týsdagur 15. desember 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 15. desember 2009
23
klaverleikara hesa løtuna, vit eru í
leikhúsinum. Løtu seinni runga
inngangstónarnir til Eitt sunnu
kvøld í plantasjuni, men verða
brád liga avbrotnir, tá ið klaver
leikarin kemur innaftur á pallin
og læsir klaverið. Vit gera ikki
mætari enn fara á pallin og tríva í
tjóðsangin, sum rungar í høll.
Í leikhúsinum eru framsýn ing
arhøli, sum vísa lívið hjá Pavarotti
og sangleið hansara, frá tí hann
byrjaði, til hann andaðist fyri
tveimum árum síðan.
Eftir vitjanina á Pavarottileik
húsinum fara vit ein túr í býin við
ferðaleiðara, ein maður, sum for
telur, at hann hevur fingið sang
tímar frá pápa Pavarotti, ið eisini
var ein framúr sangari.
Eftir at hava fingið ein bita at
eta, summi pitsa og onnur lasanju,
verða vit spurd av ‘døgurða vert
inum’ um vit høvdu viljað komið
og sungið fyri starvsfólkum og
hjálparum við eina sosiala byggi
verkætlan í Modena. Tey vilja
feg in hava okkum ‘at innvíga
staðið’, sum tey siga. Seinnu árini
eru nógvir útlendingar fluttir hig
ar, nógvur harðskapur er eins og
kriminalitetur og rúsevni millum
ung. Við slíkum verkætlanum
royna myndugleikarnir at bøta um
støðuna. Vit syngja nakrar sangir
og verða fagnað av teimum, sum
eru komin at lurta, og sum hvørja
ferð, vit koma onkra staðni henda
vikulanga túrin í Stivlalandinum,
verður borðreitt aftan á við Lam
brusco og onkrum søtum ella
sølt um undir tonnina.
Balsamo di Modena
Modena er eisini kent fyri bal
samico edikk og bilarnar Ferrari,
Maserati og Lamborghini. Á veg
til Balsamico framleiðaran Age
taia Malpighi koyra vit framvið
einum stórum øki, har Ferrari
bilarnir verða framleiddir.
Á Agetaia Malpighi sleppa vit
at royna alskyns balsamico edikk.
Hesin ediligi edikkurin hevur sín
uppruna í EmiliaRomagna lands
lutinum í Italia, og Modena er
fremsta háborgin fyri dygdargóðan
balsamiko edikk.
Um kvøldið vitja vit Corale
Gioacchino Rossini, kórið, sum
Luciano Pavarotti sang í og saman
við, tá ið hann var ungur. Tey eru
vertur og borðreiða fyri okkum
eina máltíð. Eisini her er blíð
skapurin stórur; vit handa teimum
gávur, og tey okkum. Sjálvur for
setin í kórinum er komin at heilsa
upp á okkum.
Úr Modena til Firenze
Triðja og fjórða dagin á túrinum
eru vit í søguliga og vakra býnum
Firenze, sum liggur í vakra
Toscana landslutinum. Í Firenze
eiga vit tíðina sjálv. Flestu okkara
nýta høvið at vitja mongu søguligu
bygningarnar í miðbýnum, serliga
einastandandi vøkru dómkirkjuna
Santa Maria del Fiore. Fyri nakrar
fáar evrur kanst tú ganga smølu,
snúðrutu trappustigini, ið eru
fleiri hundrað í tali, upp í kupulin
og út og njóta útsýnið yvir allan
býin. Og tað talar fyri seg.
Úr Firenze gongur leiðin við
toki aftur til Modena. Vit koyra
fleiri hundrað kilometrar fram við
vakra og skiftandi landslagnum. Í
Modena stendur Argo fyri okkum
við leskiligum vatni at svala av
við í hesum heita ferðameldrinum.
Alt hugsa tey um, hesi fittu verts
fólkini, vit hava fingið.
Úr Firenze til Pavullo
Næsti steðgur á ferðini er í Pavullo
Nel Frignano, einum lítlum býi
eitt sindur uppi í fjøllunum á leið
ini til Riolunato. Vit skulu hava
konsert saman við einum øðrum
kóri í eini kirkju hjá fransi kan ara
munkum, sum liggur við bygdar
torgið. Kórið Coro Raimondo
Mentecuccoli leggur fyri við
ljóm andi sangi, sungnir av 10
mann fólkum og tveimum kvinn
um. Vit syngja ikki færri enn 10
av okkara sangum og verða væl
fagnað. Eftir konsertina er veitsla
við øllum góðum afturvið. Har
møta umframt kórini, eisini um
boð fyri býráðið og ein parla
mentslimur úr Róm.
Úr Pavullog til Riolunato
Tað eru fleiri okkara, ið lova
olmussu, tá ið vit koyra úr Pavullo
til Riolunato. Koyrimentanin í
Italia er serlig, tað hava vit hoyrt
nógv um, og nú fáa vit sjón fyri
søgn. Tríggir lítlir bussar, sum
taka um tíggju fólk hvør, flyta
okkum úr Pavullo, niðan gjøgnum
kringlutu fjallagøturnar til bygd
ina Riolunato, har ið vit skulu
vera seinastu dagarnar á ferðini.
Í Riolunato fáa vit innivist á tí
sera hugnaliga Hotel Cimone. Vit
koma í bølaniðu og kunnu tí ikki
rættiliga gera okkum eina mynd
av bygdini, men tá ið vit sláa
skott urnar
frá
vindeygunum
morg unin eftir, opinberast tað
vakrasta útsýnið fyri okkum. So
langt eygað sær er vakurt fjalla
lendi við trøum og spjaddum
húsum og kringlutar bygdargøtur
og tølandi bygdarlag.
Frá fyrstu løtu kenna vit okkum
sum heima í bygdini og á
gistingarhúsinum. Í allar fagrasta
veðri gera vit útferðir í nærum
hvørvinum, millum annað á bygd
artorginum, har leivdir frá øðrum
heimsbardaga er ásýniligar, eitt
nú slagorð hjá Mussolini.
Um kvøldið hava vit konsert
saman við tveimum staðbundnum
kórum, Cori Velle del Pelago og
einum øðrum í kommunu leik
húsinum. Eisini á hesari konsertini
syngja vit 10 sangir. Aftan á
konsertina verða øll boðin til eina
máltíð í einum hugnaligum verts
húskjallara stutt haðani konsertin
varð hildin. Nú var túrurin aftur
komin til tær meira óformligu og
lættaru framførslurnar.
Sunnumorgunin
byrjar
við
morgunkaffi hjá mammu Franco,
teirri fryntligu Silvanu. Hon tekur
hjartaliga ímóti okkum, nøkrum í
senn, tí ferðalagið er stórt.
Seinnapartin hava vit konsert á
torginum í bygdini saman við
tveimum øðrum kórum, Coro di
Novi, sum spælir fólkatónleik og
syngur siðbundnar arbeiðssangir,
og
Riolunato
Maggio
delle
Ragazze, sum er ein fólkatón
leikabólkur. Sólin bakar niður, so
vit fegnast um, at vit eru úti, nú
vit skulu syngja í tjóðbúnanum.
Eitt barnakór í skúlanum, sum
lærari teirra Fabio hevur undirvíst,
leggur fyri við at koma í skrúð
gongu eftir gøtunum oman á
torgið. Tey eru yndislig, øll í sið
bundnum klæðum, tá ið tey syngja
og dansa fyri okkum. Tólv ára
gamla Margherita Migliori hevur
yrkt ein sang ’rispetto’, sum hon
ognar okkum sambært teirra
’maggio delle ragazze’ siðvenju.
Henda
minniliga
sangløtan
end ar við, at takkarkvøður verða
hildnar og gávur handaðar. Nú
ferðin hjá okkum er farin at halla,
hava vit nógv at takka fyri og
nógvar heilsanir at bera.
Aftur til Modena og
Rossini kórið
Beint eftir sangløtuna seta vit
okk um í bussarnar; vit skulu
koyra slakar tveir tímar til
Modena. Á vegnum koyra vit
fram við heiminum hjá Pavarotti
og gravstaði hansara. Stundir eru
ikki at steðga, men vit fáa ein var
huga av, hvussu heimið sær út.
Einkjan eftir hann býr har saman
við lítlu dóttur teirra.
Um kvøldið hava vit seinastu
konsertina á ferðini – hesa ferð
saman við stóra kórinum Corale
Gioacchino Rossini. Hetta kórið,
sum stóð Pavarotti nær, sang sum
tað einasta Pavarotti farvæl í
katidrálinum í Modena. Konsertin
hjá okkum og Corale Gioacchino
Rossini er í Auditorium Marco
Biagi í Modena býi. Tey leggja
fyri og syngja millum annað
Trælakórið úr Nabucco eftir
Giusippo Verdi. Síðan syngja vit í
felag sangin Freude Schöner
Götterfunken eftir Beethoven, og
eftir tað syngja vit eini 10 løg.
Hóast tað er ógvuliga heitt inni,
eydnast
konsertin
sera
væl,
ivaleyst tann best eydnaða á túrin
um, og vit verða við lógvabrestum
biðin um at syngja meiri.
Eftir konsertina verða gávur
handaðar og takkarkvøður hildnar.
Borðreitt verður við øllum góðum
í eftirgildinum í bakhølunum;
italsku vertir okkara hava hoyrt
fleiri okkara murra Trælakórið, so
tey heita á okkum um at syngja
sangin í felag. Sangløtan endar
við, at kvinnurnar í Sólarmagni
fáa handaðar Rossininálir og
menninir Rossinibrosjur; ein stór
og minnilig løta saman við hesum
mætu sangarum, ið stóðu Pavarotti
so nær.
Úr Modena í Vágar
Hesir sjey dagarnir í Italia hava
gingið við rúkandi ferð, og vit eru
mett av upplivingum og sera
ov farin av stóra blíðskapinum, vit
hava møtt. Tey hava verið mong í
Italia, sum hava verið við til at
gjørt túrin hjá okkum so minni
ligan. Fólk í Italia hava hoyrt
nógv
um
Føroyar
ígjøgnum
Franco. Vit eru sera takksom og
ynskja, at vit ein sjønnan dag
kunnu løna teimum tað aftur!
Mánadagin 11. mai eru vit
heima aftur eftir ógloymandi ferð
í Modenalandslutinum. Og í
teldu postinum, sum liggur fyri
okkum, tá ið vit koma heim, boðar
Franco frá úr Riolunato, at “tað
hugtakandi ljóðið av tykkara
sangum heldur fram at vera her.”
Rík mentan og hjartalag av sjáld
sama vinsælum slag.
Franco og motorsúkklan
Margherita sigur yrkingina
Mai dansur
Heim Pavarottis