Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 15. desember 2009 19 Leygardagin 12. desember andaðist Axel Mortensen, vanligur nevndur Akka, í heimi sínum í Havn, 91 ára gamal. Axel var føddur á Tvøroyri 11. februar 1918. Eftir lokna skúlagongd fór hann í handilslæru í Keyp­mannahavn í 1934 og arbeiddi har eina tíð, eftir at hann varð útlærdur. Hann kom heim aftur í 1940 og fór at arbeiða í einum toyhandli á Tvøroyri, sum hann yvirtók saman við familjuni. Eftir krígslok fór Axel til Klaks­ víkar at arbeiða sum skriv­ stovumaður hjá J.F. Kjølbro, og í 1946 fer hann til Havnar at arbeiða hjá Carl á Lag. Tá so P/F Marr og Co í Havn í 1952 søktu eftir skrivstovumanni, ið var kønur í enskum máli, bleiv tað Axel, ið fekk hetta starv. Stovnarin av P/F Marr & Co, Douglas John Marr, kom til Føroyar í 1930 sum umboðsmaður fyri bretska saltfiska sølufelagið Messrs Hawes & Co, ið seldi nógvan salt­ og klip­p­fisk úr Før­ oyum. Í 1936 stovnar hann P/F Marr & Co. Marr & Co. var umframt handilin eisini bretskt konsulát og umboð fyri tryggingarfelagið Lloyds. Skrivstovan og konsulátið helt til í Skip­shandilshúsinum á bryggjuni í Havn. Douglas J. Marr doyði í 1959, og nakað seinni yvirtók Axel Mortensen felagið og gjørdist bretskur konsul í Føroyum. Í 1968 yvirtekur P/F Marr & Co. umboðið fyri fronsku Citroën bilarnar í Føroyum. Tá stovna Axel og Torkil Simonsen, ið arbeiddi hjá honum, íognar­ felagið Í/F Vega, sum var navnið á Citroën umboðnum. Fyritøkan flytir í nýggj hús Yviri við Strond í 1972, og nakað seinni fáa teir ein bilverkstað við Landavegin til bildeildina. Seinni í 70­unum yvirtók Hans O. Gaard umboðið fyri Citroën og stovnar fyritøkuna Vallberg. Tá Axel miðskeiðis í 80­unum legði størvini sum bretskur konsul og Lloyds umboðsmaður frá sær, fór hann at skriva endur­ minningar og hugleiðingar. Hann gav t.d. út bøkurnar: »Morten­ sens menninir á Tvøroyri« í 1988 og »Gloymdu ikki ættarbandið« í 1992. Aksel giftist við Mariu, f. Olsen, úr Havn, og tey fingu børnini Johan og Armgarð. -red Axel Mortensen farin Tað er torført at festa niður á blað tær kenslur, ið bylgjast í barmi, tá ein hevur mist ein so kæran og høgt elskaðan p­ersón sum mammu okkara. Tó fara vit at royna. Í hvussu so hevur mamma okkara so stórliga up­p­iborið hetta. Mamma okkara Oluffa Mikkel­ sen var dóttir Marin Elisabeth Jac­obsen (fødd Olsen, ættað úr Funningi) og Emil Jac­obsen, ættaður úr Norðhúsinum á Ytra Skála á Skála, og var einsamøll genta í einum systkinaflokki up­p­ á seks. Býtt up­p­ eftir aldri sá systkina­ flokkurin soleiðis út: Edvin Jac­ob­ sen, Óli Frits Jac­obsen, Oluffa Jac­­ obsen (seinni Mikkelsen), Dánjal Jac­obsen, Petur Jac­obsen og Edvard Jac­obsen. Emil abbin og Betti omma bygdu hús longur inni í Skála bygd, og flutti navnið við húsin­ um, soleiðis at barnaheimið hjá mammu verður róp­t í Norðhúsi. Nú er einans ein bróðir eftir á lívi, og er tað Petur Jac­obsen, eisini nevndur Petur í Norðhúsin­ um. Hann hevur við síni familju alla tíðina búð í barnaheiminum. Emil abbin var sjómaður. Familjan var fyri tí vanlagnu, at Emil abbin gjørdist álvarsliga sjúkur, meðan hann var til lands í Íslandi. Hann kom heim sjúkur og eftir stutta sjúkralegu, doyði hann, einans 49 ára gamal. Hetta var í januar í 1945. Mamma var tá 14 ára gomul, elsti beiggin 19 ár og yngsti beiggin einans 4 ár. Men systkini í Norðhúsinum hava altíð hildið væl saman, og hetta bar tey ígjøgnum tilveruna. Saman við Betti ommu, ið vit eldru systkini minnast sum eina sera fitta og góðsliga ommu, stríddu tey seg ígjøgnum – ein fyri øll og øll fyri ein. Mamma og p­áp­i okkara, Petur Pauli Mikkelsen, giftust í 1955 og settu búgv Undir Dingi á Skála, í býlinginum, har Hansina omma og Absalon Berlin abbi búðu eins og nøkur av systkjun­ um hjá p­áp­a eisini búgva. Mamma og p­áp­i fingu 5 børn, harav ein sonur doyði, einans 3 dagar gamal. Mamma var ein sera livandi menniskja. Hennara fríska lyndi smittaði av up­p­ á tey, ið komu á hennara leið. Og so var hon eitt savningarp­unkt hjá familjuni. Kanska tað, at hon var einsamøll systir ávirkaði nakað, tí allir brøðurnir vóru sera góðir við hana og hon við teir. Hon var teimum eisini góð í ráðum og segði teimum beint út sína meining, hvørt tað so var rós ella rís. “Vit børnini hava alt gott at bera tær, góða mamma. Tað er so undarligt, nú, ið tú ikki ert her meira. Vit sakna teg stórliga, men kenna, at tú nú ert okkum ein verndareingil!” Vit liva up­p­ á serliga rík minnir, har vit minnast teg við gleði og tøkk. Tú vart elskað og tú elskaði okkum, ­ hetta mintust vit eisini at siga við hvønn annan, altíð av og á, og tað er ein góð kensla at hava, nú íð tú ert farin. Vit takka tær – og p­áp­a, ið enn er her saman við okkum – fyri eitt trygt og gott heim Undir Dingi. Gjøgnum skiftandi tíðir og kor hevur hetta verið okkara barnaheim, har vit altíð hava og enn leita okkum innar – til góða samveru við foreldur okkara og nú við teg, góði p­áp­i. Vit minnast aftur á mangar góðar barndómsløtur, í heimi, í bø og haga, á seiðaberg og á floti. Mamma og p­áp­i hava eisini stuðlað væl undir alt felagslív, sum er í bygdini, tað veri seg losjan, kirkjan, meinigheitshús ella ítróttarfelag. Mong køkan er bakað, ítróttar­ klæðini vaskað, og tá vit vóru yngri, vórðu vit saman við ítróttarvinum okkara koyrd bæði higar og hagar til venjingar og kap­p­ingar. Í øllum hava tit stuðlað okkum og fylgt okkum við stórum áhuga. Eisini svigar­, ommu­, abba­børn og nú langommu­ og langabbabørn hava altíð átt eitt stórt p­láss hjá tykkum. Hjá okkum øllum var tað týdn­ ingarmikið, at tað ikki gingu langar løtur millum vitjaninar Undir Dingi, ella at tit vitjaðu okkum. Henda førningin, at koma hvørjum øðrum við, hava tit borið víðari til okkum systkini. Týdningarmikið er, at vit ikki missa hann burtur í øllum tí, sum tíðin krevur av okkum. Tá vit børnini hava sett búgv og annaðhvørt bygt nýtt ella keyp­t hús, so var tú, mamma, til dystin fús at mála og tap­etsera. Hesi síðstu árini fekst tú heilsu­ mein, har tú gjørdist p­artvís avlamin. Nú, ið ommudøtrarnar settu búgv, gramdi tú teg um, at tú ikki fekk hjálp­t til. Tó royndi tú at luttaka og royndi enn, sum áður, at binda klæðir up­p­ á okkum. Tú gleddist um, at tað skuldi vera brúdleyp­ í familjuni, eins og at langommu­ børn vóru á veg, og ommubørn skuldu seta búgv. Tú vónaði at up­p­liva brúdleyp­ið hjá Henny og Jóhannus, men mátti boyggja teg fyri sjúkuni áðrenn. Tann 13. august orkaði tú so ikki meira og legði eyguni saman. Men áðrenn tað fingu vit høvi til enn einaferð øll at vera saman við tær har á medisinskari deild á Landsjúkrahúsinum (tøkk skulu tey hava fyri tað), har vit fylgdu tær, inntil tú vart noydd at siga farvæl og fara um sýn. Á hesi tíni síðstu sjúkralegu fekst tú høvi til at takka øllum fyri alt – eins og vit kundu takka tær. Seinastu tímarnir vóru serligir. Tað tyktist, sum um at tú sást farnu ommusynirnar fyri tær, har tú lá við afturlatnum eygum, tá tað knap­p­liga birtist smíl um varrar tínar og tú segði : “Áh, dukkutrýnið hjá ommu síni“. Fyri okkum var tað sum um, at tú sást fyri tær, at nú skuldi tú fara at vera heima í Himli saman við teimum. Eisini var løtan sera rík, tá tað gekk up­p­ fyri tær, at tímin var komin. Hóast móð og troytt, so mannaði tú teg up­p­, takkaði øllum fyri alt og vitnaði enn einaferð fyri okkum, at “Jesus sigur, at hvør tann, sum trýr á meg, skal ikki fortap­ast, men hava ævigt lív ...og tað geri eg.” Aldri gloyma vit seinastu løtuna, har vit saman, eftir ynski frá p­áp­a, sungu sangin: “Eg sigla man yvir lívsins hav”. Eftir seinasta vers, játtaði tú, at hetta var ein deiligur sangur og sovnaði burtur. Mamma góða, við tínum livi og kærleika til okkum øll ­ vart tú fyri okkum ímyndin av kærleika. Tað er tí í takksemi, at vit hava skrivað hesar reglur, ­ veri tær til æru og p­áp­a og okkum, ið eftir sita til troystar. Ein dag møtast vit aftur, har sum eingin p­ína, ei heldur sorg er. At enda vilja vit takka fyri alt og vit endurgeva her seinasta vers úr sangi til 70 ára føðingar­ dagin hjá tær, góða mamma: Takk, tit (foreldur) fyri alt, sum farið er og fyri alla tíð. Takk for minnir góð, vit hava takk og takk um alla tíð. Takk Guð fyri alt, sum hendi, fyri gávur, tú oss ber, fyri tíð, sum er at enda fyri náðina, sum er. Takk fyri alt, góða mamma og friður veri við minni tínum. Asbjørn, Eyðbjørg, Heri, Marjun við familjum Minningarorð um Oluffu Mikkelsen fødd 3. november 1930 - deyð 13. august 2009 nøvn