Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. desember 2009 – Nr. 239 Neistin tok stigini, tá teir leygardagin spældu heimadyst móti StÍF. Men tað tók sína tíð, áðrenn mótstøðan gav seg Neistin stevnir við fullari ferð móti FM-finaluni í manshondbólti. Enn er kappingin bara hálvrunnin, men sigurin á StÍF bar við sær, at munurin niður til næsta liðið øktist upp í seks stig, og sum Neistin spæl ir í løtuni, er tað ein spurningur, um tað ber til hjá ikki bara einum men tveimum mótstøðuliðum at taka bláu menninar aftur. Hesa ferð mátti oddaliðið enntá vera Heina Hanusarson, Jugoslav Djumic og Inga Olsen fyriuttan, men í endaligu støðuni bilti hetta einki. Tað tók tó sína tíð, áðrenn StÍF gav seg. Neistin leyp avstað fyrstu minuttirnar, men tað var skjótt, at gestir nir fangaðu teir aftur. Tað var tó Neistin, sum støðugt hevði størra yvirskotið. Hóast nakrir profilar vóru burtur hesaferð, so er breidd in á liðnum somikið stór, at hetta ikki nervaði tað heilt stóra. Strandingar eru hinvegin dekan ov tunn ir í sínum spæli. Alt ov stór ábyrgd hvíldi á skjúttunum, og tá hes ir ikki støðugt kunnu raka alt, sum skotið verður eftir, verður tungt hjá liðnum at vinna tað mista aftur. Og tað var eisini ov lítið til at basa Neistanum, sum longu hevur annað beinið í FM-finaluni. Hinvegin er sera tættur dystur um næsta finaluplássið. Í løtuni er tað Kyndil, sum er ájavnt strandingum í tí dystinum, men trý onnur lið eru eisini, sum fegin vilja sleppa til orðanna tí viðvíkjandi. Neistakvinnurnar vunnu tryggan sigur á StÍF, sum annars hevur líkst liðinum, sum kann hótt Neistan í bronsudystinum Bæði Neistin og StÍF hava stóran part av árinum verið í einum slag av ongamannalandi, har spenningurin um endaligu plaseringina ikki er tann heilt stóri. StÍF hevði tó møguleika at skapa nakað av spenningi, um tær megn- aðu at vinna á Neistanum sunnu- dagin, men tann møguleikin gjørd- ist ongan tíð serliga aktuellur. Fyrsta góða korterið gekk hampu liga javnt á, men tá Neistin stutt undan steðginum fekk glið á sítt spæl, settu tær seg so ruddiliga á uppgerðina. Eftir steðgin ráddi mest um at halda fast um leiðsluna, og tað eydn aðist eisini uttan stórvegis trupul leikar. Sigurin ber við sær, at Neistin nú aftur er fýra stig framman fyri StÍF, og sum stigatalvan sær út í løtuni, so enda hesi bæði liðini trygt sum nummar trý og fýra. Niður flyt ing ar- stríð verður ikki talan um, og mun- urin upp til oddaliðini er eisini ov stór ur, og tí verður talan heldur ikki um nakran finaluspenning. Woods kostar sjónvarpspengar Golf er ein av ítróttinum, sum heilt nógvir pengar eru í. Ikki minst takkað verið beinleiðis sjónvarpssendingunum. Men virðið á hesum tykist falla nógv, nú stjørnan, Tiger Woods, er fallin. Ótrúskapurin hjá Woods hevur fyribils sent stjørnuna úr ítróttini, og tað hevur fingið sjónvarpsstøðirnar at óttast fall í hyggjaratølunum. – Uttan Woods eru kappingarnar sum stórir filmar uttan nakrar stjørnur, sigur Bill Carrol, stjóri á NBC. NBC sendi seinasta vikuskifti frá Chevron Wolrd Challenge, men hyggjaratalið hesa ferð var 54 prosent lægri, enn tað áður hevur verið. Bíðaðu í 113 ár Argentinska Banfield vann sunnudagin sítt fyrsta meistaraheiti í søguni hjá nú 113 ára gamla fótbóltsfelagnum. Á seinasta leikdegi tapti Banfield annars 2-0 móti Boca Juniors, men samstundis tapti Newell’s Old Boys sín dyst, og so var klárt til stóru veitsluna hjá felagnum, sum varð stovnað í 1896 av enskum, skotskum og írskum tilflytarum. Neistin-StÍF 30-25 (12-12): Oddaliðið hevði yvirskotið jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Neistin-StÍF 33-27 (17-11): Bronsan tykist avgjørd Fakta um dystin Neistin-StÍF 33-27 (17-11) 10 min: 4-3 20 min: 9-9 40 min: 23-17 50 min: 27-22 Málskjúttar Neistin: Katrin á Neystabø 11(4), Lina Andriulyte 5, Unnur Danielsen 4, Anja Heinadóttir 3, Marjun F. Danberg 3, Rakul Augustinussen 3, Jacklin Durhuus 2, Birita Wardum 1 StÍF: Rebekka Justinussen 7(1), Fríðrun Danielsen 6, Adrianna Dobra 6(2), Bára Berthelsen 4, Anne Pedersen 2, Rósa Danielsen 1, Annika Petersen 1 Brotskøst: Neistin 5, StÍF 5 Útvísingar: Neistin 3, StÍF 2 Dómarar: Thomas J. Thomsen & Birgir Sondum. Fakta um dystin Neistin-StÍF30-25 (12-12) 10 min: 5-2 20 min: 9-8 40 min: 19-16 50 min: 24-19 Málskjúttar Neistin: Sjúður Thomassen 8, Davud Edvardsen 7, Finnur Hansson 5, Áki Mørk 4, Tróndur Kragesteen 4, Karl Oddmar Rasmussen 1 Neistanum vantaði fleiri profilar hesaferð, men í samlaða úrslitinum bilti tað ikki stórvegis, tá nummar tvey á stigatalvuni varð sent heim við ongum Mynd: Álvur Haraldsen