Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. desember 2009 – Nr. 239 Heldur ikki hesa ferð eydnaðist SÍ at vinna sett frá Mjølnir í Klaksvík, men í aðrar mátar var talan um ein nógv javnari og betri dyst, enn tá liðini hittust har norðuri síðst Hóast bara fýra lið eru í Eikliguni hjá monnum, er ein ávísur spenningur farin at taka seg upp. Higartil hava liðini verið eitt sindur spjødd á stigatalvuni, so raðfylgjan við fleiri stigum á muni hevur verið henda: Mjølnir, SÍ, Fleyr og ÍF. Men nú stigini eru koyrd niður í helvt, hevur Fleyr brádliga tikið seg so mikið fram, at menninir hjá SÍ kunnu kenna seg hóttar. Tað hevur leingi líkst FM-finalum mill um klaksvíkingar og sørvingar, men nú hava havnarmenninir bland að seg upp í tað stríðið. Við sín um sigri á ÍF leygardagin eru teir brád liga javnir við SÍ í stigum, so nú eru í øllum førum trý av fýra liðum kandi dat ar til FM-finalurnar, sum skulu avgera alt, tá sjálv lands kapp- ingin er liðug í vár. Mjølnir-SÍ 3-0 (25-21, 26-24, 25-22) Síðst, hesi bæði liðini møttust, vann SÍ ein fimmsettara í Sørvági, men næstsíðst, tá spælt var í Klaks- vík, sópaði Mjølnir alla mótstøðu av vøllinum og vann ein knúsandi 3-0 sigur. Aftur hesa ferð lá væl fyri hjá Mjølnir, ið vann 3-0, men í gjár var sigurin ikki eins knúsandi og sann- førandi, tí SÍ var alla tíðina við. At talan var um ein toppdyst, sást kanska best á teimum mistøkum, ið bæði lið gjørdu í ríkiligt mát. Men intensitetinum bilti einki, og hóast menninir til fulnar ikki megnaðu at liva upp til spennandi kvinnudystin millum somu feløg, sum hevði verið áðrenn, so sást, at hetta vóru tvey rímiliga jøvn lið, ið møttust. Tó hevur Mjølnir munin, ið kanska fyrst og fremst stendst av einari roynd ari manning, ið dugir spælið út í fingraspíssarnar og eisini hevur neyðuga ísin í búkinum, tá harðast leikar á. Í fyrsta setti fylgdi SÍ við leingi, men mátti at enda boyggja seg fyri heimaliðnum, ið gjørdi ar beiðið liðugt ímóti endanum á setti num. Hinvegin var SÍ við yvirlutan í øðr- um setti og kundi havt sett meira spenning í dystin. Her gjørdist tað dómara avgerð, ið tók pippið frá sør- v ing um, so teir í evstu løtu sóu klaks víkingar strúka framvið. SÍ var á odda 24-23 og hevði settbólt, men hóast tað var líkt til, at blokkurin hjá Mjølnir fekk fingrarnar á bóltin, áðr- enn hann fór út, varð bólturin dømd ur til Mjølnir, sum við tí javnaði og síðani vann teir báðar næstu bóltar nar og settið. Triðja settið tók Mjølnir so eisini, men hóast sigurin á pappírinum helst sá greiðari út, enn hann var tað á vøllinum, kann illa sigast annað, enn at tað verður torført hjá hinum lið unum at steðga Mjølnir, ið koyrir av stað og fyrst og fremst stendur seg betur, tí mistøkini verða gjørd í teim um løtunum, sum ikki eru so av gerandi. Tá tað veruliga ræður um, er spælið hjá Mjølnir trygt og sterkt, og einki er at siga til, at klaks- víkingar framvegis liggja best fyri av øllum. ÍF-Fleyr 0-3 (13-25, 22-25, 21-25) Sum nevnt, hevur Fleyr av álvara meld að seg inn í kappingina, nú hon er gott og væl hálvrunnin, og úti sig urin á Kambsdali leygardagin gjør di, at Fleyr nú hevur sama stiga- tal sum SÍ, ið annars hevur verið framman fyri alt kappingarárið higartil. So fæst at síggja, um tað fer at halda ella ikki, men støðan hevur sjálvandi við sær, at manskappingin brádliga sær nógv meira spennandi út. Í dystinum millum ÍF og Fleyr var annars ongantíð stórvegis ivi um, hvat av liðunum var tað betra. Bæði í verju og álopi royndist Fleyr betur, og við Høgna Viderø á odda syrgdu havnarmenninir fyri, at spenningur ongan tíð kom í dystin. Hinvegin vóru móttøkurnar hjá ÍF alt ov sving an di, og av tí sama lá sera illa fyri at fáa veruligt álopsspæl í lag. ÍF hevur annars havt fleiri góðar dystir í síðstuni, og unga manningin hjá fuglfirðingum hevur óivað fram- tíðina fyri sær, hóast úrslitini ikki hava verið eftir vild higartil. Liðið, sum vann greipuna í fjør, er fram- veg is einsamalt botnlið við ongum stigi, men framstig hava verið alla tíðina, so tí kann tað henda seg, at ÍF so líðandi kann koma at blanda seg uppí, hvussu lagnan verður hjá onkr um av liðunum frammanfyri. Tvørámenn liggja framvið Seinnu árini hevur eitt ynski verið um, at fleiri lið kundu verið í Eikliguni hjá monnum, har liðini í løtuni bara eru fýra í tali. Vóru fleiri lið, hevði kappingin verið meira áhugaverd, tí so høvdu tey somu fáu ikki spælt ímóti hvørjumøðrum alla tíðina. Í oktober tók Fleyr a-liðið hjá sær úr landskappingini í 1. deild hjá monnum, og tá gjørdi Flogbóltssambandið av, at TB skuldi fáa hetta plássið og sostatt flutti úr 2. deild upp í 1. deild. Ikki kann sigast annað, enn at tvørámenn hava tikið av, nú teir fingu møguleikan, tí nú kappingin í 1. deild hjá monnum er farin í jólafrí, er TB einsamalt oddalið og liggur til uppflyting í Eikliguna. Menninir hjá TB hava spælt fýra dystir og vunnið teir allar, og settmunurin er 12-2, so talan hevur verið um sannførandi avrik, ið kundu bent á, at Suðuroyggin skjótt eisini kennir seg til reiðar at verða umboðað í bestu mansdeildini í flogbólti. TB hevur átta stig fyri teir fýra sigrarnar og liggur framman fyri Fleyr við seks stigum og ÍF við fýra, sum eru tey næstu liðini á stigatalvuni í næstbestu mansdeildini, ið telur tilsamans seks lið, harav TB er tað einasta, ið kann flyta upp, tí hini feløgini frammanundan eru í Eikliguni. hil Mjølnir koyrir avstað einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Hevarin hjá Mjølnir, Thorvald Danielsen, leggur upp til Hjalta Josephsen, meðan blokkurin hjá SÍ bíðar hinu megin netið Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Kreppa í donskum hondbólti Fíggjarkreppan hevur sent danskan hondbólt í koma. Tað skrivar danska Ekstra-Blaðið. Blaðið skrivar, at í løtuni er triði hvør spælari í bestu donsku hondbóltsrøðini til sølu, og at tað helst eru á leið 60 spælarar, sum ikki hava nakran sáttmála, tá farið verður undir næsta kappingarár. Í Århus er ein bjarging funnin hjá GF, meðan sigursvanda GOG á Fjóni enn leitar eftir pengum, sum kunnu bjarga felagnum. Tosaðu ov nógv Verjuskiparin hjá donsku hondbóltskvinnunum, Mette Melgaard, heldur nú, at donsku kvinnurnar tosaðu ov nógv um hálvfinaluna og gloymdu dystin móti Angola leygardagin. – Vit tosaðu allar um, at TÁ vit komu í hálvfinaluna og ikki UM. Tað kostaði dýrt, og tað er nakað, sum vit skulu læra av, soleiðis at vit nú einvíst hava fokus á dystinum, sum skal spælast, sigur Metta Melgaard.