Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 14. desember 2009 – Nr. 239 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Noreg vann stórsigur á Kina, meðan Danmark tapti sera óvæntað ímóti Angola Danmark hevði ein risamøguleika at spæla seg í HM-hálvfinaluna í dag. Men donsku hond bólts- kvinnur nar tóku ikki av møgu leika- num. Rættiliga óvæntað tapti Dan- mark 23-28 ímóti Angola, sum óivað vann sín minniligista sigur í angolsku hondbóltssøguni. Støðan í hálv leikinum var javnleikur 14-14. Hóast angolsku kvinnurnar bert finu síni fyrstu stig í millum um fari- num, so fegnaðust tær um sigurin, sum høvdu tær vunnið heims meist- a ra skapið. Louise Mortensen var stór liga saknað á danska liðnum, men venjarin Jan Pytlick staðfesti, at Louise Mortensen var ikki nógv væl fyri, og tí kom tað ikki upp á tal at brúka Louisu Mortensen. Nú valdar óvissa, um Danmark fer at megna at spæla seg í HM-hálvfinaluna, sum verð ur í Nanjing fríggjadagin. Skal Dan mark vinna seg í hálvfinaluna, so mugu donsku kvinnurnar vinna á russisku heimsmeistarunum. Tapir Dan mark ímóti Russlandi, so má Eystur ríki vinna á Fraklandi, um danski hálvfinalu-dreymurin skal gerast veruleiki. Gekk galið í seinna hálvleiki Danska liðið hevði stórar trupuleikar við tí offensiva angolska verju spæli- num, og í byrjanini av seinna hálv- leiki vóru donsku kvinnurnar út spældar, tá Angola fór frá 14-14 og upp til eina 19-14 leiðslu. Dan- mark hálaði seg upp á 20-22, men so dragnaði aftur, og angolska sensa sjónin var ein veruleiki. Tað var bert Trine Truelsen, sum kun di verða nøgd við sítt avrik á danska liðnum. Hon skeyt níggju mál í dystinum. Einki mál í eitt korter Noreg vann ein tryggan 34-19 sigur á kinesisku vertunum. Tað sum var mest minniligt við dystinum var, at norski málverjin Terese Pedersen helt norska málið reint í 15 minuttir og 31 sekund. Hetta var í fyrru helvt av seinna hálvleiki, og hesa løtuna hevði Terese Pedersen 10 bjargingar á rað, harav eisini eitt brotskast. – Alt gekk eftir bókini, og tað er sjálvandi at fegnast um, at eg fekk gjørt mítt avrik, segði Terese Pedersen við VG aftaná dystin. Málverjuvenjarin hjá norska liðnum, svenskarin Mats Ols- son eigur sjálvur metið, tá hann á sinni ímóti Danmark helt málið reint í 23 minuttir, og hann var ógvuliga fegin um avrikið hjá Terese Peder- sen. Spania týsdagin Spania hevur sjey stig, meðan Noreg hevur seks stig, og júst hesi bæði lið ini spæla ímóti hvørjum øðrum týs dagin. Noreg má vinna dystin, um norsku kvinnurnar skulu verða vísar í at vinna seg í hálvfinaluna. Suður korea hevur fimm stig, og vinn ur Suðurkorea ímóti Rumenia, með an Noreg tapir ímóti Spania, so fara suðurkoreonsku kvinnurnar fram um Noreg á stigatalvuni. Noreg spæl ir lagnudystin ímóti Spania klokk an 11.15 í morgin, meðan Dan- mark spælir sín lagnudyst í hinum millum bólkinum ímóti Russlandi klokkan 13. Svøríki setti HM-met Svøríki skoraði 66 mál ímóti Australia Í gjár kom minniligt úrslit í HM-troystkappingini ”Presi- dents Cup”, og var tað Svøríki, sum slapp at seta eitt heims- met. Svenska kvinnulandsliðið skrivaði seg í hond bólts- søgu bøkurnar í gjár, tá tær vun nu heili 66-21 á Australia. Svensku kvinnurnar hava ikki somu avrik at vísa á sum donsku og norsku kvinnur- nar, men nú hava tær so megn að nakað, sum hvørki norsku ella donsku kvinnur- nar hava megnað higartil. Tað vóru serliga vengurnir, Ma tilda Boson og Jenny Wiken sten, sum høvdu ein góð an dag. Matilda Boson skeyt 12 mál, meðan Jenny Wiken sten skeyt 11 mál. Svøríki gjørdist eisini í dag tað fyrsta landið í søguni, sum hevur skotið meir enn 60 mál í einum dysti í einum HM-endaspælið í hondbólti. heris@sosialurin.fo Heri SImonsen Úrslitini í millum- umfarinum Bólkur 1 Týskland-Russland 22-34 Frakland-Angola 33-24 Danmark-Eysturríki 30-27 Eysturríki-Týskland 26-29 Russland-Frakland 23-24 Angola-Danmark 28-23 Týskland-Angola 15/12 Frakland-Eysturríki 15/12 Danmark-Russland 15/12 Bólkur 2 Rumenia-Kina 40-19 Noreg-Suðurkorea 27-28 Ungarn-Spania 21-21 Suðurkorea-Ungarn 28-28 Kina-Noreg 19-34 Spania-Rumenia 26-25 Ungarn-Kina 15/12 Noreg-Spania 15/12 Rumenia-Suðurkorea 15/12 Chelsea vil keypa Aguero Álopsspælarin Sergio Aguero hevur leingi verið settur í samband við enska felagið Chelsea, og sambært Mail On Sunday er spælarin farin at nærkast felagnum. Umboð fyri Chelsea hava hildið fund við umboðsmannin hjá Aguero, og Chelsea er sinnað at gjalda spanska felagnum Atletico Madrid 330 milliónir krónur fyri spælaran, sum er ættaður úr Argentina. Aguero er 21 ár gamal, og Chelsea vil hava hann við tíðini at avloysa Drogba og Anelka, sum báðir eru farnir um 30 ár. Arsenal krevur endurgjald Niðurlendski álopsspælarin Robin van Persie fekk ein álvarsligan skaða, tá ið hann her fyri spældi landyst ímóti Italia, og í Arsenal eru tey so fortørnað um skaðan, at tey fara at krevja endurgjald frá niðurlendska fótbóltssambandinum. - Vit vilja hava eitt fíggjarligt endurgjald fyri tann skaða, sum okkara møguleikar fyri at vinna meistaraheitið hava fingið. Tað er sera keðiligt at missa ein spælara oraska av einum vinardysti, sigur Arsene Wenger. Roknað verður við, at van Persie í fyrsta lagi kann spæla aftur í apríl mánaði. Norskur stórsigur og danskur niðurtúrur heris@sosialurin.fo Heri SImonsen Hondbóltur Bólkur 1 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Russland 4 3 - 0 - 1 112 86 26 6 2 Frakland 4 3 - 0 - 1 102 86 16 6 3 Danmark 4 3 - 0 - 1 104 97 7 6 4 Eysturríki 4 1 - 0 - 3 100 112 -12 2 5 Angola 4 1 - 0 - 3 94 107 -13 2 6 Týskland 4 1 - 0 - 3 92 116 -24 2 Bólkur 2 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Spania 4 3 - 1 - 0 102 85 17 7 2 Noreg 4 3 - 0 - 1 111 90 21 6 3 Suðurkorea 4 2 - 1 - 1 116 108 8 5 4 Rumenia 4 2 - 0 - 2 120 95 25 4 5 Ungarn 4 0 - 2 - 2 93 105 -12 2 6 Kina 4 0 - 0 - 4 75 134 -59 0 Jan Pytlick heldur sær um høvdið, og tað er ikki so løgið. Tað kann væl vera, at Danmark spilti sær framúr møguleika fyri einum hálvfinaluplássi, tá jarnkvinnurnar taptu móti Angola Mynd: Polfoto