Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 239 - 14. desember 2009 lýsingar Vit hava eitt næmingapláss til tín Arbeiðsloysisskipanin • Tinghúsvegur 14 Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn • Tel 349550 • Fax 349551 • als@als.fo • www.als.fo www.sansir.fo ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 18 fólk. Virksemið hjá ALS er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri. Hevði tú viljað sitið í tóma stólinum? ALS leitar eftir einum skrivstovunæmingi, sum er miðvísur, gløggur, hugagóður, ágrýtin og opin. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi, við ágrýtnum starvsfólkum, sum fegin vilja geva tær eina góða næmingatíð. Tú hevur HH, HF ella studentsprógv. Tað er ein fortreyt, at tú dugir væl at brúka teldu. Uppgávurnar eru mangar, og tú kemur runt á øllum stovninum. Bæði í fyrisitingini, arbeiðsloysistryggingini og arbeiðsávísingini verður brúk fyri tær. Tú kemur at hava nógv samband við viðskiftafólk okkara, og krevur tað, at tú dugir væl at samskifta við fólk. Verður tú skrivstovunæmingur hjá ALS, lova vit tær eina fjøltáttaða útbúgving og hollar royndir, sum tú kanst brúka víðari alt lívið. Umsóknarfreistin er týsdagin 5. januar 2010 kl. 12.00, og tú kanst byrja skjótast tilber. Meira fæst at vita við at venda tær til Ernst Jacobsen, tel. 349550. Ert tú góður við tíni húsdjór? So er SkyttenS hunda- og kettufóður gott at forkela við Søcla (20 kg) Turrfóður til hvølpar, unghundar og tíkir, ið geva mjólk. Inniheldur serliga olju­ blanding við týdningarmiklu omega­3 og omega­6 feittsýrunum, ið gev ein blankan og skínandi pels. Er tískil sera gott til hundar við húð­ og pelstrupul­ leikum. SØCLA er eisini gott til aktivar hundar. SØCLA inniheldur C­vitamin. Fyri posan ......kr. 540,- Skyttens kat (15 kg) Turrfóður til kettur við nógvum protein­ um frá fiski, flogfenaði og eggum. Inni­ heldur úrdráttir úr høsnarungalivur, ið m.a. stimbrar smakkin. Lága PH­virðið fyribyrgir urinsteini (struvitkrystallum). Inniheldur TAURIN, ið er ein aminosýra, ið hevur týdning fyri nethinnuna, hjarta­ muskulaturin og immunverjuna. Fyri posan ......kr. 390,- Special (20 kg) Turrfóður til vaksnar hundar við vanlig­ um tørvi. Serlig oljublanding við týdn­ ingarmiklu omega­3 og omega­6 feitt­ sýrunum gevur ein blankan og skínandi pels og syrgir fyri at pelsurin ikki gerst turrur. Er tískil eisini sera gott til hundar við húð­ og pelstrupulleikum. SPECIAL er eisini sera gott fóður til eldri hundar. Fyri posan ......kr. 450,- SkyttenS hunda- og kettufóður er hágóðskufóður, ið hevur verið fram- leitt í Danmark síðan 1970. Fóðurið verður útflutt til nógv lond og fæst nú eisini í Føroyum. Fullfóðurið er framleitt úr fiski og høsnarunga og inniheldur ikki konserveringsevni, litevni, aromaevni ella sojaprotein. Bílegging á kho@olivant.fo ella tel. 22 12 40. Ókeypis útkoyring í Tórshavn kiloprísur kr. 22,50 kiloprísur kr. 27,00 kiloprísur kr. 26,00 Jólaaftan í KFUK Vit eru nøkur, sum halda jólaaftan í KFUK. Eingin orsøk er til at sita einsamallur jólaaftan, so øll eru hjartaliga vælkomin at vera við, og hetta tiltak er ókeypis. Jólahaldið byrjar klokkan 19.00 Áhugað kunnu tekna seg og fáa nærri at vita hjá Louisu í KFUK tlf. 311928 / 211824 Tilmeldingarfreist: Fríggjadagin 18. desember á middegi.