mánadagur 14. desember 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
tíðindi
Nr. 239 - 14. desember 2009
Hanus til Russlands
Um vikuskiftið komu 26 mans av Skálabergi til
Føroya, so enn eru 12 mans eftir í Russlandi. Hesir
fáa nú vitjan av reiðaranum, Hanusi Hansen.
Sosialurin tosaði í morgun við Hanus Hansen,
sum sat í einum flogfarið.
– Eg veit onki meira beint nú. Eg havi ikki tíð at
tosa. Eg siti í einum flogfari, segði Hanus Hansen.
Ert tú á veg til Russlands?
– Møguliga. Eg kann bara siga, at rættarfundur
verður hósdagin, segði Hanus Hansen og bað
farvæl, meðan flogfarið hvein.
-eij
Ukraina vísir skjøl
Nú kunnu fólk í Ukraina fáa at vita, um myndugleikarnir í gamla Sovjetsamveldinum
hildu eyga við teimum. Ukrainska fregnartænastan hevur gjørt av at geva almenninginum
atgongd til ein hóp av skjølum, sum higartil hava verið loybilig. Skjølini eru løgd í ein
eina talgilda skipan, og tey kunnu lesast á 26 miðstøðum kring landið. Vladimir
Viatrovych, sum hevur samskipað skjalatilfarið, sigur við spanska blaðið El Pais, at savnið
er eitt Mekka hjá granskarum og øðrum, sum hava áhuga í søgu Sovjetsamveldisins.
Lítli Leif leyp um hálsin á pápa sínum
Gott var at fáa pápan og mannin heim til jóla
skimannafelag
monnunum av
Skálabergi
31