týsdagur 15. desember 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 15. desember 2009
17
lýsingar
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Arbeiðsuppgávur
Í samstarvi við økisformannin í mið-
økinum fært tú dagligu leiðsluna av
arbeiðinum í Sandoynni, har í alt tveir
menn umframt formaðurin starvast.
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðs-
heitum um alt vanligt hald av lands-
vegunum, vetrarhald, størri ábøtur
og trygdartiltøk. Aðrar uppgávur
kunnu eisini vera, eitt nú arbeiði í
grótbrotinum í Krókafossi.
Arbeiðsøkið verður í Sandoynni, men
roknast má eisini við uppgávum
aðrastaðni í landinum.
Førleikakrøv
Tað er ein treyt, at tú hevur stóra
koyrikortið og ert førur fyri at koyra
vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú
gravimaskinur og lessimaskinur.
Tað er eisini ein treyt, at tú ert førur
fyri at seta teg inn í og at arbeiða við
nýggjari tøkni. Tú skalt hava miðal-
góðan telduførleika og grund-
leggjandi kunnleika um tekstviðgerð
og rokniark.
Tú ert ein góður leiðari og dugir væl
at leiða og samskipa dagliga
arbeiðið.
Harafturat vænta vit, at tú dugir væl
at samskifta, bæði munnliga og
skrivliga. Tú dugir eisini væl at
samstarva og ert arbeiðssamur,
dugnaligur og væl skipaður. Tú
arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi
og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið
gevur eitt jaligt íkast til arbeiðs-
plássið.
Tann, ið verður settur í starvið, skal
vera sinnaður at luttaka í førleika-
menning, herundir formansútbúgving
í leiðslu, ið Landsverk skipar fyri
komandi ár.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars eru
sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsókn við avritum av prógvum, CV
og øðrum viðkomandi skjølum verður
at senda til lv@lv.fo ella til:
Landsverk,
Postsmoga 78,
FO-110 Tórshavn,
og skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 17. desember 2009 kl. 08.00.
Merk umsóknina „Formaður til
Sandoynna.“ Vinarliga viðmerk eisini
í umsóknini, hvar tú hevur sæð
starvslýsingina.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Finnleif
Durhuus, rakstrarleiðara, á tel. 540
800 ella á finnleif@lv.fo.
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.
STARVSLÝSING
Formaður til vegadeildina á Landsverki
Landsverk søkir eftir formanni til at fyriskipa og samskipa dagliga
arbeiðið í Sandoynni.
Jólaaftan í KFUK
Vit eru nøkur, sum
halda jólaaftan í KFUK.
Eingin orsøk er til at sita
einsamallur jólaaftan,
so øll eru hjartaliga
vælkomin at vera við, og
hetta tiltak er ókeypis.
Jólahaldið byrjar
klokkan 19.00
Áhugað kunnu tekna seg
og fáa nærri at vita hjá
Louisu í KFUK
tlf. 311928 / 211824
Tilmeldingarfreist:
Fríggjadagin 18.
desember á middegi.
KoyriKort
KoyrisKúlin í MiðbýnuM
Marnar tlf. 214381
Árni tlf. 222470
Nýtt skeið byrjar
mánadagin
4. januar