týsdagur 15. desember 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 240 - 15. desember 2009
Hóast tað ikki
er gott latín hjá
Fólkaflokkinum
at avtaka privatar
tryggingar og leggja
tær um skattin, hevur
flokkurin gjørt eitt
undantak, tá tað snýr
seg um heilsutrygd
HEILSUTRYGD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fólkaflokkurin er fyri tí
privata, men tá spurningurin
um heilsutrygd var fyri,
valdi flokkurin at taka undir
við uppskotinum, og hvussu
ber tað so til.
- Tað eru fleiri orsøkir til
tað, men tá tað verður sagt at
tað verður lagt oman á skatt-
in, so merkir hetta ikki, at vit
koma at hækka nakran skatt,
sigur Jákup Mikkelsen.
Tað er soleiðis, at í 2010
og 2011 fara øll at gjalda
tað sama í heilsutrygdar-
gjaldi, 245 krónur um mán-
aðan, og fyri summi er hetta
meiri enn í dag, fyri onnur
minni.
- Eftir 2012 verður tað so-
leiðis, at gjaldið fyri heilsu-
trygd verður ein partur av
almennu útreiðslunum, og
ætlanin hjá Fólkaflokkinum
er avgjørt ikki, at skatturin
skal hækkast fyri tann skuld,
sigur Jákup Mikkelsen.
Málið er beint í trivnaðar-
nevndina,
har
Jákup
Mikkelsen er formaður,
men fer hann at leggja dent
á at fáa nakrar broytingar
framdar i nevndini, áðrenn
málið
kemur
til
aðru
viðgerð?
- Uppskotið hevur verið á
veg í rættiliga langa tíð, og
hetta er eitt av teimum
uppskotunum,
ið
hevur
verið rættiliga væl gjøgnum
arbeitt, og tað er eingin ivi
um, at tað er ikki nógv, ið
skal nemast við, so eg
vænti, at málið fær eina
skjóta og góða viðgerð í
trivnaðarnevndini,
sigur
Jákup Mikkelsen.
Hann sigur, at aðalmálið
í uppskotinum er at javnseta
allar føroyingar viðvíkjandi
inngjaldinum og teimum
tænstum, sum verða veittar,
umframt at skipanin verður
munandi bíligari fyri per-
sónar undir 18 ár og fyri
pensjónistar.
- Tað, sum eg rokni við
hevur størstan áhuga millum
fólk er, at undir nýggju
skipanini koma pensjónistar
ongantíð at gjalda meiri enn
1195 krónur um árið, meðan
teir undir verandi skipan
kunnu rinda heilt upp til
2400 krónur um árið, sigur
Jákup Mikkelsen.
Fegin um uppskotið
Hetta sama er galdandi fyri
persónar undir 18 ár, meðan
fólk harímillum, tað vil siga
frá 18 árum upp til pensjóns-
aldur, í mesta lagi koma at
rinda 1600 krónur um árið.
- So hetta verður ein
skipan, sum ger tað, at tey,
ið hava størstan tørvin á
heilivági, ikki fara at gjalda
so nógv, sum tey gera í dag,
og tað er ein positiv vend,
sigur Jákup Mikkelsen.
Hann sigur, at tað er av
stórum týdningi, at keyp av
heilivági ikki gerst ein alt
ov stór byrða fyri tey, ið
hava brúk fyri nógvum
heilivági.
- Tey fólk, ið ikki hava
brúk fyri so nógvum heili-
vági, fara ikki at fáa nakað
ískoyti, men eru við at
fíggja
skipanina,
sigur
Jákup Mikkelsen.
Hann heldur talan er um
eitt ómetaliga gott uppskot
fyri fólk, sum hava brúk
fyri tí, sum enn er sjúkra-
kassin.
- Eg má siga, at eg sum
formaður í trivnaðarnevnd-
ini eri sera feginum um, at
málið er komið so langt, og
eg fari at takka Aksel
Johannesen,
landsstýris-
manni í heilsumálum, eins
og fyrrverandi heilsumála-
ráðharra, Hans Paula Strøm,
fyri eitt væl úr hondum
greitt arbeiði, sigur Jákup
Mikkelsen.
Men hann gloymir heldur
ikki tey fólk, sum trúliga hava
umsitið sjúkrakassarnar.
- Sjúkrakassarnir hava
havt eina fantastiska søgu
og hava havt ein sera stóran
týdning. Teir hava verið
umgyrdir av fólki, ið hava
víst eina sera stóra ábyrgd
og eg haldi, at tað arbeiði,
tey hava lagt eftir seg, hevði
verið gagnligt at sæð aftur í
almennu stovnunum gener-
elt, sigur Jákup Mikkelsen.
So tað er við eitt sindur
av sorgblídni, at hann sigur
farvæl við sjúkrakassarnar.
- Men tíðir broytast, og
nýggja skipanin fer uttan iva
at verða til gagns fyri brúk-
ararnar og eg vænti, at fólk
fara at fegnast um, at tey, ið
hava mest brúk fyri heilivági,
fara at gjalda út við helvtina
av tí, tey gjalda í dag, sigur
Jákup Mikkelsen.
Heilsutrygd
javnstillar
føroyingar
Tað eru fleiri orsøkir til, at Fólkaflokkurin tekur undir við heilsutrygd, sigur Jákup Mikkelsen
Føroya Náttúru
gripasavn, Havstovan
og Umhvørvisstovan
eru gingin saman
um felags heimasíðu
kallað ENVOFAR
TÍÐINDASKRIV
Føroyar liggja á syðra
markinum til europeiska
arktiska økið, og stórur
partur av bæði luft og
sjógvi, sum endar í Arktis,
ferðast fram við Føroyum.
Umhvørvisdátur frá før-
oyska økinum, bæði frá
landi og sjógvi, eru tí av
stórum áhuga bæði fyri
vísund og stovnar, sum tak-
ast við umhvørviskanningar
og umhvørviseftiransing.
Til at geva eina meiri
beinleiðis og brúkaravinar-
liga atgongd til umhvørvis-
dáturnar frá kanningum
innan hetta økið, hava hesir
tríggir føroysku stovnarnir
gjørt ENVOFAR. ENVO-
FAR er gjørd sum ein felags
heimasíða envofar.fo, har
hvør sum helst og nær sum
helst hevur atgongd til dáta,
sum brúkarin kann taka
niður.
Í fyrstu atløgu eru tað
dáta, sum eru framleidd til
altjóða kanningar framdar
av arbeiðsbólkum undir
Arktiska
Ráðnum
sum
AMAP og CAFF, sum eru
savnað og gjørd atkomilig á
ENVOFAR
-síðuni. Tó,
ENVOFAR er skipað sum
ein rammu-ætlan og kann
víðkast til at fevna um fleiri
stovnar og sløg av dáta, so
hvørt
sum
áhugi
og
møguleiki eru til tess.
Størsti denturin er lagdur
á at gera dáta atkomilig,
sum
flokkast
í
hesum
trimum bólkunum:
• Lívfrøðiligt margfeldni
• Mátingar í føroyskum
sjógvi
• Dálkandi evnir
Hesi dáta, sum luttakandi
stovnarnir hava fingið til
vega, og sum eru av al-
mennum umhvørvisáhuga,
eru savnaði í ENVOFAR og
eru nú tøk fyri einum og
hvørjum, sum er áhugaður.
Til tess at gera tilfarið so
atkomiligt sum møguligt
hjá føroyskum og útlend-
skum granskarum, er tað
mesta á enskum.
Innlendismálaráðið hevur
stuðlað tiltakinum.
Samstarva um umhvørvisdáta
Einki brennievni eftir
Eitt lítið flogfar av slagnum King Air, sum var á veg úr
Grønlandi til Íslands um vikuskiftið, noyddist at neyð-
lenda, tí brennievnið var farið at ganga undan. Flogfarið
var farið úr Kangerlussuaq við kós ímóti Íslandi, men
mótvindur upp í 35 metrar um sekundið gjørdi, at flogfarið
brúkti so nógv brennievni, at tað fór at ganga undan. So
lítið brennievni var eftir í tanganum, at flogfaroið kundi
ikki halda fram til Íslands ella venda aftur til Kangerlus-
suaq, og flogskiparin hevði tí ikki annað í at velja enn at
neyðlenda í Kulusuk. Tilbúgvingin har stóð til reiðar, men
flogfarið neyðlendi í øllum góðum, sigur KNR.
Livni skuldi takast
Ein bretskur dómstólur hevði givið boð um, at
fyrrverandi ísraelski uttanríkisráðharrin Tzipi Livni
skuldi handtakast í sambandi við krígsbrotsverk í
Gaza, tá hon eftir ætlanini skuldi koma til London
seinasta vikuskiftið. Men sambært blaðnum The
Guardian tók dómstólurin boðini aftur, tá tað frætti-
st, at Tzipi Livni hevði avlýst ferðina til Bretlands.
Mannarættindafelagsskapir og starvsfólk hjá ST
hava lagt Ísrael undir at hava framt krígsbrotsverk í
álopinum á Gaza fyrr í ár. Tzipi Livni er nú for-
maður í andstøðuflokkinum Kadima.