mánadagur 14. desember 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 14. desember 2009 – Nr. 239 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 29
Onyszko skal taka avgerð
Í heyst var pólski málmaðurin Arek Onyszko sekkjaður í danska
felagnum FC Midtjylland, eftir at hann hevði givið ein umstrídda bók
út. Síðani hevur Onyszko ikki havt nakað felag at spæla, men nú skal
tann 35 ára gamlið málmaðurin taka avgerð um sína framtíð. Líkt er til,
at Onyszko ætlar sær at halda fram við at spæla, og umboðsmaður
hansara roknar við, at ein avgerð fellir um framtíðina fyri nýggjár.
Wenger var í øðini
Tað stóð einki til hjá Arsenal í hálvleikinum av dystinum ímóti
Liverpool í gjár. Liverpool var nógv tað betra liðið í fryra hálvleiki og
var á odda 1-0. Men i seinna hálvleiki vendist dysturin. Arsenal
skoraði tvey mál, og avrikið var munandi betri. Liðformaðurin hjá
Arsenal sigur við Sky Sports, at venjarin Arsene Wenger var í øðini í
hálvleikinum. - Hann rópti eftir okkum sum ongantíð áður. Hann
segði, at vit vóru ikki verdir at vera í einari Arsenal-troyggju, sum vit
spældu, segði Fabrgas.
Manhester United tapti
og Chelsea spældi javnt
leygardagin, men Liverpool
so líkt eydnaðist tað ikki
teimum at gera sær dælt av
hesum gylta møguleika, so
fjarstøðan til fremstu liðini
í deildini er hin sama
Tað er ikki á hvørjum degi, at
Chelsea og Manchester United seta
stig til. Upp aftur meira sjáldsamt er
tað, at bæði liðini gera tað sama
umfar. Men tað var júst tað sum
hendi um vikuskiftið.
Chelsea spældi javnt í móti
Everton á heimavølli, meðan Man-
chester United tapti á heimavølli
fyri Aston Villa – seinast Aston Villa
vann á Old Trafford var í 1983! Hesir
báðir dystirnir vóru avgreiddir
leygar dagin. Sunnudagin var stór-
dystur á skránni millum Liverpool
og Arsenal. Eingin ivi skal vera um,
at trýstið lá á Liverpool.
Teir høvdu heimavøll og teir
høvdu nakað at prógva, eftir at
Fiorentina enn einaferð hevði stað-
fest, at Liverpool einki hevur at gera
millum tey bestu liðini á altjóða
fótbóltspallinum, sum støðan er í
løtuni.
Á tíðindafundinum undan dyst-
in um nýtti venjarin, Rafael Benitez,
høvið til at gera greitt, at tey í
felagnum hava vaskað talvuna –
kappingarárið hjá Liverpool byrjar
av nýggjum nú, ljóðaði hansara
boðskapur undan dystinum.
Niðurstøðan eftir dystin má vera,
at Liverpool fekk eina elendiga
byrjan upp á “nýggja” kappingar-
árið.
Byrjaði væl
Ikki tíð, tað byrjaði væl hjá Liver-
pool sunnudagin. Fyri fyrstu ferð
síðani 4. oktober byrjaðu bæði
Gerrard og Torres inni. Teir settu
eisini sín dám á fyrstu løtuna av
dystinum, har Torres í 12. minutti
hevði ein góðan møguleika og
Gerrard minuttin seinni varð snýtt-
ur fyri eitt klokkuklárt brotsspark.
Liverpool sat á tí allarmesta í
fyrra hálvleiki, og beint fyri steðgin
fingu teir løn fyri stríðið. Kuyt fekk
fatur á frísparksroyndini frá Aurelio,
sum Almunia ikki megnaði at halda,
tamdi bóltin og smekkaði hann
framvið vinum og fíggindum í
kassan.
1-0 og løtu seinni var hálvleikur.
Liverpool var á odda og Liverpool
hevði spælt væl. Tað sá gott út!
Johnson tveitti alt burtur
13 minuttir eftir steðgin var alt
endavent á Anfield Road. Arsenal
var við eitt á odda, og Glen John-
son hjá Liverpool átti sín stóra
leiklut í báðum málunum.
Í fyrra førinum var talan um eitt
sera óheppið sjálvmál, har Johnson
rann innleggið frá Nasri beint í
málið.
Í seinna førinum miseydnaðst
temjingin hjá Johnson. Hóast hann
royndi at verja fyri, so megnaði
hann ikki at fylgja kvika Arshavin,
sum gjørdi skjótt av og smekkaði
bóltin í stongina og inn.
Hóast meira enn hálvur tími var
eftir at stríðast í, so eydnaðist tað
ikki Liverpool at koma aftur í aftur.
Teir taptu á heimavølli fyri aðru ferð
í ár. Ársins sætta tap í Premier
League. Hetta er beiski veruleikin
hjá Liverpool, og hesin veruleiki
verður ikki mildari av, at Liverpool í
roynd og veru hevur sett stig til í
fleiri dystum, enn teir hava vunnið
higartil í ár.
Fyri at gera ilt verri kunnu vit
staðfesta, at Liverpool einans hevur
vunnið tríggjar dystir út av teimum
seinastu 15, liðið hevur spælt.
Stríðast fyri altjóða fótbólti
Sum støðan er í løtuni er Liverpool
13 stig frá Chelsea í toppinum, men
einans tíggju stig frá West Ham,
sum liggur beint undir niður-
flytingarmarkinum. Kortini heldur
Benitez fast um, at Liverpool miðar
eftir Champions League-luttøku
næsta ár – tað vil siga at enda
millum fýra tey fremstu liðini.
Henda málsetning framlegði
felagið fyri nøkrum vikum síðani.
Upprunaliga skuldi hetta vera árið,
tá Liverpool endiliga skuldi gerast
enskir meistarar aftur. Tað var so
nær við í fjør, so nú skuldi tað vera.
Eftir misjøvn úrslit í heimligu
deildini eins væl á altjóða pallinum,
orðaðu tey í Liverpool fyri kortum
ein nýggjan málsetning. Kravið var
Champions League-luttøka
komandi kappingarár.
Nú er spurningurin, um hesin
málsetningur eisini skal endur-
nýggjast.
Liverpool - Arsenal 1-2
Manchester United - Aston Villa 0-1
Sunderland - Portsmouth 1-1
Tottenham - Wolverhampton 0-1
Hull - Blackburn 0-0
Chelsea - Everton 3-3
Burnley - Fulham 1-1
Bolton - Manchester City 3-3
Birmingham - West Ham 1-0
Stoke - Wigan 2-2
Úrslitini í Premier League hetta umfarið:
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Typiskt
Liverpool
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Chelsea
16
12
-
1
-
3
40
13
27
37
2 Man Utd.
16
11
-
1
-
4
34
14
20
34
3 Arsenal
15
10
-
1
-
4
40
19
21
31
4 Aston Villa
16
8
-
5
-
3
26
14
12
29
5 Tottenham
16
8
-
3
-
5
35
22
13
27
6 Man City
15
6
-
8
-
1
29
21
8
26
7 Liverpool
16
7
-
3
-
6
32
22
10
24
8 Birmingham
16
7
-
3
-
6
16
16
0
24
9 Fulham
16
6
-
5
-
5
20
17
3
23
10 Sunderland
16
6
-
3
-
7
22
22
0
21
11 Stoke
16
5
-
6
-
5
15
19
-4
21
12 Blackburn
16
5
-
4
-
7
16
28
-12
19
13 Burnley
16
5
-
3
-
8
20
34
-14
18
14 Wigan
16
5
-
3
-
8
19
36
-17
18
15 Everton
16
4
-
5
-
7
22
30
-8
17
16 Hull
17
4
-
5
-
8
17
34
-17
17
17 Wolves
16
4
-
4
-
8
15
28
-13
16
18 West Ham
16
3
-
5
-
8
24
31
-7
14
19 Bolton
15
3
-
4
-
8
20
32
-12
13
20 Portsmouth
16
3
-
2
-
11
14
24
-10
11
Andrei Arshavin
stórtrívist á
Anfield Road.
Sunnudagin skoraði
hann sigursmálið
hjá Arsenal og í
aprílmánaði gjørdi
hann øll fýra málini í
4-4 javnleikinum móti
Liverpool
Mynd: Polfoto