Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 240 - 15. desember 2009 Kalt í Kanada Veturin er av álvara farin at gera um seg í Kanada. Sjónvarpið ABC visti í gjárkvøldið at siga, at tað er óvanliga kalt nógvastaðni, og at í landspartinum Ontaroi er kuldin komin heilt niður um 50 stig. Í umráðnum norðan fyri býin Toronto er so nógvur kavi komin niður, at umleið 100.000 fólk hava mist alt samband við umheimin. Tað hevur fingið løgregluna til at mæla fólki frá at fara til økið. Sambært kanadisku veðurstovuni er kavaveðrið tað ringasta í Ontario nakrantíð. Bankabjarging í lagi ES-nevndin hevur góðkent, at bretska stjórnin kann lata Royal Bank of Scotland ein bjargingarpakka við 100 milliardum pundum ella 826 milliardum krónum. Pakkin er tann størsti, sum nakrantíð er latin einari fyritøku í ES. Ein talsmaður fyri ES-nevndina segði í gjár, at nevndin hevur góðkent pakkan, tí at Royal Bank of Scotland er í ferð við munandi broytingar, sum fara at venda gongdini tann rætta vegin. Royal Bank of Scotland hevði 28 milliardir pund ella 231 milliardir krónur í halli í fjør, og so stórt hall hevur eingin banki í Bretlandi havt fyrr eitt einstakt ár. Framvegis er tað tosk­ ur, sum telir størstu einstøku nøgdirnar á Fiskamarknaði Føroya, og í so máta var sølan í gjár einki undantak. Toskur er nú rættiliga komin við aftur í veiðina hjá húkaflotanum Fiskasøla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár tilsamans 247,3 tons av fiski á uppboðssølu fyri stívliga 3,3 miljónir krón ur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 13,39 krónur fyri kilo. Størstu nøgdirnar vóru av toski 3 og toski 4, ávikavist 60 og góð 64 tons. Miðalprísurin fyri størru toskastøddina var 14,69 krón ur fyri kilo, meðan toskur 4 fór fyri miðalprísin 9,37. Sløk 9 tons vóru av toski 2, sum fór fyri miðalprísin 23,37, og góð 3 tons vóru av toski 2, sum fekk miðal- prísin 26,37. Umleið 45 tons tilsamans vóru av hýsu, og besta miðal prísin fekk hin størsta hýsan, 12,28 krónur fyri kilo. Nógv tær størstu nøgdir- nar av hýsu á marknaðinum í gjár vóru hýsa 2, sum fekk miðalprísin 10,35. Her var talan um stívliga 32,6 tons. Eini 5,5 tons vóru av svart kalva, sum fekk miðal- prísin 25,46. Av øðrum nevniverdum nøgdum á fiskamarknað in- um í gjár var havtaska, sum enn einaferð táttaði í 40 krónur fyri kilo. Nakað var av longu og brosmu. Besti miðalprísur fyri longu var slakar 10 krón ur fyri kilo, meðan besti brosmuprísurin var 5,30. Nøkur fá hundrað pund vóru av kalva, og her var besti prísurin 51 krónur fyr kilo. Seldi fyri góðar 3,3 miljónir Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár tilsamans 247,3 tons fyri stívliga 3,3 miljónir krónur Mynd: Vilmund Jacobsen Dánjal Vang, sum er býráðslimur og varaborgarstjóri í Fuglafjarðar komm unu, heldur orkuverkætlanina á Kambsdali vera sera áhugaverda Orkudepil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á eykaaðalfundi hjá SEV fyri ein tíð síðan greiddi Dánjal Vang, býráðslimur og SEV-umboðsmaður úr Fuglafirði frá orkudeplinum á Kambsdali. Hann segði, at tvær vind- myllur skulu setast upp í sambandi við depilin. Hesar skulu framleiða streym um - vegis elektrolýsu og so - nevndar brennikyknir. – Nýggjasta tøknin við elektrolysara, spaltar vatn til brint og oxygen. Frá vindi til brint fáa vit 85% í úrtøku, segði hann. Dánjal Vang legði aftrat, at frá brinti umvegis brenni- kyknir til el, er úrtøkan 75%. Hetta merkir, segði SEV- umboðsmaðurin, at vit soleiðis fáa gjørt óstøðuna vindorku til støðuga orku, ið kann latast beinleiðis út á netið. Hann vísir á, at 300 fer- metra stórir sólfangarar eru settir upp, og hesir skulu hita skúlarnar á Kambsdali upp. – Herfyri helt Orkudepilin eitt tveir dagar langt seminar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fólk úr 12 londum vóru við, og eisini vóru umboð fyri Risø, Dan- marks Tekniske Universitet, Dansk Teknologisk Institut, universitetini í Ålboreg umframt umboð úr Ulster og Finland. Á nevnda eykaaðalfundi hjá SEV endaði Dánjal Vang við at bjóða øllum á Kambsdal at síggja verk- ætlanina og at fáa eina nærri frágreiðing um Orku- depilin. Orkuverkætlan Dánjal Vang sigur, at Før- oyar í altjóða høpi verða mettar sum smásamfelag, og tí hevur Bass í Danmark stóran áhuga fyri Føroyum, sí www.bass.dk. – Bass hevur soleiðis bjóðað Orkudeplinum á Kambsdali at verða við sum partnara í orkuverkætlan, sum skal menna Føroyar inn an hesa tøkni, sigur bý ráðslimurin og vara borg- arstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dánjal Vang. Áhugaverdur Orkudepil á Kambsdali