Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 241 - 16. desember 2009 Á nógvum støðum kring landið finnast skipaði dagtilhald til pensjónistar. Nú verða fyrireikingar gjørdar til eitt slíkt í triðstørstu kommunu okkara Trivnaður Snorri Brend Runavík: Tað var uppruna­ liga eftir uppskoti frá sosi­ alu deild í býráðnum at málið varð tikið upp til politiska viðgerð. Sosiala deild mælti nevniliga til, at kommunan setti ein samskipara í starv hálv tíð. Hesin skuldi so samskipa og skapa karmar fyri virksemið hjá dag­ tilhaldinum og sum ætlanin annars er, at tey eldru sjálvi kunnu útfylla. Sosiala deild metti tá, at hetta kundi verða eitt tilboð sum varð opið yrkadagar millum kl. 16 og 17. Tá málið var fyri á býráðsfundi í farna mánaði var ikki frítt, at limirnir vóru hugaðir fyri uppskotinum. Sama navn Býráðið fekk hetta málið til viðgerðar frá sosialu nevnd á fundi fyrst í november mánaði. Tá varð samtykt at játta 300.000 krónur á fíggjarætlanini fyri 2010 til endamálið. Umframt at játta pen­ ingin, varð støða somuleiðis tikin til at taka upp sam­ ráðingar við Eldrafelagið Nón og Dagtilhaldið Fløva um, hvar hetta dagtilhaldið skuldi skipast. Seinni í mánaðinum varð fundur hildin við umboð fyri Dagtilhaldið Fløvi og Eldrafelagið Nón, og her vóru bæði feløgini samd í sínari niðurstøðu: Tað er upp upp til kommununa at taka avgerð um, hvar dagtilhaldið skal halda til. ­ Tað týdningarmesta er, at játtan nú var avsett til endamálið, skrivar komm­ unan á heimasíðu sínari. Umboðini fyri Fløvan løgdu dent á, at fyri tey var staðið ikki so avgerandi, men at tað hevði týdning fyri tey, um navnið “Dag­ tilhaldið Fløvi” kundi liva víðari. Út frá øllum hesum kom so eitt tilmæli frá sosialu deild, har mælt verður til at stovnseta og reka eitt kommunalt dagtilhald við heitinum ”Dagtilhaldið Fløvi”. Samstundis verður heitt á Eldrafelagið Nón um at leiga teirra hús til endamálið. Tá Sosiala nevnd hevði fund tann 25. november, og her varð samtykt at taka undir við tilráðingini frá Sosialu deild og leggja málið fyri býráðið. Dagin eftir samtykti so býráðið at taka undir við Sosialu nevnd. Tað er ein nærum nýggj kirkja í Hvalba, sum jóladag letur hurðarnar upp aftur fyri kirkjufólkinum. Seint í summar varð farið undir at umvæla kirkjuna innan, eftir at hon hevði fingið ein stóran umgang uttan. Hesa tíðina hava múrarar, snikkarar, elek­ trikkarar, smiðir og málarar lagt nógvar tímar og orku í arbeiðið í heyst og vetur, og sambært Suðuroyarportalinum er úrslitið sera snotuligt á at líta. Samstundis við hetta hevur Hvalbiar kirkja fingið eitt nýtt "look". Nógvir litir eru broyttir og vorðnir meira heitir. Sum skilst so hava tey lagt seg eftir at fáa kirkjuna so nær upprunaligu litunum aftur sum gjørligt. Umframt hetta hava benkurnir eisini fingið sítt. Teir eru málaðir og polstraðir, so teir verða betur at sita á. sb. Líkt er til, at bátarnir á Norðhavinum hava sera góðan fiskiskap í løtuni. Sambært Sandoyar­ portalinum, sum tosaði við ein av bátunum, sum royndi á Norðhav­ inum vesturi á 7 stig­ um, so hevði hesin báturin fingið 1500 pund av upsa. Tann besti báturin við einum manni fekk 3000 pund. Hann royndi norðuri á kantinum. Sum skilst fáa snellubátarnir yvir 7 krónur pr. kg. sb. Runavík fær sítt dagtilhald Hvalbingar fara í »nýggja« kirkju Upsarok á Norðhavinum Tey eldru í Runavík fáa nú sítt tilhald undir skipaðum umstøðum Dreamliner til Íslands Dreamliner, sum er tað nýggja framtíðarflogfarið hjá amerikonsku Boeing­verksmiðjuni, hevur nú verið á sínari fyrstu royndarferð. Flogið varð úr Washington til Seattle, og ferðin eydnaðist væl. Dreamliner, sum er seinkað umleið tvey ár, er tað fyrsta ferðamannaflog­ farið, sum er gjørt burtur úr koltrevjum. Tað fyrsta modellið av Dreamliner tekur umleið 250 ferðafólk, men ætlanin er at gera eitt størri modell til 330 ferðafólk. Íslendskir fjølmiðlar siga, at Boeing fer at senda Dreamliner til Íslands á royndarferð í næstum. Læra av norðmonnum Nú grønlendingar fyrireika seg til eina møguliga oljuvinnu, ætla teir eisini at fyrireika seg til teir umhvørvistrupulleikar, ið kunnu standast av oljuvinnu. Í tí sambandi hevur Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, tikið av einari innbjóðing frá norska uttanríkisráð­ harranum, Jonas Gahr Støre, um at koma til Noregs at kunna seg um, hvussu norðmenn hava gjørt. Har skal Kuupik Kleist fáa eina frágreiðing um, hvørjar royndir norðmenn hava havt, síðani tann fyrsta oljan bleiv funnin í Norðsjónum, skrivar Ritzau.