolaðu málini inn frá øllum kantum. Regin Joensen, sum ikki hevði havt nakran góðan dag, høgdi alt inn, sum hann kom í nær námind av. Og so gjørdust seinastu minuttirnir meira enn staðfesting av, hvussu góð hondbóltsevni hóast alt búgva í Vestmenningum. Einasta vápnið, sum H71 tá hevði eftir, var innskifti Tróndur Vatnhamar, sum var tryggur av veinginum, men nóg mikið var hetta á ongan hátt. Um talan var um einsamallan glotta, kann bert tíðin vísa. Men sigurin ber við sær, at VÍF í fyrsta lagi slapp av botnsessinum, og at teir nú eisini eru við í oddastríð­ num. Munurin upp til eitt finalu­ pláss er ert tvey stig, og við nývunna sjálvsálitinum er lættari at trúgva, at VÍF ætlar sær at vinna hesi bæði stigini, heldur enn at hugsa um einsamalla stigið, sum er niður til botnsessin. Gamla daman meira trupulleikar Í farnu viku varð Juventus sent út av Champions League við einum lemjandi tapi ímóti Bayern á heimavølli, og gamla daman fekk nýggjar trupulleikar um vikuskiftið. Juventus spældi ímóti Bari í italsku landskappingini og tapti 3­1. Juventus liggur hóast tapið á triðja plássi í Seriu A. Bari er á fimta plássi. Buffon undir skurð Sterki málmaðurin hjá Juventus, Gianluigi Buffon, er um vikuskiftið skurðviðgjørdur í vinstra knæi. Ein skaði hevur órógvað Buffon í eina tíð, og nú skuldi nakað gerast við skaðan. Sagt verður, at skurðviðgerðin í knænum var einføld og tók bert 10 minuttir. Men tað er fer at taka Buffon umleið ein mánað við hvíld og venjing, áðrenn hann aftur verður førur fyri at standa í málinum hjá Juventus. Ein nýggj avbjóðing Seinastu vikurnar hava ikki verið stuttligar hjá spælarunum hjá VÍF. Sunnudagin vóru smílini tó aftur at síggja, og ein væl nøgdur – umenn serstakliga troyttur – Áki G. Olsen, kundi eftir dystin staðfesta, at talan ikki var um nakra einfalda frágreiðing. ­ Tað er ein blanding av nógv um tingum, sum hesa ferð koppaðu okkara veg. Vti hava mangla eitt sindur á álopinum og eitt sindur í verjuni, og í dag fáa tað sindrið eyka um allan vøllin, og tað ger, at vit vinna. Og týdningurin av sigrinum er væl øgiliga stórur hjá tykk­ um. Eingin tykkara er jú serliga vanur við at róta í botninum, sum tit hava gjørt? ­ Tað eru vit avgjørt ikki. Men vit hava valt at sæð hetta sum eina avbjóðing. Tað er ein støða, sum vit ikki eru vanir, og tí er talan um eitt nýtt trýst. Tað er altíð trýst á, um tú liggur í odd­ inum, og tað er so sanniliga eisini trýst á, um tú liggur í botninum. Tit eru bara eitt stig frá botn­ inum. Men tit eru eisini bert tvey stig frá einum finalu plássi. Er tann spurning urin eisini nakað, sum tit hugsa um. ­ Tann støðan hevur kanska gjørt tað lættari hjá okkum at vera í botninum, tí vit hava alla tíðina vita, at munurin upp er øgiliga lítil. Og sjálvandi er tað finaluplássið, sum vit sikta eftir, segði Áki G. Olsen. -mørk H71-VÍF 29-36 (17-17): VÍF slepti hond- bremsuni H71-VÍF 29-36 (17-17) 10 min: 7­6 20 min: 13­12 40 min: 23­23 50 min: 25­27 Málskjúttar H71: Janus Sørensen 7, Dánial Tórgarð 5(4), Tróndur Vatnhamar 5, Poul Kjartan Dam 4, Esbern Patursson 3, Bárður Brimvík 2, Gunnar Bláberg 1, Rúni Højgaard 1, Rógvi Sørensen 1 VÍF: Áki G. Olsen 9, Regin Joensen 8, Sámal Joensen 7(2), Bjarti Hansen 5, Agnar Joensen 2, Sjúrður Poulsen 2, Áki Olsen 1, Niels Andreasen 1, Jákup S. Andreasen 1 Brotskøst: H71 4, VÍF 3 Útvísingar: H71 1, VÍF 1 Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg. FAKTA jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað hevur tikið sína tíð, men í gjár glapp tað hjá vestmenningum, tá teir við sigri á H71 vunnu seg av botnsessinum Mynd: Álvur Haraldsen