mánadagur 14. desember 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. desember 2009 – Nr. 239
Fimm sett máttu til, áðr
enn sørvágskvinnur kun
du kanna sær sigurin í
Klaksvík, har tær megin
partin av fimta setti vóru
aftan fyri og tí tað sama
kundu tapt
MjølnirSÍ 23
(25-20, 25-23, 22-25, 16-25, 15-17)
Higartil eru 30 dystir spældir í Eik-
ligu ni hjá kvinnum, men synd er at
siga, at nógvir teirra hava verið
spenn andi. Undantakið var dysturin
í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjár,
sum endaði við at gerast bert annar
fimm settarin í kvinnukappingini
higar til.
Mjølnir, sum leingi hevur ligið og
andað SÍ í nakkan, tók ímóti odda-
lið num, ið undan hesum dystinum
ikki enn hevði tapt – og enntá bara
hevði sett eitt sett til í teimum átta
undanfarnu dystunum!
Samstundis sum fleiri av liðunum
niðanfyri hava havt hug at nærkast,
lá helst eitt sindur størri trýst á
herðunum á klaksvíkskvinnunum, ið
hava tikið seg støðugt fram. Men
tað skuldi vísa seg, at á vøllinum sóu
tær hjá SÍ meira út til at vera niður-
boygdar av trýsti.
Alt kappingarárið hava tær bíðað
eftir, at okkurt av hinum liðunum av
álvara fór at geva teimum mótstøðu.
Og tá tað so endiliga hendi, kom tað
dátt við, tí SÍ sá fyri ein stóran part
ikki út til at hava munin á Mjølnir –
og tað var eisini um reppið, at SÍ
tapti.
Í fyrsta setti legði Mjølnir bragd-
liga út og kom á odda 18-13, áðrenn
SÍ svaraði aftur og kom upp á 19-19,
tá Mjølnir raknaði við aftur og koyr-
di setti heim. Hinvegin var SÍ sann-
førandi á odda heili 17-11 í øðrum
setti, men megnaði allíkavæl at tapa
tað.
Bardu seg innaftur
Í teimum báðum fyrstu settunum
var dysturin nógv merktur av, at lið-
ini stríddust um hvønn einasta bólt,
og so var eisini í triðja setti, tá SÍ
hevði settbólt við leiðsluni 24-17,
men tó mátti bíða fimm bóltar, áðr-
enn settið varð vunnið. Í fjórða setti
var SÍ á odda allan vegin og vann
greitt.
Serliga vóru kvinnurnar báðu
meg in netið ídnar á gólvinum, har
all ar ofraðu seg heilhjartað fyri at
fáa bóltarnar uppaftur, og av tí sama
spurdust eisini fleiri góðar duellir
Vóru kanska
bangnar
– Hetta var spennandi og
nerva pirrandi, men tað var
keði ligt, at vit ikki skuldu
klára tað. Kanska var munur-
in, at tær í SÍ eru vanar við at
vinna, meðan vit kanska vóru
bang nar, segði liðformaðurin
hjá Mjølnir, Eina Kalsø.
Hon hevur tó ikki mist allar
vón ir, hóast tað ikki gekk
ímóti SÍ hesa ferð, og hon
segði, at tær í Mjølnir fram-
veg is trúgva upp á fram hald-
andi framstig og eisini ætla
sær at koppa SÍ til síðst.
– Sjálvt um vit taptu í dag,
so spældu vit ein góðan dyst,
og tí kunnu vit ikki vera ov
kedd ar, men mugu bara
koma aftur. Sum støðan sær
út nú, gjørdi tað kanska ikki
so nógv, at vit taptu fyri SÍ,
men øll hini liðini eru eisini
góð, so nú mugu vit bara
royna at vinna á øllum, segði
Eina Kalsø.
hil
Gjørdu tað
strævið
– Tað var ræðuliga tungt í
byrjan ini, men vit funnu
spæl ið aftur ímóti endanum.
Vit gjørdu tað strævið fyri
okk u m sjálvar, men vit vistu,
at vit kundu spæla betur og
at vit eisini kundu koma
aftur íaftur. Vit vildu vinna og
tað gjørdu vit eisini.
Tað segði Annika á Stong-
um, liðskipari hjá SÍ, eftir at
drúgvi fimmsettarin ímóti
Mjøln ir var av.
– Hetta var dysturin, vit
hava bíðað eftir leingi, og tað
var deiligt at fáa mótstøðu.
Nú vita vit, at tað eru onkur
lið, sum vilja berjast fyri at
vinna á okkum, og Mjølnir
spæl di veruliga væl í dag.
Annika segði seg vænta, at
tað verður Mjølnir, ið kemur
at geva SÍ harðastu mót-
støðu na víðari í kappingini,
og hon helt, at tað væl kundi
hugsast, at tað júst verða SÍ
og Mjølnir, sum í vár skulu
spæla FM-finalurnar, tá kapp-
ing in er komin so langt.
hil
Henke verður venjari
Sambært svenska Aftonbladet verður Henrik
Larsson nú høvuðspersónur í einum óvanligum
skifti í svenskum fótbólti. Blaðið skrivar nevnliga, at
spælarin, sum í ár endaði drúgvu yrkisleið sína, nú
verður venjari hjá Landskrona Bois, sum spælir í
næstbestu svensku deildini. Eitt skifti, sum ikki gerst
minni óvanligt, tá Landskrona er grannafelagið hjá
Helsingborg, har Henke fekk sítt gjøgnumbrot.
Lotus aftur í Formel1
Enska Lotus, sum í 80’unum taldist millum sterkastu feløgini
í Formel-1, er nú aftur á veg inn í ítróttina. Við malaysiskum
milliónum í rygginum skal Lotus á kortið til komandi
kapping, og tað verður ikki við mýkindum, siga eigararnir.
Soleiðis kundi felagið um vikuskiftið boða frá, at Jarno Trulli
og Heikki Kovalainen verða teir, sum skulu koyra bilarnar
komandi ár. Lotus er eitt av fýra nýggjum liðum í Formel-1
komandi kappingarár.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Mjølnir mundi tikið SÍ