týsdagur 15. desember 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 15. desember 2009
15
»Back too the future« -
»Aftureftir til framtíðina«
er kós Fólkafloksins. Aftur
til ognar- og arbeiðsviður-
skiftini í teimum góðu
gomlu døgunum, tá rættir
fólkafloksmenn áttu alt, ið
vert var at eiga: Jørðina,
atgongdina til sjógvin,
arbeiðsmegina og háls- og
hondsrætt yvir øllum liv-
andi. Fuglin kundi fólkið
ikki taka, tí bjørgini áttu
fólkafloksmenninir, kasta
nót kundu teir ikki, tí
strondina áttu teir somu, út
at rógva sluppu teir ikki, tí
prestar og fólkafloksmenn-
inir áttu bátarnar, og hús-
kallarnir høvdu skyldu til
at manna nevndu bátar. Við
ongari jørð kundu húskall-
arnir ongan seyð hava, og
uttan føði kundu tey
ognarleysu ikki giftast og/
ella fáa børn. Bert yvirliva
sum húskallar í tænastu hjá
harrafólkunum. Henda
tíðin er hevjað til skíggja
av tí illa gitna stavnamanni-
num í Dagblaðnum, sum
ein og hvør kann vissa seg
um við at lesa gomul
Dagbløð á Landsbókasavn-
inum. Men hevði tað bara
verið tað. Teir hava ongan-
tíð gingið inn fyri demokra-
tii í Føroyum. Teir hava
hildið og halda seg til eina
klanskipan, har politisk,
religiøs og familjumessig
sambond telja fram um
sakligar kvalifikatiónir
bæði í almennum privatum
høpi. Í privatum høpi
kunnu vit einki broyta
(men leggja oss tað betri í
minni) men í almennum
høpi eigur broyting gjøgn-
um alment innlit at verða
framd, so at klansetanir og
tillutingar verða steðgaðar,
og soleiðis at øll fáa somu
møguleikar. Fólkafloksins
skattaskipan eigur eisiniat
fáa eitt skot fyri bógvin.
Hvat líkist tað, at nøkur -
við høgum inntøkum -
sleppa undan at gjalda
skatt, onnur sleppa sjálv at
avgera, hvussu nógv tey
skulu gjalda, meðan tey
síðstu gjalda fullan skatt av
fullari inntøku. Og fyri at
tað ikki skal vera lygn, so
krevja og fáa tey, ið sleppa
undan skatti - av annars
sera høgum inntøkum -
mest úr landskassanum,
meðan tey, ið gjalda mest -
av lágum almennum lønum
- fáa minst úr sama kassa.
Og hetta hevur verið kent í
mong ár. Tí tá stuðul til
lesandi av fyrstan tíð var
útgoldin sást beinanvegin,
at børnini hjá teimum
vælhavandi privatu stóðu í
fremstu røð og fingu
størstu upphæddir, tí for
eldrini bert guldu hunda-
skatt. Tá ónøgdin gjørdust
nóg stór, og órætturin varð
eyðsýndur, fingu fólka-
floksmenn forðað fyri eini
loysn, har breiðastu herðar
skuldu bera tyngstu byrðar,
og fingu lirkað uppskot
um, at øll skuldu fáa tað
sama. Tað sær gott út, men
verunleikin er tann, at
skulu øll fáa líka, so merk-
ir tað, at øll skulu fáa
ólíka, tí tey eru ólíka:
Tann, ið nýtist mest eigur
at fáa mest, meðan honum,
ið nýtist minst eigur at fáa
minst. Men ein fyritreyt
fyri, at rætt verður stuðlað,
hevur verið og er, at TAKS
hevur eitt effektivt eftirlit,
men eitt tílíkt hevur Fólka-
flokkurin altíð forað fyri.
Og tí er skilið, sum tað er.
Og nú ætla teir at lata
fólkafloksmonnum lands-
jørðina og alt tað, ið svim-
ur í havinum. Eydnast tað
teimum, so hava teir megn-
að at skrúa tíðina aftur við
umleið 200 árum, og vit
gerast aftur húskallar í
fólkafloksparadísinum bert
á einum hægri fíggjarligum
støði. Annars síggja teir
helst bíligar útlendskar
húskallar í vinnuni, meðan
tey við innføðingarrættin-
um antin mugu niður í løn
ella flyta av landinum.
Nógvir fólkafloksmenn
hava longu sum er mánað-
arlønir, sum svara til ársløn-
ir hjá øðrum. Og teirra
vinningsbýti eru á sviml-
andi og óskiljandi støði.
Fólksins ognir eru stoln-
ar og verða veðsettar fyri
milliónaupphæddir. Hvat
mundu fólkafloksmenninir
sagt, um onkur av okkum
veðsetti hús teirra fyri
milliónaupphæddir. Strá-
menn hava eisini gjørt
entré í fiskivinnuni og
spæla matador við okkara
ognum, og tað sigst, at ein
klaksvíkingur eigur trý
fiskiloyviloyvi, men onki
skip. Er tað so, so eru vit
langt úti á eggini. Men
okkum nýtist ikki at lata
fólkafloksfólk koyra okk-
um útav, eins og í gomlum
døgum. Væl vita vit, at tað
eru kriminellar gerðir, ið
framdar verða BÆÐI SO
OG SO, og tí er einasta
gongda leiðin at seta teim-
um stólum fyri durum - jú
fyrr - jú betur, tí minni
verður skaðin, sum longu
er stórur nokk Men ein
avgerandi fyritreyt er, at
allar hinir flokkarnir á tingi
útskriva val at seta Hin
føroyska Fólkaflokkin, og
øll tey, ið fremja fólkafloks-
gerðir, uttan fyri alla polit-
iska ávirkan komandi 10
árini, meðan teir stovnseta:
• eitt grundleggjandi demo-
krati (einki klanvirksemi)
rættvís ognarviðurskifti í
vinnuni (fólksins ognir)
• rættvís skattaviðurskifti við
effektivum eftirliti
• javnrættindi
• arbeiði til allar hendur
• eitt gott samfelag fyri øll
• eitt gott, rættvíst og sjálv-
berandi demokratiskt Føroyar
Fólkaflokkurin og teirra
viðspælarar kunnu so brúka
tíðina upp á at loysa tey
fólkapolitisketisku málini
um at fáa sær ein lítlan -
(prosentir og sløg) og/ella
fáa sær eitt lítið: frá hvørju-
m? við ella uttan hít? aftan-
ella frammanífrá? Soleiðis
kunnu teir fáa tíð til at loysa
hesar til allar tíðir grund-
leggjandi spurningar. Teir
kunnu kanska taka støði í
Nóa og døtrunum ella
Dávid og Batseba, har er
nokk at taka av. Skaðin
gerst harvið minimalur fyri
okkum, ið elska landið og
ynskja at liva her sum javn-
settir føroyingar í Føroyum.
Annars verður ynskt
øllum lesarunum eini góð
og hugnalig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Gevið fólkaflokkinum fingurin og fótin
Dagfinnur
Danbjørg
Aftur í ár fer fíggjarlógin
og øll politiska dags
skráin at gerast eitt
tilvildarligt úrslit av skift
andi valdsdystum innan
vert samgonguflokkar
nar. Men tað finst bert
ein leið at fáa skil á bú
skapin og at skapa einar
mennandi og sjálvbjargn
ar: Langtíðarmál og álit,
ið verða sett og hildin
Vit venja okkum alt ov lætt
við tað. Politisku málini
fyri framtíðina drukna í
valdsdystum og teirri so-
nevndu “telvingini”. Nú
skákar ein her í samgong-
uni. Tá leypir annar um
borg. Onkur rókur ella
bispur leypir sjálvir av
borðinum. Og soleiðis fer
øll dagsskráin, politiska
orkan og fjølmiðlaviðgerð-
in. Hvør roynir í sínum
lagi at flyta ein leik í dag,
sum fær áhugan at venda
sín veg, inntil næsti leikur
er fluttur.
Og tað einasta, ið mill-
um manna verjir hesa
gongd, er grundgevingin
um, at tað finst onki
alternativ(!). Men sjálvandi
finnast alternativ. Eitthvørt
alternativ er í veruleikan-
um frægari enn vantandi
stjórningin í løtuni. Tí hon
máar alt sjálvsálit burtur
og skapar djúpa líkasælu
kring seg. Øll mál og
trupulleikar, ið stinga seg
upp, verða vend til misálit
á okkum sjálv sum fólk,
heldur enn til loysnir, ið
hava eitt mál og mið. Og
tað kostar okkum í veru-
leikanum nógv meira enn
vantandi fíggjarstýringin.
Vit skulu megna tað
Okkum tørvar eina stjórn
og eina politiska leiðslu,
sum bindur seg til at seta
greið langtíðarmál og at
halda seg til grundleggjandi
prinsipp og hugsjónir í
sínum arbeiði. Okkum
tørvar eina stjórn, ið sigur:
Vit fara sum samfelag og
fólk at megna at vinna á
trupulleikunum, og tað
gerst ikki við at reka “frá
hondini í munnin-politikk”.
Vit hava lært av søguni
og seinastu árunum – og
altjóða fíggjarkreppan
hevur prógvað tað um allan
heim – at bráðvøkstur og
bráðstøðgur skapar onga
javnvág og langtíðarmenn-
ing. Men bert sosialan
ójavna og tilvild. Vit kunnu
ikki dúva uppá virðir og
tilfeingi, ið ikki kunnu
endurnýggjast, og sum ikki
hava veruligt skapandi
virksemi aftanfyri seg. Har
vit bert kappast um at fáa
fatur á blokki, lánum ella
peningi, ið so flytast
ímillum geirar, fyritøkur
og fólk. Okkara avbjóðing
at venda hallinum í lands-
búskapinum, er júst sama
avbjóðing sum at gera
okkum leys av blokkstuðli
og at umsita okkara nátt-
úru- og menniskjaliga
tilfeingi. Og við eini lang-
tíðarætlan skulu vit sjálv-
sagt skapa álit á, at vit
megna tað.
Úr tilvildartelving til
langtíðarmál
Okkara boð um eitt greitt
alternativ kann í fyrsta
umfari setast upp í hesi
langtíðarmál og lyfti um,
hvussu vit vilja arbeiða.
Víðsjón okkara er: Einar
frælsar, grønar, javnar og
skapandi Føroyar.
Føroyar skulu gerast ein
grønur miðdepil í Norður-
atlantshavi, sum megnar at
umsita tað ovurstóra nátt-
úrutilfeingið, ið vit eiga,
burðardygt - og megnar at
gagnnýta og leggja um til
varðandi orkukeldur
Ein fiskivinnureformur
verður framdur við uppskot-
inum hjá Tjóðveldi um til-
feingisbúð sum grundarlagi.
Ikki varðandi inntøkur
og eingangsinntøkur skulu
í Búskapargrunn, har av-
kastið verður nýtt til
framtíðaríløgur.
Vinnupolitikkurin skal
skapa javnar kappingar-
treytir millum nýggjar og
verandi vinnur og eggja til
íverksetan.
Altjóða universitet, gran-
sking, útbúgving og mentan
eru fremsta íløguøkið kom-
andi 10-15 árini. Annað er
okkara altjóða infrakervi út
í heim við flogvølli, tele- og
orkusamskifti, heilsusam-
starvi við okkara granna-
lond, handilsavtalum og
altjóða samstarvi á øllum
týðandi økjum.
Føroyingar samtykkja
egna grundlóg og taka á
fólkaatkvøðu avgerð um at
skipa seg sum sjálvstøðugt
land – og hetta er fortreytin
fyri at fremja settu málini.
Annars kunnu vit sita og
togast í 20-30 ár afturat, har
vit hvørki eru fuglur ella
fiskur í heiminum og skeld-
ast um, hvør skal fíggja
okkara lív og vælferð.
Ongin fíggjarlóg verður
samtykt uttan at hon hevur
eina greiða langtíðarætlan
fyri raksturin av hvørjum
málsøki sær – t.e. at hvørt
játtanarøki skal minka ella
vaksa so og so nógv næstu
10 árini.
Rættartrygd og rættindini
hjá sosialt og fíggjarliga
veikastu samfelagsbólkun-
um eru fremsta ýtið í at
endurskoða almennu sosial-
og heilsuskipanirnar.
Ongin størri íløga verður
samtykt uttan so, at hon er
partur av langtíðarætlan, ið
røkkur minst 10 og helst
15 ár fram.
Ongi mál verða skrumbl-
að ígjøgnum samgongur og
ting. Øll mál skulu hava
veruliga fólkaræðisliga
viðgerð og øll saklig atlit
lýsast.
Einar frælsar, grønar, javnar og skapandi Føroyar
Høgni HoyDal
Fyrst ein rættleiðing til tíðindini á
døgurða 9. desember
Lurtarin kundi fáa ta fatan av tíðind-
unum, at onki spurdist burtur úr fundun-
um við Javnaðarflokkin, Sambandið og
Fólkaflokkin, tann 8. des.
Hetta er als ikki rætt. Vit fóru suður á
fund við einum greiðum boðskapi.
Nevnuliga, at leirvíkingar skulu ikki
vera verri stillaðir við kommunalum
tænastum orsaka einum nýggjum
landsvegi, enn teir eru í dag. Tvs. at tað
sum skattagjaldarin í Leirvík hevur
rindað fyri, og verður burtur um fyri-
liggjandi ætlan, uttan tillagingar, verður
gjøgnumførd, skal endurskapast.
Annar boðskapurin var, at tað er bert
løgtingið, ið kann loysa trupulleikan við
vegaføringini í Leirvík.
Støðan í dag
Samtykta lógin um vegaføring í Leirvík
kann ikki gjøgnumførast. Orsøkin er
tann, at í lógini er eitt hægstamark fyri
kostnaðinum av vegaføringini, nevnu-
liga 40 mió. kr.
Sum tað sær út í løtuni, so fær man í tí
stóra heila bert ein veg. Tvs. at 40 mió.
kr. røkka ikki til tey uml. 50 parkerings-
plássini, kommunan missir. Penganir
røkka ikki til at gera nýggjar atkomur til
tey sethús, ið missa sína atkomu, og fleiri
onnur viðurskiftir. Men til seinast, og ikki
minst, so missa leirvíkingar bátahylin, og
fáa ongan nýggja aftur.
Tit lesa rætt. Bátahylurin verður
lagdur undir nýggja vegin, og tað eru
ikki pengar til at gera ein nýggja
afturfyri.
Føroya Løgting og Føroya fólk mugu
skilja, at vit sum kommuna ikki kunna
góðtaka, at okkara borgara mugu rinda
tvær fer fyri tænastur, tí ein landsvegur
tekur verandi.
Vegaførin í Leirvík
Borgarstjóri
jóHan
CHristiansen
viðmerkingar