Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 240 - 15. desember 2009 Eysturkommuna noyðist at læna 13 mió. krónur til at útbyggja Gøtu skúla Skúli Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Býráðið í Eysturkommunu samtykti mánakvøldið at keypa 530 fermetrar av jørð við Gøtugjógv í sambandi við, at skúlin skal útbyggjast næsta ár. Bráðfeingis tørvur er á fleiri skúlastovum í Gøtu skúla, tí árgangirnir, sum ganga skulu har, eru so stórir. Skulabygnaðurin verður, at 1. til 3. flokkur skulu ganga í skúlanum í Leirvík, og 4. til 7. flokkur við Gøtu­ gjógv. Byggjast skulu 400 fer­ metrar aftrat, og útbyggingin skal vera liðug, tá nýtt skúlaár byrjar aftur í augut næsta ár. Útbyggingin kostar 17 mió. krónur, og kommunan fer at læna 13 mió. krónur, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. TÍN ORKA Sápan til øll endamál Les meira á www.magn.fo Vel ta skynsomu loysnina fyri umhvørvið og peningapungin Hægstu EU umhvørvis- góðkenning sera væl egna til skip, bátar, hús og alt sum tolir vatn fæst í 1,5 og 20 ltr. dunkum fer væl við hondum og holdi fer væl við umhvørvinum MAXI3 Fæst nú eisini hjá Vistir, Marine Service og Berglon Um eitt ár fara grund stykkini í Gøtu og í Leirvík at kosta tvær ferðir so nógv sum nú, og íbindingargjaldið fer eisini upp GrundStykki Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Tá ið býráðið í Gøtu komm­ unu legði fíggjar ætlanina, varð tosað um, at kommun­ an seldi grund stykkini alt ov bíliga. Tað ráddi um at fáa útstykkingar at hanga sam an fíggjar liga. Tí samtykti býráðið mána kvøldið at hækka prís irnar á grundstykkjum, og tað verður gjørt í trimum umførum. Í dag kosta grundstykki í Eysturkommunu 150 krón­ ur fermeturin, og íbind ing­ argjaldið er 5.000 krónur. Á nýggjárinum verður fer­ metraprísurin 200 krónur metur, 1. juli 250 krónur, og 1. januar 2011 300 krón ur. Íbindingargjaldið hækk­ ar somuleiðis í trimum um førum og verður um eitt ár 20.000 krónur, fýra ferðir so stórt sum nú. Meginreglan er, at komm unur ikki mugu hava út reiðslur av útstykk ing­ um. Dýrari grundstykki í Eysturkommunu Gøtu skúli skal útbyggjast Gøtu skúli hevur bráðfeingis tørv á fleiri skúlastovum, og tí skal útbyggingin verða liðug til komandi skúlaár