Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 15. desember 2009 27 lýsingar w w w. s f . f o 5.- 7. august 2010 1000 atgongumerki verða seld fyri bert 650 krónur – Har Hittini Hittast Keyp nú og ger kvettið! Keyp á www.sf.fo Lýsingarinntøkur eru ein týðandi partur av tilverugrundarlagnum hjá føroysku fjølmiðlunum, og tí leita vit støðugt eftir nýggjum hættum at menna hendan partin av fyritøkuni. Tí er tørvur á fólkum, sum duga at fáa og ikki minst arbeiða víðari við góðum hugskotum. Fremsta uppgávan hjá marknaðarleið aranum er at hava ábyrgdina av allari van lig ari lýsingaavgreiðslu og -samskip an. Í hesum er roknað dagliga samskipan av lýsingum, sum skulu í Sosialin og strategi fyri innheintan av nýggjum lýsingum, eins og tilrættisleggjan av arbeiðs- og mannagongdum á lýsingadeildini. Eisini er tað uppgávan hjá leiðaranum at vera partur av arbeiðnum at menna fyritøkuna. Herundir at seta saman nýggj produkt á lýsingarøkinum. Greinan av marknaðarkanningum og nýtslu av hesum. Profilering av fyritøkuni mót vegis umheiminum og sum heild at styrkja fyritøkuna, soleiðis at marknaðarstøðan hjá fyritøkuni kann varðveitast og styrkjast. Løn verður ásett sambært avtalu. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, so er bert at senda eina umsókn við frágreiðing um útbúgving og royndir til okkum. Ynskir tú at fáa meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Müller á tel. 341831. Tað ber sjálv andi eisini til at senda teldupost á jan@sosialurin.fo. Umsóknarfreistin er 29. desember 2009. Sosialurin Att.: Jan Müller Postsmoga 76 FO – 110 Tórshavn Til sølu- og marknaðardeild okkara søkja vit eftir nýggjum leiðara, sum kann virka fyri framhaldandi menning av inntøkugrundarlag okkara Sosialurin hevur seinnu árini vaksið um virksemið frá at vera eitt tíðindablað, til at verða størsta fjølmiðla- fyritøka í landinum. Konsernin umfatar Sosialin, Rás2 og tíðindaflutningin á heimasíðunum á portal.fo, sum er fremsta heimasíðan í Føroyum. Í dag starvast tilsamans umleið 42 starvsfólk í konsernini. StarvSlýSing Sosialurin 341800 Tórsgøta 1 Tel. 341800 www.sosialurin.fo