Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 240 - 15. desember 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Axel Mortensen, vanligur nevndur Akka, ættaður av Tvøroyri, búsitandi í Havn, andaðist í heim­ inum leygardagin, 91 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin kl. 13. Tey, ið vilja lata blómur ella krans kunnu lata Vesturkirkjuni eina gávu. Marita Thorkildshøj, Tórshavn, andaðist í heiminum fríggjadagin, 64 ára gomul. Farið verður úr Landssjúkra­ húskapellinum týsdagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 13. Andlát og jarðarferðir Dagurin 15. desember. Nikatius, deyður í 5. øld. Biskupur í Reims í Fraklandi. Varð fyribeindur av heidningaflokki av Húnalondum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tøkk Í sambandi við at Anna Julina Thomassen vanliga nevnd Annelin andaðist á Ellisheiminum í Tórshavn. Vit vilja takka starvsfólkunum á Ellisheiminum, sum vóru um Annelin í tí dagliga, øllum, sum vóru til andaktina á Ellisheiminum, í kirkjuni, í kirkjugarðinum og til ervið á Hafnia, og vístu samkenslu. Takk fyri kransar, blómur og peningagávur til Ellisheimið. Somuleiðis vilja vit takka Sonju Klein, presti, kirkjutænarum, sangarum og gravarum fyri hjálpina. Familjunnar vegna Ellen og Thomas Í dag, týsdagin 15. desem­ ber, fyllir Magni Arge á Argjum, stjóri í Atlantic Airways, 50 ár. Magni Arge er yngstur av teimum fimm børnunum hjá Petru og Niels Juel Arge í Havn. Eins og pápin og elsti bróðurin hevur Magni verið nógv at hoyrt í Útvarpinum í sambandi við fótbóltsdystir og kappróður. Eins og teir dugir hann at gera sending­ arnar, sum eru áhugaverdar og spennandi at lurta eftir. Tað sær eisini út til at son­ urin, Tróndur, hevur arvað somu eginleikar. Tá fyrrverandi amerik­ anski forsetin Bill Clinton vitjaði í Føroyum í 2007, fekk Magni, sum nevndar­ limur í Føroya Arbeiðsgev­ arafelag, til uppgávu at vísa honum landið. Magni dugir væl at føra seg fram og hev­ ur orðið í síni makt. Magni hevur annars roynt seg á nógvum ymiskum økj­ um. Hann hevur lisið stjórn­ arfrøði við universitetið í Århus og journalistikk á journalistháskúla í Dan­ mark. Síðst í 80­unum var hann stjóri í Nýggja Bókhandli, og fyrstu árini í 90­unum var rak hann saman við Sveini Thomassen telduhandlinum T­Mac í Vágsbotni. Síðan 1995 hevur Magni verið stjóri í Atlantic Air­ ways, umframt at hann hev­ ur verið í nógvum ymiskum nevndum. -red Magni Arge 50 ár Magni Arge saman við fyrrverandi amerikanska forsetanum, Bill Clinton Mynd: Jens Kristian Vang sum hevur ein merkisdag, sum t.d. ein rundan føðingardag, brúdleyps­ dag, starvsdag ella onkran, ið hevur fingið nýtt starv e.a., so sig okkum frá hesum. Send nøkur orð og eina mynd til: Postsmoga 76 110 Tórshavn Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn Veitst tu um onkran... Tú ert eisini vælkomin inn á gólvið í Miðlahúsinum ella ringja tlf 341800. Eisini ber til at senda ein teldupost til: post@sosialurin.fo Diamantbrúdleyp Týsdagin 15. des. hava Helena og Kristian Poulsen, Skála, diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni. merkisdagar