Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 240 - 15. desember 2009 Ein Gallup kanning fyri Dátueftirlitið avdúkar, at 65 prosent av teimum spurdu eru jalig fyri at eygleiða elektroniska samskiftið hjá sínum børnum undir 15 ár. – Børnini skulu kunnast áðrenn, heldur Dátueftirlitið SamSkifti Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tvey av trimum vilja eyg­ leiða elektroniska sam­skift­ ið hjá børnum sínum undir 15 ár, og meira enn helm­ ingurin heldur tað verða í lagi at vakmyndatól eru á barrum og dansistøðum. Dátueftirlitið avdúkaði í gjár úrslitið av eini kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri tey. Fimm spurningar vóru settir teimum 551 fólkunum eldri enn 15 ár, sum tóku lut í kanningini. Meðan nøkur av úrslit­ unum ikki koma óvart á tey flestu, er sum, ið vert er at nema við. Opin fyri eygleiðing So at siga alt ber til í tí elektroniska heiminum, og í dag ber eisini til at keypa skipanir, sum gera tað møguligt at eygleiða elektr­ oniska samskiftið hjá øðr­ um, eitt nú hvørjar heima­ síður fólk fara inn á og at lesa teldupostar hjá øðrum. Kanningin vísti, at føroy­ ingar eftir øllum at døma eru sera opnir fyri eygleið­ ing. Eitt nú svaraðu 65 pro­ sent, at tað er í lagi at for­ eldur eygleiða samskiftið, so sum teldupostar og kjatt, hjá børnum sínum undir 15 ár. Serliga vóru tað kvinnur­ nar, ið vóru opnar fyri hes­ um møguleikanum, 71 pro­ sent, meðan 60 prosent av monnunum vóru fyri. ­ Nú sigur kanningin einki um, hvussu tað verður eygleitt, um foreldur skulu sita undir hvørjum orði, tey siga á netinum ella hvussu. Men børn hava eisini rætt til privatlív. Í øllum førum er tað tó ein treyt, at børnini eru kunnað um tað, um tey verða eygleidd, sigur Ing­ unn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum. Arbeiðsgevarin hyggur eftir tær At føroyingar sum heild eru opnir fyri eygleiðing, kemur eisini til sjóndar í spurning­ inum, um tað er í lagi at arbeiðsgevari kannar hvørj­ ar heimasíður starvsfólk fara inn á. Hóast meirilutin er í móti, 63 prosent, eru heili 31 pro­ sent fyri, at arbeiðsgevari kannar eftir, hvørjar heima­ síður starvsfólk fara inn á. ­ Tað eru tó heilt strangar treytir fyri, nær ein arbeiðs­ gevari kann fara inn at kanna, hvørjar heimasíður starvsfólkið hevur verið inni á. Útgangspunktið er, at tað kann hann ikki. Tó kann hann tað, um hann hevur gjørt nakrar greiðar reglur fyri, nær tað er, tað skal vera sakligt, tað skal vera kunnað, starvsfólkið skal vita av tí, og man skal hava nakrar greiðar reglur fyri, hvussu man ger tað indgrebið. Og har mæla vit altíð til, at man hevur álitisfólk til staðar. Men útgangsstøðið er, at tað kann man ikki, men so skal handa reglan brúkast í undan­ taksføri, sigur Ingunn Eiriks­ dóttir. Tá spurningurin snýr seg um, hvørt tað er í lagi at arbeiðsgevari lesur teldu­ post hjá starvsfólki, eru før­ oyingar tó meira afturhald­ nir. Tá svaraðu bert 6 pro­ sent, at tað var í lagi, meðan 93 prosent svaraðu, at tað var ikki í lagi, meðan bert 1 prosent segði seg ikki vita. Frið á matstovum og eygleiðing á dansistøðum Av teimum 551 spurdu, vilja flest, 61 prosent, hava frið fyri vakmyndatólum, tá tey eru á eini matstovu, meðan heili 90 prosent taka undir við at vakmynda­ tól eru í handlum. Seinnu árini hevur Dátu­ ráðið havt ein restriktivan politikk fyri vakmyndatól­ um í dansistøðum, men í nýggju kanningini svaraði helmingurin av teimum spurdu, 54 prosent, at tey halda tað verða í lagi, at vakmyndatól eru inni á ein­ um diskoteki ella dansi­ staði. ­ Hetta er eitt tal, sum er rættiliga yvirraskandi, stað­ festir Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum. Serliga var tað áhugavert, at tað í høvuðsheitum eru tey ungu sjálvi, sum serliga vóru opin fyri hesum, og ikki foreldur og onnur, ið ein kanska kundi hugsað høvdu følt tað sum eina eyka trygd, um vakmyndatól vóru í dansistøðunum. Óvitandi um vakmyndatól Ein annar spurningur í kann­ ingini var, hvussu nógv vakmyndatól tey spurdu hildu verða í Føroyum. Har svaraðu 28 prosent, at tey hildu tað verða undir 200, og 33 prosent hildu tað liggja millum 201 og 500. ­ Men veruliga talið ligg­ ur umleið 800 fráboðaða vakmyndatól, og tað eru bert tey, sum vit hava skrá­ sett, og tað eru heilt sikkurt fleiri, tí hvørja ferð vit eru úti til eftirlit, koma vit fram á fleiri, sum eru ófráboðað, sigur Ingunn Eiriksdóttir. Bert 15 prosent svaraðu, at talið liggur millum 501 og 1000 vakmyndatól, og tað heldur stjórin á Dátu­ eftirlitinum er ein áminning um, at tú ongantíð kann kunna ov nógv um vak­ myndatól. Meiriluti fyri at eygleiða elektroniskt samskifti hjá børnum Verkfall í British Airways Flogternurnar í bretska flogfelagnum British Airways hava við stórum meiriluta samtykt at boða frá verkfalli í tólv dagar um jólini og nýggjárið fyri at leggja størri dent á síni sáttmálakrøv. Partarnir hava leingi samráðast um nýggjan sáttmála, sum sambært flogfelagnum skal bera í sær, at felagið skal hava færri flogternur, og at lønin hjá teimum skal standa í stað. Raksturin hjá British Airways hevur givið stórt hall tey bæði seinastu árini, og eygleiðarar í London siga, at hóttanin um verkfall um jólini og nýggjárið kemur felagnum stak illa við. »Kært barn har mange navne..« Seinastu vikurnar hevur Lounge’in á Hotel Hafnia verið stongd vegna um væling, men í síðstu varð latið uppaftur av nýggjum – og við nýggjum navni: Nýggja Apotekið. »Kært barn har mange navne«, sigur danska orðatakið, og millum manna hevur skeinkistaðið í niðastu hædd á Hotel Hafnia verið kallað »Einglabarrin«. Veruliga navnið hevur verið tað heldur tunga ”Hafnia Lounge”, sum nú hevur latið upp í nýggjum hami – og nýggjum navni. ­ Øll eru vælkomin at njóta okkara lekru, nútímans umstøður, og vit bjóða sjálvandi gestum okkara okkurt søtt og gott til góman, siga tey av Hotel Hafnia. 65 prosent halda tað verða í lagi, at eygleiða elektroniska samskiftinum hjá børnum undir 15 ár. 31 prosent halda eisini tað verða í lagi, at arbeiðsgevari eygleiðir hvørjar heimasíður starvsfólk fara inn á Tilvildarlig mynd