Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 241 - 16. desember 2009 Hans Fróði Hansen ger aftur um seg. Nýggjasta røðin av vakur leikavørum frá Hans Fróða brýtur eitt tabuiserað mark, og fer undir beltið hjá manninum og kvinnuni. Barber ing­ in verður ongantíð tann sama aftur, lovar hann Vakurleikarøkt Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fyrrverandi lands liðs leik­ ar in og núverandi trend set­ ar in, Hans Fróði Hansen, ger nú aftur um seg við vakur leikavørum. Nakað av tíð er liðin, síðan vit seinast hoyrdu nakað til Hans Fróða, sein­ ast tá tað kom fram, at hann fór undir at samstarva við amerikansku super stjørn u­ na Brandy um eina nýggja røð av smyrsl­vørum. Nú er Hans Fróði aftur á mark naðinum við nýggjum vør um til menn og kvinnur. Við nýggju røðini »Below Your Belt« fer Hans Fróði Hansen inn á ein marknað, har eingin veru liga hevur verið fyrr. Sum navnið eisini sipar til, er hetta ein vakurleikavøra til tað allarheilagasta. Nokk við flosklum og uttan umtosi. Below Your Belt er eitt nossakrem, eitt krem til intimbarberingina. Hetta er ein nýggj røð av kremi, sum til teir menn, sum vil ja brúka tað, lov ar blankar kúlur. ­ Below Your Belt er eitt heilt nýtt brand, og er tað fyrs ta á marknaðinum, sum er beinleiðis til barberingina av tí staðnum, sum eingin tosar um, men sum næstan øll »hampa« um, sigur Hans Fróði Hansen. Nýggja røðin er á ongan hátt, hóast hon er til tann erot iska partin, merkt av fúl heit. Pakningurin og merk ið sær úteftir ógvuliga stíl fult út. Stórt potentiali Hans Fróði Hansen er greið ur yvir, at hetta er ein vøra, sum flytir nøkur mørk, ikki bara í Føroyum, har lítið verður tosað um teir privatu partarnar, men eisini í øðrum londum. Tó held ur hann, at tað er eitt ótrú liga stórt potentiali í Below Your Belt. ­ Ein dama í Los Angeles spurdi meg, um eg havi gjørt nakað research áðrenn eg komi við hesari vøruni. Men man kann jú bara stað festa, at heimurin er ótrú liga stórur, og helvtin av fólku num eru menn. Í øll um førum teimum londu num, har fólk brúka peng ar upp á sjálvsrøkt, er tað ein ótrúliga stórur, ómett að ur mark naður, sigur Hans Fróði Hansen. Fýra heimspartar upp á fáar vikur Below Your Belt er nýtt fyri teimum flestu í Føroyum, men í Danmark og Skandi­ navia hevur røðin vakt stór­ an ans. Danska Ekstra Bladet valdi herfyri BYB til ársins jóla gávu, og vøran er longu komin út í fýra ymiskum heims partum. ­ Upp á heilt fáar vikur h a v a vit klárað at koma út á fýra kontinentum ­ Evropa, Norður amerika, Asia og Afrika, greiðir Hans Fróði Han sen frá. Hartil er Below Your Belt nú eisini millum uppskotini til heilar átta titlar í Danish Beauty Awards, sum verður hild ið í apríl, og sum heiðr­ ar vakurleikavørum í 25 ymisk um bólkum, millum ann að sum ársins nýggja brand. Sostatt gongur tað við rúkandi ferð við nýggju vakur leikarøðini. ­ Og at vit eru í uppskoti til Danish Beauty Awards gevur eisini brandinum ein ótrú ligan kreditt, sigur Hans Fróði. Eitt brand við stíli Below Your Belt er eitt merki, sum vendir sær til tann stílfulla mannin, í sama stíli sum Gucci, Ar mani og Hugo Boss. Eins og Playboy hevur eina kanin, hevur Below Yo u r Belt ei si­ ni eina ping vin sum symbol til merk ið. ­ Pingvinin er ein sterkur karakterur. Pingvinin er líka sum í einum klædningi, hon er sum ein gentlemaður, hon er stílfull, hon er sosial, hon er vinarlig og vísur um sorgan, og tað er hesin maður in, sum vit vilja, at mer k ið eisini umboðar, sig­ ur Hans Fróði Hansen. Ætlanin er eisini at ping­ vin in skal gerast ímyndin, sum kann nýtast til fleiri nýggj ting og til at útbyggja brandið við. Ikki til føroyska marknaðin Hans Fróði Hansen er greið ur yvir, at hetta ikki er ein vøra, sum kemur at koll velta í Føroyum, og hann staðfestir eisini, at ambi tión irnar eru ótrúliga stór ar til hetta merkið. ­ Hetta er eitt nýtt brand, sum er til so at siga allan heim in. Tað er eingin loyna, at tann føroyski mark nað­ urin ongantíð kemur at vera grundarlagið undir einum brandi sum hes­ um, og tí er het ta heldur ikki til tann før oyska marknaðin. Hetta er til allan heimin, sigur Hans Fróði Hansen. Føroyingar eru tó ikki við sviðusoð, tí Below Your Belt kann keypast á neti­ num, og sambært Hans Fróða hava fleiri fyri spurn­ ing ar verið úr Føroyum. Eisini til kvinnur Below Your Belt hevur higartil bert verið ein vøra til menn, tó at kvinnurnar eisini fáa ágóðan av tí. Men í dag kemur Below Your Belt – Woman á marknaðin, og sostatt verður nýggja vakur leikarøðin hjá Hans Fróða Hansen útbygt til eisini at fevna um hina helvt ina av heims mark­ naði num. Sostatt ger Hans Fróði Han sen enn eitt stórt upp­ lop, og er navnið Hans F. Hansen, sum hann kallar seg undir í altjóða høpi, veru liga við at sláa seg fast í móta­ og vakur leika­ heiminum. Stórt hall í flúgvingini Altjóða loftferðslufelagsskapurin IATA hevur ikki serliga góðar vónir um ta fíggjarligu gongdina hjá flogfeløgunum næsta ár. Í einari nýggjari meting roknar felagsskapurin við, at altjóða flogferðslan fer at hava einar 5,6 milliardir dollarar í halli í 2010. Tað er ein daprari meting enn tann, sum IATA kom við fyrr í ár, tí tá var metingin 3,8 milliardir dollarar. Kortini er metingin munandi betri enn úrslitið hjá altjóða flogferðsluni í ár, tí sambært teirri seinastu metingini er hallið hjá flogfeløgunum í ár umleið 11 milliardir dollarar. IATA væntar, at 4,5 prosent færri fólk fara at flúgva í 2010 enn í ár. Byggja risastóra brúgv Í gjár varð farið undir arbeuðið at byggja eina risastóra brúgv, sum skal binda tað kinesiska meginlandið saman við Hong Kong og Macao. Sambært kinesisku fjølmiðlunum verður brúgvin knappar 50 kilometrar long og tann longsta av sínum slagi í heiminum. Búgvin, sum eftir byggiætlanini skal verða liðug í 2016, fer at stytta ferðatíðina millum Zhuhai á meginlandinum og Hong Kong úr hálvum fjórða tíma í 30 minuttir, samstundis sum ferðatíðin millum Hong Kong og Macao verður stytt úr trimum tímum í ein tíma, skrivar Xinhua. Keypssamtøkan í Hoyvík Slaktarin í Hoyvík sóknast eftir Fólki at pakka at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu Vit eru deild í einum størri virki, sum er í støðugari menning. Vit sóknast eftir einum kvikum og álítandi fólki, sum er lætt at vera saman við, at pakka vørur í slaktaradeildini Arbeiðstíð: 32 tímar um vikuna, frí annan hvønn leygardag Hevur hetta tín áhuga, hoyra vit fegin frá tær við skrivligari umsókn Løn: Sambært sáttmálan við S & K Nærri fæst at vita við at venda sær til Lars Hansen, tel 314149 el. 281990 FK Hoyvík Brekkutúni 9 FO 188 Hoyvík att: Lars Hansen Blankar kúlur til jóla