týsdagur 15. desember 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 240 - 15. desember 2009
List
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Fleiri fólk aftra seg við at
lýsa málningar sínar til
sølu, sjálvt um tey hava hug
at selja.
Tær royndirnar hevur
Høgni Lützen, stjóri í Valde
mar Lützen Byggibúð.
Mánadagin og týsdagin
hevði hann eina kunngerð í
útvarpinum og sóknaðist
eftir
málningum
eftir
William Heinesen og Ingálv
av Reyni til keyps.
Heilt nógv fólk ringdu
og søgdu seg hava málning
ar, ið tey fegin vildu selja.
Tí var eg ikki sørt bilsin av,
sigur Høgni Lützen.
Enn eru tað bara máln
ingar eftir Ingálv av Reyni,
hann hevur fingið bjóðað,
og tað er ikki so løgið, tí
fáir málningar eru eftir
William Heinesen.
Høgni Lützen sigur, at
fólk hava ringt úr øllum
landinum, og í fleiri førum
vóru tað eldri fólk, sum
hildu seg tað sama kunna
selja, tá ið nú onkur spurdi.
Valdemar Lützen Byggi
búð fer ikki á nakran hátt at
kunngera, hvørjum tey hava
keypt málningar frá. Handil
in fer fram í trúnaði.
Tekur tíð
Áðrenn nakar málningur
verður keyptur, vil Høgni
Lützen hava fotomynd og
upplýst stødd, og so verður
farið at tingast um kostn
aðin. Tað verður neyvan
avgjørt fyri jól.
Tað er ikki nakar vanligur
máti at fara í útvarpið at
lýsa eftir list til keyps.
Vónandi traðki eg ikki
tey, sum hava gallarí, á
tærnar, tá ið eg sigi, at vit
valdu henda mátan fyri at
sleppa undan at gjalda vinn
ingin, sum gallaríini krevja,
sigur Høgni Lützen.
Hann ætlar ikki at selja
nakran
málning
víðari.
Málningarnar eru ætlaðir at
prýða
skrivstovuna
hjá
byggibúðini við.
Eru tað onnur, sum hug
at selja málningar eftr
Ingálv av Reyni ella Willi
am Heinesen, kunnu tey
ringja 213536 ella skriva til
vld@vld.fo.
Lýsa eftir list
Høgni Lützen vil hava fleiri málningar á skrivstovuna, har hann hevur bustu av stovnaranum
Valdemar standandi. Bustuna gjørd Eivind Dalsgaard
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað gav beinanvegin úrslit, tá ið Valdemar Lützens Byggi
búð í útvarpinum sóknaðist eftir málningum eftir William
Heinesen og Ingálv av Reyni. Heilt nógv fólk ringdu
Kommunusamskipan Føroya, KSF, er tvørkommunalur felags
skapur, ið virkar fyri felags áhugamálum og størri kommunalum
sjálvræði. Aðalhugsjónin er, at kommunurnar skulu umsita øll
mál, ið eru beinleiðis viðkomandi fyri borgaran.
KSF arbeiðir fyri greiðum uppgávu og ábyrgdarbýti millum
land og kommunur og fyri at styrkja kommunala myndugleikan.
KSF veitir m.a. løgfrøðiliga ráðgeving, skipar fyri skeiðum og
ger felags mannagongdir og upplýsandi tilfar til limakommunur
og almenning.
Limakommunurnar í KSF eru Fuglafjarðar kommuna, Klaksvíkar
kommuna, Runavíkar kommuna, Sands kommuna, Tórshavnar
kommuna, Tvøroyrar kommuna og Vágs kommuna. Ovasta
leiðsla felagsins er stýrið, ið er mannað við borgarstjórunum í
limakommununum. Sí meira um KSF á ksf.fo.
AðAlskrivAri
ksF
KSF er tvørkommunalur felagsskapur og
virkar fyri felags áhugamálum og størri
kommunalum sjálvræði. KSF umboðar vegna
limakommunurnar umleið 70% av íbúgvunum í
Føroyum.
Uppgávurnar hjá KSF eru m.a. at samskipa
og fyrireika alt felagsarbeiðið og ráðgeva
limakommununum í málum av felags áhuga.
Dømi um slík mál kunnu vera: uppgávubýtið
millum land og kommunur, umboðan mótvegis
myndugleikum og feløgum innan og uttanlands,
lógarsmíð av áhuga fyri kommunurnar, uppskot
til felags umsitingarligar mannagongdir og
skipanir, førleikamenning o.a.
Vit samskifta og samstarva nógv við landsstýrið
og landsumsitingina, vinnulívið og felagsskapir
bæði í Føroyum og uttanlands. Av serligum
áhugamálum í løtuni er komandi kommunala
umskipanin, sum KSF og aðalskrivarin hava
virknan lut í.
Á skrivstovuni í KSFhúsinum í Tórshavn eru
umframt aðalskrivaran ein løgfrøðingur og eitt
skrivstovufólk í starvi. Í KSFhúsinum hava
harumframt Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
og Barnaverndarstova Føroya skrivstovur.
ksF bjóðar
Eitt starv við nógvum spennandi uppgávum.
M.a. kann nevnast, at tú:
Verður leiðari á skrivstovu felagsins
·
Verður bindiliðið millum limakommunurnar
·
Skal samskipa virksemið hjá limakommun
·
unum, herímillum at røkja politisk og faklig
netverk
Skal skipa fyri førleikamennandi tiltøkum fyri
·
limakommununum
Skal gera kunningartilfar og frágreiðingar til
·
limakommunurnar
Skal ráðgeva kommununum, bæði hvør sær
·
og í KSFhøpi
Verður protokollførari hjá KSF og skal ansa
·
eftir, at samtyktirnar verða fylgdar
Skal samskifta við landsumsiting,
·
áhugabólkar og feløg innan og uttanlands
vegna limakommunurnar
ksF roknar við, at tú m.a.:
Hevur viðkomandi útbúgving frá hægri
·
lærustovni
Hevur umsitingarligar royndir
·
Hevur áhuga í kommunalum viðurskiftum
·
Hevur hugflog og evni at taka stig og seta
·
í verk
Dugir at at samskifta, bæði og skrift og talu
·
Er málsøkjandi og hevur hegni til at
·
samstarva við politisku skipanina
setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært
avtalu við grundarlagi í sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag.
Meiri at vita
Meiri fæst at vita um starvið við at venda
sær til formann felagsins, Heðin Mortensen,
tel. 302010, ella Jóan Petur Hentze, verandi
aðalskrivara, tel. 282480.
Umsókn
Umsókn skal saman við
upplýsingum um útbúgving
og royndir vera KSF í hendi í
seinasta lagi mánadagin
11. januar 2010 kl. 12.00.
Send umsóknina til:
kommunusamskipan Føroya, ksF
R.C. Effersøes gøta 30
FO 100 Tórshavn
Aðalskrivarin hjá kommunusamskipan Føroya, ksF, hevur tikið av øðrum
avbjóðingum, og tí søkja vit eftir nýggjum aðalskrivara til felagsskapin.