týsdagur 15. desember 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 240 - 15. desember 2009
Dupultfløgan
VINALÖG
hev ur fingið framúr góða
móttøku bæði í Føroyum
og Íslandi, og komandi dag
arnar vitja Jógvan Hansen
og Friðrik Ómar fløgu
handlar í Havn, Runavík og
Klaksvík, har teir fara at
framføra burtur úr fløguni
og signera.
“Vit eru sera glaðir fyri
móttøkuna,
VINALÖG
hava fing ið bæði í Føroyum
og Íslandi”, siga teir báðir
Jógvan Hansen og Friðrik
Ómar um dupultfløguna.
Hon er seld í so stórum tali,
at hon nærkast teimum
5.000 eintøkunum, sum
skulu til fyri at verða heiðr
að við gullfløgu í Íslandi.
“Tað vit vita, er hetta
fyrstu ferð, at slíkt samstarv
millum lond er roynt. Tí
vóru vit spentir at vita,
hvussu hetta fór at vera
móttikið, at umseta tíggju
føroyskar sangir til íslendskt
og tíggju íslendskar sangir
til føroyskt. Men allastaðni
har vit eru komnir, hava
fólk verið fegin um fløg
una”, siga Jógvan og Frið
rik, ið hava havt fleiri kon
sertir í Reykjavík og kring
Ísland við VINALÖGUM.
Teir hava eisini signer að
fløgur í íslendskum fløgu
handlum og tað sama koma
teir nú til Føroya at gera.
Fullsett var í Norður
landa húsinum, tá Jógvan
og Friðrik høvdu konsert
24. oktober. “Tað var spenn
andi fyri okkum báðar”,
sigur Jógvan. “Friðrik hevði
ikki verið í Føroyum fyrr,
og hóast eg havi spælt í
Norðurlandahúsinum fleiri
ferðir áður, so eru tað nøkur
ár síðani, og hesaferð lá
meira á mær. Men alt eydn
aðist væl, og tað eri eg fegin
um”, sigur Jógvan.
Góða móttøkan í Før oy
um hevur fingið teir at
koma aftur hendanvegin.
“Vit fingu høvið at hitta
fólk aftaná útgávukonsertina
í
Norðurlandahúsinum,
men fingu ikki stundir at
vitja føroyskar fløguhandlar
tá, og tað vilja vit fegnir,
eins og vit hava gjørt í
Íslandi”, sigur Jógvan.
Friðrik og Jógvan fara at
vitja fløguhandlar í Havn
týsdagin, í Runavík og
Klaks vík mikudagin og aft
ur í Havn hósdagin. Seinna
partin hósdagin vitja teir
eisini íslendska aðal konsu
látið í Gongini í Havn, har
teir heilsa uppá íslendingar
og føroyingar, ið koma á
gátt,
syngja
okk urt
vinalagið og signera fløgur.
Aftur til Føroya við VINALÖGUM
Skráin
Týsdagin 15. desember
Tórshavn kl. 16:00 TUTL í miðbýnum
Tórshavn kl. 17:00 SMS Expert
Tórshavn kl. 19:00 SMS Expert
Mikudag 16. desember
Runavík kl. 15:00 Elding í Runavík
Klaksvík kl. 16:30 Leikalund
Hósdag 17. desember
Tórshavn kl. 15:30 Íslendska aðalkonsulátið
Tórshavn kl. 16:30 TUTLhandilin í miðbýnum
Tórshavn kl. 19:00 SMS Expert
Keypssamtøkan í Hoyvík
Slaktarin í Hoyvík sóknast eftir
Fólki at pakka
at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu
Vit eru deild í einum størri virki, sum er
í støðugari menning. Vit sóknast eftir
einum kvikum og álítandi fólki, sum er
lætt at vera saman við, at pakka vørur í
slaktaradeildini
Arbeiðstíð: 32 tímar um vikuna, frí annan
hvønn leygardag
Hevur hetta tín áhuga, hoyra vit
fegin frá tær við skrivligari umsókn
Løn:
Sambært sáttmálan við S & K
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Lars Hansen, tel 314149 el. 281990
FK Hoyvík
Brekkutúni 9
FO 188 Hoyvík
att: Lars Hansen
Eysturoy . Heiðavegur 57
Postrúm 224 . 600 Saltangará
Tel 47 47 10 . Faks 47 47 11
Tórshavn . Smyrilsvegur 20
Postrúm 3096 . 110 Tórshavn
Tel 35 35 10 . Faks 35 35 11
Norðoyggjar . Klaksvíksvegur 78A
Postrúm 296 . 700 Klaksvík
Tel 45 72 40 . Faks 45 72 41
Suðuroy . Sjógøta 3
Postrúm 58 . 800 Tvøroyri
Tel 35 35 60 . Faks 35 35 61
Hjálpartólamiðstøðin
Brekkutún 3 . 188 Hoyvík
Tel 358300 . Faks 358301
Avgreiðslutíðir
um jólini
Jólaaftan er stongt.
Frá 28. desember 2009 til og við 30. desember 2009 eru
avgreiðslutíðir okkara broyttar soleiðis:
Móttøkurnar hava opið og telefonirnar
verða tiknar frá kl.10 til kl.12.
Frá mánadegnum 4. januar 2010 verður opið aftur sum vanligt
allar yrkadagar frá kl. 10.00 til 14.00 uttan fríggjadag, tá opið
er frá kl. 10.00 til 12.00.
Sí annars www.almannastovan.fo
Almannastovan ynskir viðskiftafólki sínum
eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
krea . tel 60 80 80