fríggjadagur 7. desember 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 237 - 7. desember 2001
Sjúkrasystrafelag
Føroya vil ikki kalla
tað fyri, at tær fara at
blokera størvini á B6.
Heldur verður tað ein
áheitan til allar lim-
irnar í felagnum, ikki
at søkja leysu størv-
ini. Samstundis verð-
ur ført fram, at tað
heilt einfalt ikki eru
nakrar sjúkrasystrar,
sum kundu søkt
størvini
B6
Heri á Rógvi
Tann kendasta deildin á
Landssjúkrahúsinum í løt-
uni er uttan iva B6. Tað er
heldur ikki so undarligt, tá
ið at kalla allar sjúkrasystr-
arnar á deildini siga upp
mestsum ísenn. Fyrsta dag-
in í komandi ári verður tað
tómt á deildini, tá ið ongar
sjúkrasystrar ætla sær at
vera til arbeiðis, um ikki
ein loysn verður funnin.
Sjúkrahúsleiðslan hevur
sett 7. desember sum freist
fyri, nær ein loysn skal vera
funnin. Verður eingin loysn
funnin, sær leiðslan ongan
annan útveg, enn at fara at
søkja eftir nýggjum starvs-
fólki.
Ongar sjúkrasystrar
Í Sosialinum mikudagin
segði
forkvinnan
fyri
Sjúkrasystrafelag Føroya,
Jana Dalsgaard, at fór
sjúkrahúsleiðslan at søkja
eftir nýggjum fólki, so
vistu tær sær ikki onnur
ráð, enn at blokera størvini
á B6. Talan var eisini um at
blokera øll størv á Lands-
sjúkrahúsinum.
Sjúkra-
systrafelagið hevur síðani
fingið møguleikan at end-
urskoða orðavalið, tá ið
orðið blokera varð nýtt. Tá
ið sjúkrasystrarnar sjálvar
hava sagt seg úr starvi, so
verður tað trupult hjá
Sjúkrasystrafelagnum
alment at blokera størvini,
hóast hetta var tað, ið varð
sagt.
– Tað, sum vit ætla, er at
heita á allar okkara limir
um ikki at søkja størvini á
Landsjúkrahúsinum, sigur
Jana Dalsgaard.
Við hesum ásannar Jana
Dalsgaard, at tað ikki liggur
ræðið fyri hjá teimum so-
leiðis
uttan
víðari
at
blokera størvini. Loysnin,
sum
Sjúkrasystrafelagið
velur, byggir á eitt solidar-
iskt prinsipp heldur enn eitt
reint fakfelagsligt stig.
Hóast Sjúkrasystrafelagið
heitir á sínar limir um ikki
at søkja, so kunnu sjúkra-
systrar framvegis søkja
størvini – eisini úr øðrum
londum. Men hetta er ikki
nakað, sum órógvar Sjúkra-
systrafelagið stórvegis.
– Tað eru ongar sjúkra-
systrar at søkja tey leysu
størvini á B6. Hetta fer
heldur ikki at broytast við
tíðini, tá ið framrokningar
vísa, at tey næstu árini fara
at vanta fleiri og fleiri
sjúkrasystrar, sigur Jana
Dalsgaard.
Jana Dalsgaard vísir eis-
ini á, at sjúkrasystrarnar,
sum arbeiða á B6, hava
vunnið sær servitan á økin-
um, og hesin verður torfør-
ur at finna aðrastaðni.
Slítast upp
Sjúkrasystarfelagið hevur
higartil roynt at viðgjørt
málið sum eitt mál millum
sjúkrasystarnar og leiðsl-
una. Tá ið sjúkrahúsleiðsl-
an alment tekur til orðanna
í hesum spurninginum, so
tók Sjúkrasystrafelagið eis-
ini til orðanna.
Forkvinnan í felagnum
vísir á, at sjúkrasystrarnar á
B6 leingi hava stríðst við
trongum korum, og tær
hava eisini roynt at fingið
leiðsluna at skilja, hvussu
torfør støðan er. Jana Dals-
gaard vísir til teir mongu
sjúkradagarnar sum dømi
fyri, hvussu strævið tað er
at arbeiða á deildini.
– Støðan er veruliga
vorðin ring, um sjúkra-
systrarnar velja at siga seg
úr starvi, tá ið tær veruliga
hava stríðst fyri at betra
korini, sigur Jana Dals-
gaard.
Forkvinnan í Sjúkra-
systrafelag Føroya leggur
eisini dent á, at sjúkrasystr-
arnar í longri tíð hava bæði
víst á trupulleikan og eisini
víst á útrokningar, sum
vísa, hvussu støðan kundi
verði betra.
Tað er serliga talið av
tímaløntum
starvsfólki,
sum verður nýtt sum dømi.
Sum nú er so siga sjúkra-
systrarnar, at tað skal nýtast
nógv orka til at ringja eftir
starvsfólki, ið skiftandi
røkja uppgávur á deildini.
– Hevði hetta verið
broytt, so hevði verið pláss
fyri
kanska
tveimum
starvsfólkum afturat, sigur
Jana Dalsgaard.
Sjúkrasystrafelagið:
Ongar sjúkrasystrar fara at søkja
Jana Dalsgaard roynir nú at fáa sínar limir ikki at søkja
størvini á Landssjúkrahúsinum. Hetta vísir eisini á, at tað ikki
eru nakrar sjúkrasystrar til at søkja størvini
Sjúkrahúsleiðslan og
sjúkrasystarnar á B6
hava avtalað fund
millum partarnar,
men 7. desember
verður framvegis
settur sum freist fyri,
nær ein loysn eigur at
vera funnin
B6
Heri á Rógvi
Hóskvøldið kl. 19 er boðað
til fundar millum sjúkra-
húsleiðsluna og starvsfólk
á B6. Fundurin verður kall-
aður fyri ein dialogur mill-
um leiðslu og starvsfólk.
Tað má eisini sigast at vera
í tøkum tíma, at hesin fund-
urin verður hildin. Sjúkra-
húsleiðslan hevur áður boð-
að frá, at hon ætlar sær at
søkja eftir nýggjum starvs-
fólki, um ikki ein loysn
verður funnin innan 7. des-
ember (blaðið verður prent-
að hósdag). Hesum ætlar
Jóanis Erik Køtlum, sjúkra-
hússtjóri, ikki at sleppa.
– Vit fara at royna at
skapa ein dialog millum
partarnar, men hetta merkir
ikki, at vit útseta okkara
freist at søkja eftir nýggjum
starvsfólki, sigur Jóanis
Erik Køtlum.
Sjúkrahússtjórin
sigur
við Sosialin, at teir hava
sett tríggjar tímar av til
fundin. Hesir vera so eftir
øllum at døma avgerandi, tá
ið leiðslan og starvsfólki
eru langt frá hvørjum øðr-
um, og ikki long tíð er at
nýta.
Jóanis Erik Køtlum vón-
ar, tað fer at eydnast teim-
um, at finna eina loysn á
hesum málinum. Verður
eingin loysn funnin, so er
hann klárur at fara at søkja
eftir nýggjum starvsfólki.
Hann sigur ikki nakra av-
gerð vera tiknað, um leiðsl-
an ætlar sær útum landodd-
arnar at søkja eftir fólki,
men hann sigur, at teir
væntandi fyrst fara at royna
heimamarknaðin.
Ingun Gaardbo, álitisfólk
á B6, sigur seg eisini vóna,
at tað verður funnin ein
loysn á málinum á fundin-
um. Hetta merkir tó ikki, at
tær á nakran fara at slaka í
teirra í krøvum.
– Vit fara heldur ikki at
slaka, nú vit nærkast tíðar-
freistini hjá leiðsluni, sigur
Ingun Gaardbo.
Partarnir fara tó ikki
einsamallir á fund. Eftir
hvat Sosialurin hevur fing-
ið
uppspurt,
so
tekur
sjúkrahúsleiðslan
Jan
Willemoes, virkissálarfrøð-
ing, við á fundin. Sjúkra-
systarnar hava Hans Trygva
Teirin, sum er akvokatur
hjá teimum, við sær á fund.
Leiðslan og B6-sjúkrasystrarnar:
Á fund um málið
Stríðspartarnir seta seg við
fundarborðið hóskvøldið fyri
at finna eina loysn á
málinum. Hvørgin partar
ætlar tó at slaka í málinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Frá fríggjadegi 7. desember til hósdagin 13. desember
Rangt og Rætt
Natten før
Agent 007 jages
Hesaferð verður vitjað á Hotel Hafnia og aftan á matgerðina tosar Guðmundur við Johan M. Restorff og
Ingigerð á Trøðni
Okkara kokkar
Føroysk myndlist
Leygarkvøldið kl. 20.00
Mikukvøldið kl. 19.00
Fríggjakvøldið kl. 0.25
Syngið við
Fólkatingsvalið hevur verið,
og Fólkatingið er nú mannað.
Eisini vit í Føroyum mugu
ásanna, at spenningurin og alt
hitt, sum hópar seg upp í sam-
bandi við eitt fólkatingsval, er
farið aftur um bak. Vit eru tó
ikki heilt fremmand fyri hes-
um góða fólkatingi, tá ið Fogh
og hinir hava tingast, soleiðis
at vit nú hava eina nýggja
danska stjórn, og hetta eru vit
áhoyrarar heldur ikki vorðnir
snýttir fyri. Men tú kemur ikki
uttanum, at henda seinasta
vikan ella so hevði ikki eitt so
haldgott støðufesti ovarliga á
spenningsásini í mun til dag-
arnar við vali, kjaki og ikki
minst vinnarum og taparum.
Lukkuliga fyri øll, so eru
jólini ikki so langt burtur, og
vit kunnu so smátt byrja at lata
upp og bíða eftir einari tíð, har
sjónvarp og útvarp veruliga
kunnu sleppa at fylla daglig-
dagin við jólaheilsum og øðr-
um, sum hoyrir hesari tíðini
til. Sjónvarp og útvarp fáa um
hesar tíðir veruliga eitt serfør-
oyskt snið, har serstøku før-
oysku ljóðini verða stroydd
runt kring landið.
Loftmiðlarnir eru eisini
farnir at brynja seg út til jólini,
og tað eru eisini børnini, ið
njóta væl av hesum, og hetta
skulu tey eisini. Í ár er tað
sjónvarpið, ið gongur undan
við sendingum annað hvørt
kvøld til børnini. Tað kann
valla sigast øðrvísi enn, at tað
er frálíkt, nú almenna sjón-
varpið leggur so stóra orku í
hesar sendingar, sum óivað
fella í góða jørð hjá málbólki-
num.
Tað tykist sum um, at teir
báðir stóru loftmiðlarnir og
eisini teir smærru hava lagt sítt
virksemi í eina fasta legu. Út-
varp Føroya hevur eitt nú at
kalla hvønn dag eina ella aðra
upplýsandi sending, har tað
ikki bert verður lisið burturúr
tíðindum. Eisini her klárar før-
oyska sjónvarpið at fylgja so
dánt við, og fremsta fjølmiðla
ikon føroyinga, Dagur og
vika, hevur eisini fingið knýtt
ein frískari part afturat sær.
Hóast teir flestu av hesum eru
tikinir úr danska partinum av
loftmiðlaverðini, so er nú
eisini komin ein partsending
við innihaldi úr føroyska
mentanarheiminum.
Hetta
nýggjasta brotið av Degi og
viku var ógvuliga áhugavert at
hyggja at, hóast sniðið við
vertinum sum millummanni
var bæði stirvið og tungt.
Pusalaknektur
Tað er klárt, at vit skulu hava
føroyskt undirhald og á før-
oyska
sjónvarpsskíggjan.
Hesa skriftina hava framleið-
ararnir hjá sjónvarpinum eis-
ini sæð, og úrslitið hesa sein-
astu tíðina hava verið nakrar
sendingar, ið kallast fyri Rangt
og rætt. Hesar eru sendingar,
ið vit hava sæð áður bæði í
føroyskum og útlendskum
sjónvarpi. Henda seinasta
vikan borgaði eisini við einari
sending av hesum slagnum,
har tað snýr seg um at gita,
hvat er rangt og hvat er rætt.
Gamansleikurin steðgar ikki
her, tí luttakararnir sleppa
bæði at gita sangir og eisini
tann duldi luturin fyllir sín
part av sendingunum.
Tíðin er farin frá tí, at vit
sita gapandi og grínandi og
hyggja at einari sending, bert
tí hon er føroysk. Framleiðar-
arnir hava mestsum tikið tað
mest grundleggjandi úr upp-
runaligu sendingunum, og vit
sita eftir við einum úrsliti, sum
er eitt sindur ein veg og eitt
sindur hinvegin. Orðagáturnar
verða settar til síðis fyri tí ikki
so hugnaliga sanghugnanum,
og tað verður eisini roynt at
fylla sum frægast við skemti-
ligum liðleiðarum, sum ikki
smæðast við at siga sítt, hóast
alt ikki júst er so skemtiligt.
Tað skakar og rystir, men úr-
slitið má vera rangt.
Somu tíð – sama stað
Tey, sum vóru so mikið hepp-
in at lurta eftir Útvarpi Føroya
sunnukvøldið, varnaðust, at
teir høvdu sett Messias hjá
Händel á skránna. Klokkan
átta sunnukvøldið sendi Sjón-
varp Føroya konsert í sam-
bandi við sangskeiðið hjá
Heimamissiónini. Tað kom
kanska óvart á fleiri, at Messi-
as konsertin eisini varð send í
útvarpi klokkan átta. Við øðr-
um orðum: ÚF og SVF sendu
bæði nakað so forkunnugt
sum eina konsert, báðar úr
Vesturkirkjuni, júst somu tíð.
Løgið, ikki so.
Norðureftir
Hóast tað kanska ikki er so
galið at búgva í høvuðsstað-
num, so kann mann onkuntíð
ynskja sær at búgva onnur
støð. Skuldi eg raðfest eftir út-
varpssendingum, so var tað
eingin ivi um, at eg vildi búð í
Klaksvík.
Hesin, okkara næststørsti
býur, hevur eitt ótal av send-
ingum knýtt at sær. Teir okkurt
um 5.000 borgararnir í býnum
hava góðar møguleikar at lurta
eftir hvørjum. Tað mugu væl
vera einar fimm sendingar um
vikuna á teimum ymsu rásu-
num, sum hava sendingar, har
bróðurparturin av tilfarinum
er úr norðasta stórbýnum í
Føroyum.
Um tað eitur Norðlýsið,
Heimabeiti ella okkurt annað,
er fyri so vítt líkamikið - tað er
alt úr Klaksvík. Tey hava fing-
ið sín part. Kanska tað eisini
verður pláss fyri øðrum
seinni.
Heri á
Rógvi
ummælir:
Mánakvøldið kl. 20.40
Sunnukvøldið kl. 20.00
C
M
Y
K
13
12