týsdagur 15. desember 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 240 - 15. desember 2009
Nú fíggjarmálaráðharrin,
Jóannes Eidesgaard, hevur
fingið ta genialu idé at
skatta inngjøld heldur enn
útgjøld av pensiónsupp
sparingum, eru nógvir
ósvarðaðir spurningar.Veit
væl, at Jóannes fer at siga,
at málið bert er í stoypi
skeiðini enn.
So vítt eg havi frætt var
hetta eitt uppskot, sum
stjórnin í Íslandi hevði í
umbúna at seta í verk har,
men sum man síðani er
gingin frá aftur. Helst tí, at
tað ikki er nøkur góð loysn.
Ein stórur spurningur,
sum enn ikki hevur verið
frammi alment, er útgjaldið.
Hvussu ætlar man, at tað
verður útgoldið?
Sum er verða penións
gjøld skattað sum vanlig a
inntøka. Kundi hugsað
mær at vitað, hvussu verð
ur við tí partinum. Gamaní
hevur landið rætt til skattin
av pensiónsgjøldunum,
men einasta trygd, vit
vanligu lønmóttakarar hava
fyri ikki at rinda dupultan
skatt er, at inngjøldini
verða skattað við útgjald.
So eitt hjartasuff afturat.
Skilji á lagnum, at henda
pensiónsætlan ikki er gald
andi fyri okkara háttvirdu
politikarar. Og eg, sum
trúði, at vit øll vóru eins
fyri lógini.
Men hettar er dupultmor
alurin, tá ið hann er bestur;
vit lóggeva bara fyri at
Palliba og Marsanna skulu
gjalda gildið, meðan vit
politikkarar ganga fríir.
Sera smart, men ótrúliga
smagleyst.
Ein politikari skal einans
hava sitið tvær setur á
tingi, so fær hann fulla pen
sión, uttan at hava goldið
eitt fimm oyra sjálvur,
meðan Palliba skal arbeiða
útivið 40 ár fyri at uppnáða
fult gjald, afturat hesum
skal hann gjalda pensión
ina hjá politikarunum. So
her er munur á monnum:
Var tað onkur, sum segði,
at stattarstíðið var av :)
Ótrúligt, at eingin politik
ari enn hevur sett spurnar
tekin við óskilið, men tað
vísir bert hugburðin sum
tykist at verða, at sektin á
hvat annar fær, eg skal
nøra mær. Síggi annars í
Sosialinum fyri 10. des
ember, á blaðsíðu 12, at
Bjørt Samuelsen mælir til
at gera upp við ótrúligan
dupultmoral. Eg kann bert
taka fult undir við henni í
hesum, men Bjørt, dupult
moralur er ikki bert í sam
bandi við ølbryggjan, men
sanniliga eisini í so nógv
um øðrum í samfelagnum,
sum polittikkarar ganga á
odda fyri, so gott í teg, fær
tú bara í gongd við upp
ruddingina, ongantíð
ovskjótt.
E/S Um onkur politikari
følir seg stoyttan av hesum,
var tað eisini meiningin.
Annnars ynski eg øllum
eini gleðilig jól, og eitt
vælsigna nýggjár.
Skatting av pensiónsinngjøldum
formaður í Havnar
Handverkarafelag
Eli Brimsvík
Tað er órímiligt av lands
stýrismanninum í fíggjar
málum at draga Magn og
prísir á olju upp í ideolog
iska stríðið við bankar
nar. Serliga tá fakta er, at
húsarhald í Føroyum
gjalda minni fyri oljuna
enn donsk húsarhald –
eisini tá skattir og av
gjøld á olju eru tikin frá
Oljan til húsarhald í Føroy
um er bíligari enn í Dan
mark. Eisini tá skattir og
avgjøld eru tikin frá. Hetta
vænti eg, at fíggjarmála
ráðharrin ella ráðgevarar
hansara vita, og tí burdi
hann ikki drigið oljuna inn
í stríðið við bankarnar.
Gassolja í Føroyum er
bíligari enn í Danmark
Á røðarapallinum í Løg
tinginum dró landsstýris
maðurin oljuprísir og prís
áseting av olju upp í eitt
orðaskifti um bankalán og
rentur. Eg skal ikki fara inn
á bankalán. Tey eru ikki
mítt øki. Hinvegin vil eg
loyva mær at gera nakrar
fáar viðmerkingar til olju
prísin.
Tað er eitt faktum, at
oljan til húsarhald, gass
oljan, er bíligari í Føroyum
enn t.d. í Danmark og
Noreg. Eisini tá skattir og
avgjøld eru drigin frá. Tá
fíggjarmálaráðharrin á
tingsins røðarapalli eftir
lýsti at fáa eins bílig real
kreditt lán í Føroyum sum í
Danmark, er tað eitt mál,
sum einki hevur við olju
prísir at gera. Tí gassoljan
til føroyska húsarhaldið er
eitt dømi upp á vøru, sum
ikki einans er eins bílig og
í Danmark, hon liggur
undir danskar prísir.
Gassoljan er okkara mest
týðandi oljuvøra, og hon er
ein týdningarmikil út
reiðsla fyri føroyska húsar
haldið. Júst tí er tað ser
stakliga jaligt fyri føroysku
húsarhaldini og Føroyar
sum heild, at gassoljan
verður seld fyri ein sámi
ligan prís. Vónandi kunnu
fíggjarmálaráðharrin og eg
semjast um, at ein prísur,
sum liggur undir tí danska
prísinum, eisini tá skattur
og avgjøld eru drigin frá,
er ok.
Um somu tíð sum Jóannes
Eidesgaard viðgjørdi rentur
og oljuna, var stórur munur
á gassoljuprísunum í Føroy
um og Danmark.
Hendan dagin var gass
oljan 2,64 kr. bíligari við
øllum avgjøldum, og 57
oyru bíligari uttan av
gjøld! Bíligari í Føroyum,
skilst!
Framvegis er munurin á
leið tann sami.
Kennir tú nakra aðra
vøru, sum er bíligari at
keypa í Føroyum enn í
Danmark, tá skattir og
avgjøld eru tikin frá? Tað
skuldi líka verið kranavatn.
Samfelagstýdningurin av
góða prísinum á gassolju
er stórur. Eini vanlig sethús
brúka 3.0003.500 litrar av
gassolju um árið. Og vit
hava umleið 17.000 sethús
í Føroyum, harav væl stør
sti parturin hava gassolju
sum hitakeldu. So tað krev
ur ikki tað stóra at rokna
seg fram til, at góðu prísir
nir á gassolju eru nógvar,
nógvar milliónir verdar
fyri føroyska húsarhaldið!
Kappingarráðið kannar
oljuprísirnar
Í løtuni er Kappingarráðið
– eftir politiskum ynski – í
gongd við eina kanning av
oljuprísum. Tað er gott, og
vit síggja fram til úrslitið
av kanningini. Vit vita, at
niðurstøðan hjá Kappingar
ráðnum er grundað á fakta
og skjalprógvaði tøl, og
ikki mytur.
Vit á Magn vænta ikki,
at Jóannes Eidesgaard, ella
nakar annar, skal rósa
okkum fyri okkara prísir á
gassolju til føroyska húsar
haldið. Men eg vóni, at ein
so týðandi almennur
autoritetur sum fíggjar
málaráðharrin framyvir
ikki blandar rentur og
oljuprísir saman og koyrir
alt í ein pott. Tað er eitt
sindur órímiligt.
Tí vit á Magn megna at
selja okkara høvuðsvøru
bíligari enn í Danmark,
eisini tá skattir og avgjøld
eru tikin frá.
Um fíggjarmálaráðharr
in, ella onnur áhugaði,
hava hug at fáa skjalprógv
fyri tí eg føri fram, vinar
liga seti tykkum í samband
við meg á 237410 ella
hendrik@magn.fo
Halt oljuna uttan fyri stríðið við bankarnar
stjóri á Magn
HEndrik
EgHolm
Onkuntíð tykjast umstøð
urnar í tónleikaheiminum
at hanga saman á ein
hátt, at tú undrast yvir
streymin í hesum ráki.
Monika er ættað úr
Schweiz og býr í Leirvík.
Fredric Balazs er ættaður
úr Ungarn (Budapest)
føddur 1919 og býr í
Amerika
Fredric Balazs
Fredric Balazs gjørdist
konsertviolinistur og kon
sertmeistari í symfoni
orkestrinum í Budapest
bert 17 ára gamal. (f. 1919
) Hann kendi fløvan av
hondum Bruno Walters,
Toscaninis, Ormandys og
Furtwänglers. Hesir orkest
urleiðarar góvu honum
íblástur ein førning bæði
í ljóði og fimi til hansara
skapandi gongd í tónlistini.
Balazs gjørdist ikki bert
góður tónlistamaður, men
bleiv eisini ein góður
komponistur.
Hann fór til Amerika og
var við í Seinna heimsbar
daga. Hetta var í 1941
aftan á álopið á Pearl
Harbor. Tá ið hann kom
heimaftur eftir bardagan,
fekk hann heiðurin at
verða fastur limur í ameri
kanska felagsskapinum
fyri tónaskøld. Hetta var
sum tøkk fyri luttøkuna í
krígnum.
23 ára gamal varð hans
ara Divertimento spæld í
California, har altjóða
felagsskapurin fyri nútíðar
tónleiki var savnaður.
Tónsetingar hansara vórðu
t. d. samanbornar við
Bartok og Shostakovich,
og høvdu gott orð á sær.
Um tónleik hansara kann í
stuttum verða sagt, at hann
er syrgiligur, lyriskur,
romantiskur og stórbarur í
sínum skapi. Vit kunnu
eisini nevna, at hansara
strúkikvartett hevur fingið
fleiri heiðursmerki og er
samanborin við frægu
kvartettina hjá Shosta
kovich. Hetta vóru nøkur
orð um Fredric Balazs.
Fredric Balazs og
Monika Stauss Joensen
Balazs fær ofta áheitanir
um at skriva tónleik til
ymisk ljóðføri og skrivaði
Monika bræv til hansara
um at fáa tónleik frá hon
um fyri klaver og violin til
Summartónarnar 1998.
Hann gav Stamen og
Moniku eina sonatu fyri
klaver og violin. Tá ið
hann hoyrdi, at tey fóru at
spæla hana, avgjørdi hann
at koma at vitja. Balazs
kom líka úr USA til Før
oyar at lurta eftir sonatuni,
og gjørdu tey av at spæla
dupultkonsertina av Bach,
har Monika og Balazs
spældu violin og Stamen
klaver. Ja, pappírið er tolið,
og var tað við darrandi
penni, at Monika skrivaði
til hendan mæta tónlista
mann. Tá ið Balazs kemur
heimaftur, skrivar hann
eina partitu(suitu) fyri
soloviolin í 4 pørtum,
ognar Moniku hetta verk
og varð hetta tónleika
stykki frumframført á
einum altjóða Bachfagnaði
í Scaffhausen í Schweiz.
Hetta gjørdi hann, sum
eina tøkk til Moniku fyri
blíðskapin, meðan hann
vitjaði í Leirvík.
2001 fór Monika og
Helena Ringenberg til
Amerika. Tað var sjálvur
Balazs, sum bjóðaði teim
um at koma yvir til Sn Luis
Obispo, sum liggur millum
Los Angeles og Francisco.
Monika Spældi violin, og
Helena spældi cembalo.
2005 fara Ólavur Jacob
sen og Monika aftur til
Amerika. Òlavur spælir
gittar og Monika violin. Her
spæla tey aftur eitt stykki av
Balazs, og Monika spælir 2
partar av Solosuituni í Sn
Luis Obispo.
Monika og Elzbieta
Wiedner –Zajac
Hesin poetiski streymurin
førir Moniku í samband
við eitt tónaskald, sum
eitur Elzbieta Wiedner –
Zajac, polskt tónaskald og
úrmælingur á klaverinum.
Jóhannes Andreasen hevði
Elzbietu sum lærara,
meðan hann las í Wien. Í
febr. Í 2007 kom Elzbieta
til Føroya á konsertferð.
Tað var Konsertfelagið,
sum skipaði fyri hesi ferð.
Her komu Monika og
Elzbieta at kennast. Tær
avtala, at hava eina konsert
saman og 8. Septembur í
ár, høvdu tær eina konsert í
Bösendorfer Saal í Wien.
Á skránni var aftur Partit
an, sum Balazs hevði ogn
að Moniku, og hesin poet
iski stimin av fragdargóð
um ljóði gav Elzbietu
Widner Zajac íblástur til
at skriva eitt preludium fyri
violin og klaver, sum hon
ognaði Moniku.
Jenö Takács
Á skránni var eisini eitt
tónleikastykki av Jenö
Takács ( 1902 2005), sum
bleiv yvir hundrað ára gam
al. – Aus dem Zyklus” Von
Nah und Fern op. 11 für
klavier, (ognað Ann
Gibbens Davis) nr. 15
“Abendlied”(Ungarn) og
Nr. 7 “ Spoitlied”
(Ungarn).
Tackács varð borin í
heim í Cinfalva í Ungarn.
Sum ungur las hann tón
leik á tónleikaháskúlanum
í Wien, og hevði Joseph
Marx í tónseting og Paul
Weingarten í klaverspæli.
Tackács og Bela Bartaók
vóru væl, og var góður
andi teirra millum frá
1926, til Bartók fór til
Amerika í 1940. Nevnast
kann, at Tackács var pro
fessari við lærda háskúlan í
Cairo frá 1927 til 1932, har
hann granskaði í arabisk
um og eygisptiskum
tónleiki. Tað, sum eisini er
áhugavert her, er, at Balazs
og Takács vóru vinmenn,
so alt er ein røringur av
einum tónaslátti, sum tú
kanst halda er tilvildar
ligur, men kanska er at
siga, at hendan “heilaga
tónleikafamilja” er kanska
ikki so stór, og tú veitst....
kennir tú fimm fólk, so
kennir onkur teirra onkran,
sum kennir pávan. Nei, eg
hugsi bara tað, at keðiligt
er tað ikki, tá ið tónleikurin
tvinnar løturnar saman í
listaligar tónleikamyndir.
Flestu tónleikarar hava
upplivað fleiri slíkar, og
Monika er ein teirra.
Monika Staus Joensen og hennara ferð í tónleikaheiminum
Frits
JoHannEsEn
viðmerkingar