týsdagur 15. desember 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 240 - 15. desember 2009
Vinalag og blíðskapur í
Modena landslutinum í
Italia skaptu heimligar
karmar fyri einari
ógloymandi kórferð hjá
Kórinum Sólarmagni fyrr
í ár.
uttanlandsferð
Turið Kjølbro og John Dalsgarð
Seint í august mánaði í 1982 trill
ar ein ungur italiumaður á motor
súkklu
inn
á
ferjuleguna
í
Scrabster í Norðurskotlandi. Við
kaj í Scrabster liggur Smyril, sum
ger klárt at taka ímóti ferðafólki
til Føroyar. Í bíðirøðini kemur
ungi italiumaðurin at standa nak
að aftan fyri ein føroyskan bil; úr
bilinum stígur ein ungur maður
við stórum, eldreyðum hári. ‘So
leiðis sær ein rættur føroyingur
út,’ hugsar ungi italiumaðurin fyri
seg sjálvan, tá ið hann eygleiðir
reyðhærda føroyingin. Teir koma
í prát, og hetta verður byrjanin til
ferðahug til Føroya og eitt varandi
vinalag, ið mangur føroyingur og
italiumaður hava notið væl av.
Ungi italiumaðurin er Gian
franco Contri. Í styttri og longri
tíðar skeið hevur hesin lítillátaði
og fyrikomandi maðurin búð í
Før oyum; og heima í landspart in
um Emilia Romagna og heim
bygdini Riolunato hevur hann við
miklum blíðskapi tikið ímóti
ferðaløgum úr Føroyum, stórum
sum smáum. Eingin ivi er um, at
Gianfranco telist millum størstu
ambassadørar Føroyar eiga úti í
heimi. Málhugaður, sum hann er,
gjørdi hann fyrst ein føroyskan
italskan parlør til ferðafólk, og
síð an eina føroyskaitalska orða
bók í 2004, sum hann sama ár
varð heiðraður við M.A. Jacobsen
bókmentavirðisløn.
Úr Vágum til Bologna
27 ár seinni, ein góðveðursdag
tíð liga í mai 2009, fara 27 kór
sangarar úr bygdunum Kirkjubø
og Velbastað við Kórinum Sólar
magni og Fróða Sandoy kórleiðara
til Italia. Vit verða hjartaliga mót
tikin á flogvøllinum í Bologna.
Gianfranco er saman við vinmanni
sínum og føroyavininum Argo
komin úr Modena við bussi eftir
okkum. Franco, sum hann oftast
verður nevndur, er ikki bara er
vert ur okkara henda túrin, men
eisini fyriskipari og ‘ørindasvein
ur’ – saman við góðum vinfólki
og kenningum kring um í lands
partinum.
Í eitt gott ár hava fyrireikingarnar
til túrin verið í gongd; drúgt sam
skifti hevur verið millum Gian
franco í Italiu og vinmann hansara
í Føroyum, ið hann hitti á kajini í
Scrabster á sinni, John Dalsgarð,
sum er formaður í nevndini fyri
Kórið Sólarmagn. Miðvíst hava
vit valt at hava við okkum før
oyskar sangir við nýggjum útset
ingum, eftir nýtíðar føroysk tóna
skøld umframt nøkur onnur norð
urlendsk. Serliga er talan um løg
og útsetingar eftir Bjarna Restorff,
Paula í Sandagerði, Sunleif Ras
mussen, Unn Patursson, Hera
Eysturlíð og Kára Bæk. Hesi løg,
fingu vit at ásanna, vóru heilt ólík
teimum løgum, ið italsku kór vert
irnir framførdu fyri okkum. Og
tað var ikki sørt av forvitni og
áhuga, ið víst vóru hesum før
oysku tónasmiðum.
Úr Bologna til Nonantola
Longu fyrsta kvøldið, vit eru í
Italia, skulu vit hava fyrstu kon
sertina. Hon er í søguliga býnum
Nonantola, skamt eystan fyri
Mo dena, har vit skulu gista ta
fyrstu náttina. Sólin sær, tá ið vit
koma út úr komuhøllini á flog
vøllinum, og lýðkan er fjálg og
mild.
Í Nonantola verða vit móttikin
við opnum ørmum av fólki, ið eru
knýtt at einari miðstøð fyri pen
sjónistar. Her tekur Irne ímóti
okkum, tá ið vit koma við buss
inum úr Bologna. Irne syngur við
í Corale Rossini í Modena. Vit fáa
at eta, breyð við osti og pylsu, og
frískligt lambrusco vín afturvið.
Konsert skal vera um kvøldið, so
hildið verður aftur við tí váta
slagnum. Tað skilja italsku vertir
okkara einki av. Syngja og ikki
drekka vín? Tey standa spyrjandi.
Konsertin er í einari sam komu
høll, ið er bygd upp í hetta sama
heim fyri pensjónistar. Vit fram
føra saman við fýra øðrum kórum,
millum øðrum Corale Rossini
Giovane, sum er tey ungu í Corale
Rossini, og Coro Di Redé, sum er
eitt staðbundið fólkatónleikakór.
Vertirnir vita sum er, at vit hava
ferðast langa leið allan dagin, og
teir vilja ikki pína okkum heilt,
áðrenn túrurin hjá okkum í Italia
er byrjaður. Men so mikið meira
verður gjørt burturúr tí rungandi
eftirgildinum, ið verður fyriskipað
í forstovuni fyri øllum teimum
luttakandi kórunum. Har fáa vit
høvi at hoyra forkunnuga italska
sangframførslu; vit svara aftur
við at tríva í eitt av teimum lættaru
kvæðunum, ið vit so dánt hava
lært okkum, áðrenn vit fóru
heimanífrá.
Úr Nonantola til Modena
Tað er við spenningi, vit fara
spák andi eftir kringlutu gøtunum
í Modena, av gistingarhúsinum til
Pavarottileikhúsið annan dagin á
ferðini. Ikki er sørt av virðingarótta
á fólki, tá ið vit stíga inn á hetta
kenda leikhúsið í heimbýi Pava
rotti. At fólk í býnum eru errin av
at hava fostrað ein so mætan sang
ara, er skiljandi; vit fáa eina
kenslu av, at Pavarotti, hóast hann
hevur ferðast á øllum heimsins
størstu pallum og telist millum
bestu tenorar nakrantíð, var ein
maður, ið hevði stóran alsk til
heimstað sítt og íbúgvarnar har.
Leikhúsið, sum er frá 1838, æt
upprunaliga Teatro Comunale di
Modena. Í 2007, beint eftir at
Pavarotti var deyður, varð navnið
á leikhúsinum broytt til Teatro
Comunale Luciano Pavarotti. Vit
eru so heppin at hoyra opera sang
ara undir venjing saman við
Tá Tú alfagra land mítt rungaði
í Pavarotti høll í Modena
Kórið Sólarmagn í Riolunato