Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Nr. 240 - 15. desember 2009 Fyri kilo 7995 Fyri kilo 4950 Fyri hvønn 7995 3,2 kilo fyri 13795 Fyri hvørja 11995 Fyri kilo 4995 Jóladøgverðatilboð frá Føroya Keypssamtøku um alt landið Um alt landið! 1,2 til 1,4 kilo um 2,6 til 3,0 kilo Íslendsk lambskrov Íslendsk lambstjógv Íslendskir lambsbøgir Chery Valley dunnur Nakkasteikir Íslendsk rullupylsa Stórar dunnur! Føroya Lærarafelag er fyrsta stóra fak­ felag, sum hevur gjørt av at flyta eftir­ lønarskipanirnar hjá limunum úr Lív yvir í Betri Pensjón Eftirløn Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Betri Pensjón, sum er dótt­ ur felag hjá Tryggingar fe­ lagnum Føroyar, hevur júst gjørt eitt ordans hál. Í seinastu viku samtykti nevndin í Føroya Lærara­ felag at flyta eftirlønina hjá sáttmálaløntu lærarunum úr Lív yvir í nýggjara felagið Betri Pensjón. Enn er ein partur av lærarunum tænastumenn, men í framtíðini verða allir lærarar sáttmálasettir. Eing­ ir lærarar aftrat verða tænastumenn. Lærarafelagi segði upp sáttmálan 1. juli í ár fyri at fara undir samráðingar við bæði feløgini. Sáttmálin gongur út á nýggjárinum. Fleiiri samráðingarfundir hava verið, og í seinastu viku samtykti nevndin at taka av tilboðnum frá Betri Pensjón. Báði feløgini komu við góðum tilboðum, men Betri Pensjón hevði tað betra, sigur Magnus Tausen, for­ maður í Føroya Lærara­ felag. Í fyrstu syftu verður upp­ sparingin hjá lærarunum standandi í Lív. Serligar samráðingar skulu til, og tað kostar, at flyta hana. Hørð kapping Í Lív harmast tey um at missa limirnar í Føroya Lærarafelag, sum er fyrsta fakfelag og stórt, ið flytir eftirlønir sínar úr Lív yvir í Betri Pensjón. – Tað vísir bara, at kapp­ ingin er hørð, og at kapp­ ingin virkar, sigur Poul Christoffur Thomassen, fyrisitingarleiðari í Lív. Hann hevur tó fegin um at hava fingið at vita frá lærarafelagnum, at Lív er fult kappingarført. – Tað er spell, at Føroya Lærarafelag fer frá okkum nú, tí vit koma við fleiri spennandi tilboðum í 2010, sigur Poul Christoffur Thoma ssen. Føroya Lærarafelag fer við øllum tryggingunum hjá limum sínum í Lív, eisini teimum, sum teknaðar vórðu fyri 2000 og hava landskassaveðhald. Tað hendir javnan, at fakfeløg siga sáttmálan við Lív upp , tí løgfrøðiliga er ta neyðugt fyri at kunna samráðast um broytingar. Men ongantíð er tað áður hent, at nakað felag er farið úr Lív. Beint nú hevur Lív sam­ ráðingar við nøkur fakfeløg, men ikki verður upplýst, hvørji tey eru. Lærararnir vilja hava betri pensjón Raðhús til sølu P/F Valbjørn Dalsgarð Rygsgøta 20 FO-160 Argir Tlf 319279 Fartlf. 512118 fax 312118 valbjorn@valbjorn.fo www.valbjorn.fo Nú verður farið undir at selja raðhúsini í 2 byggi­ stigi Undir Kongavarða. Áhugin fyri húsinum er stórur, men tey sum standa á bíðilista hjá Tórshavnar Kommunu, hava fyrsta rætt til at keypa húsini. Eftir at lýsingin hevur staðið bløðunum hevur keyparin 14 dagar at koma við einari váttan um fígging og hvat nummar man er á bíðilistanum, og at undirskriva keypsavtalu. Eftir hetta verða húsini seld í fríari sølu. Áhuga kunnu venda sær til: U n d i r K o n g a v a r ð a Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Tel +298 354200 Fax +298 354201 Betri Pensjón kom við betra tilboðnum, sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelg Bumba við norska sendistovu Einki starvsfólk á norsku sendistovuni í Kabul fekk skaða, tá ein bumba brast nærhendis sendistovuni í morgun. Afghanskir myndugleikar siga, at millum fimm og tíggju sivilfólk doyðu av spreingingini. Norski sendiharrin í Afghanistan, Kåre R. Aas, sigur við Bergens Tidende, at vindeygu og hurðar á sendistovuni vórðu trýst inn av bumbuni. Reuters skrivar, at tað var ein sjálvmorðsbumbumaður, sum sprongdi bumbuna. Maðurin sat í einum bili, tá hann sprongdi seg í luftina, skrivar tíðindastovan.