týsdagur 15. desember 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 240 - 15. desember 2009
Samgongan fer
ikki at fremja
stóru bygnaðarligu
sparingarnar, sum
ólavsøkuuppskotið
legði upp til. Í staðin
verður plenuklipparin
tikin í nýtslu, og
tvey prosent verða
skarvað av øllum
rakstrarútreiðslum
Fíggjarlóg
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Hósdagin
skal
fíggjar
nevndin handað tinginum
álit um fíggjarlógina fyri
2010, og langt um leingi
sær út til, at samgongan í
evsta tíma er vorðin meiri
ella minni samd um ein og
sama leist.
Tað hevur leingi verið
greitt, at nakrar av teimum
stóru bygnaðarbroytingun
um í tí sonevnda ólav
søkuuppskotinum,
sum
skuldi spara landskassanum
nógvar milliónir, ikki verða
settar í verk í komandi fíggj
arári. Og í staðin verður tann
gamla
“plenuklippara
metodan” tikin í nýtslu, sum
fer at skarva tvey prosent av
øllum
rakstrarútreiðslum
undantikið teir stovnar, sum
hava vaktarskipanir, og sum
sleppa við eini skerjing
niðanfyri eitt prosent. Dømi
um stovnar við vaktarskip
anum eru heimarøktin og
sjúkrahúsini.
Umframt hetta verða íløg
urnar skerdar við omanfyri
100 milliónum, og saman
lagda undirskotið sær út til
at blíva knappar 800 milli
ónir. Men enn kunnu hesi
tølini broytast, tí løgtingið
manglar
at
blástempla
roknistykkið, sum lands
stýrið saman við samgongu
limum í fíggjarnevndini
hava telvað seg fram til
seinastu dagarnar.
Reformarnir koma
Í Degi og Viku í gjárkvøldið
boðaði Magni Laksáfoss úr
Sambandinum frá, at hann
ikki longur er partur av
fíggjarlógararbeiðinum hjá
samgonguni. Orsøkin er, at
samgongan
ikki
fremur
neyðugu reformarnar, sum
ólavsøkupakkin legði upp
til, og at samgongan hevur
skert íløgurnar í virksem
isskapandi tiltøk. Størstu
reformarnir
í
ólavsøku
pakkanum
var
inntøku
trygdin hjá fiskimonnum,
sum
skuldi
flytast
av
fíggjarlógini og leggjast út
á
arbeiðsmarknaðin,
og
sum kundi spart lands
kassanum 42 milliónir kom
andi ár. Og pensjónsre
formurin, sum upprunaliga
skuldi spara landskassanum
25 milliónir, men sum
heldur ikki kom á mál.
Eyðgunn Samuelsen, næst
forkvinna í fíggjarnevndini
fyri Javnaðarflokkin, skilir
als ikki avgerðina hjá Magna
Laksáfoss.
Tað er rætt, at stóru
sparitiltøkini ikki koma á
mál áðrenn 1. januar. Men
tað týdningarmikla er, at
hesir reformar eru settir á
skinnaran og verða helst
settir í verk einaferð kom
andi ár, sigur Eyðgunn
Samuelsen.
Íløgurnar
Upprunaligi íløgukarmurin
í fíggjarlógaruppskotinum
hjá landsstýrinum var á 317
milliónum,
og
politiska
grundgevingin fyri einum
so stórum íløgukarmi var,
at landið er í kreppu og
hevur brúk fyri tiltøkum,
sum skapa arbeiði kring
landið. Nú hevur samgongan
skert
íløgukarmin
við
omanfyri hundrað millión
um, sum Magni Laksáfoss
eisini hevur funnist hvass
liga at. Men hesum tekur
Eyðgunn Samuelsen heldur
ikki undir við.
Ein stórur partur av
íløgunum eru ikki strikaður,
men bara fluttur yvir á rakst
urin, tí fíggjarlógarupp
skotið hjá landsstýrinum
hevði plaserað ymsu játtan
irnar í skeivum kategorium.
Í veruleikanum hava vit
bara skert íløgurnar við 50
milliónum, og tað hevði
verið ógvuliga ósannlíkt, at
allar hasar 317 milliónirnar
høvdu verið brúktar kortini,
sigur Eyðgunn Samuelsen
og sipar til, at íløgukarmurin
sjáldan hevur verið upp
brúktur seinastu árini.
Men
kann
Eyðgunn
Samuelsen ikki viðurkenna,
at samgongan ikki hevur
megnað at implementera
tær stóru bygnaðarligu spar
ingarnar í hesum umfarinum
og tí mátti tríva í plenu
klipparan fyri at halda halli
num so dánt niðanfyri
milliardina?
Jú jú, tað er rætt, at vit
ikki komu á mál politiskt í
hesi syftu. Men tað týdn
ingarmikla er, at samgongan
hevur tikið fatt í nakrar
stórar reformar, sum vit
kunnu arbeiða víðari við.
Eingir tunlar
til Kallsberg
Sambært Eyðgunn Samuel
sen eru tunlarnir norður um
Fjall ikki partur av teirri
ætlan, sum samgongan nú
er samd um. Anfinn Kalls
berg var fáorðaður fyrra
partin og endurtók bara, at
hann fór at gera sítt til, at
peningur verður játtaður til
tunlarnar norður um Fjall.
Nei nei, ongir pengar
verða brúktir til tunlar í
hesum umfarinum, sigur
Eyðgunn Samuelsen.
Obama trýstir bankarnar
Í USA vil Barack Obama, forseti, hava teir stóru bank
arnar til at taka stig, sum kunnu seta ferð á amerikanska
búskapin. Forsetin heldur, at tað eiga bankarnir at gera
sum samsýning, fyri at fíggjarheimurin fer hjálp frá
skattaborgarunum. Aftan á ein fund við bankaumboð í
gjár segði Obama, at nakrir bankar hava tikið ávís stig
tann rætta vegin, men at tað munar alt ov lítið. Forsetin
segði, at teir amerikonsku bankarnir fingu eyka hjálp frá
landsins skattaborgarum, og at tað er skylda hjá bankun
um at geva skattaborgarunum betri lánsmøguleikar og
aðrar sømdir afturfyri.
Steingja sjónvarpsstøð
Kinesisku myndugleikarnir hava stongt sjónvarpsstøðina
SunTV í Hong Kong, sum hevur verið sera væl umtókt
ímillum fólk í Hong Kong og ímllum fólk nógvastaðni í
landssynningspartinum av Asia. Leiðslan á støðini sigur
seg ikki hava fingið nakra frágreiðing um avgerðina hjá
myndugleikunum, men viðmerkjarar halda, at sendingar
við politiskum gestum í sjónvarpsstovuni og sendingar
um ymisk politisk viðurskifti hava fingið myndugleikar
nar at steðga støðini. Fleiri av sendingunum hava viðgjørt
kinesiskan politikk, og tað hevur ikki hóvað leiðarunum í
Beijing, skrivar AP.
Frá ólavsøkupakka
til plenuklippara
Á ólavsøku boðaði samgongan
frá stórum bygnaðarligum
sparingum. Men samgongan kom
ikki á mál, og nú er líkt til, at tann
gamli plenuklipparin verður tikin
fram og tvey prosent skarvað av
øllum rakstrarútreiðslum
Mynd: Jens Kristian Vang