Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 241 - 16. desember 2009 Magni Laksáfoss finn­ ur seg í kravinum hjá flokkinum, at hann fyribils ikki fær fleiri dystir í fíggj­ arnevndini. – Eg vildi ikki skapa meiri splid, sigur Magni Laksáfoss Politikkur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í gjárkvøldið staðfesti Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í Degi og Viku, at Magni Laksáfoss ikki er fíggjar­ nevndarlimur í løtuni, og at Helgi Abrahamsen nú hevur tikið plássið hjá Magna Laksáfoss. Hetta varð eitt krav, sum varð sett á fundi í Sambands­ flokkinum í gjár, at øll lands­ stýrisfólkini og tingfólkini hjá flokkinum vóru til stað­ ar, undantikið Edmund Joen­ sen, sum er niðri á Fólka­ tingi. Tað var greið semja við borðið at krevja Magna Laksáfoss at fara úr fíggjar­ nevndini fyribils. – Eg hevði tvey ting at velja í. Antin at insistera at vera verandi í nevndini og skriva mítt egna álit, ella at lata varamannin hjá mær taka sessin. Eg valdi tað seinna, tí hitt kundi havt við sær, at nevndirnar skuldu veljast av nýggjum, og tað hevði borið illa til í verandi løtu, sigur Magni Laksáfoss. Hann leggur afturat, at hann ikki vildi skapa meiri splid í flokkin, og tí tók hann sína avgerð. – Hetta var ikki nøkur sjálvboðin avgerð. Tað var eitt krav frá flokkinum, ið vildi hava at fíggjarnevndar­ limirnir hjá flokkinum vóru samdir. Eg valdi at ganga við til kravið, greiðir Magni Laksáfoss frá. Kemur aftur í nevnd Tað, at Magni Laksáfoss ikki er í fíggjarnevndini, verður tó ikki ein varandi støða, tí tá fíggjarlógin er farin, verður Magni Laksáfoss aftur fíggjarnevndarlimur. – Flokkurin hevur ikki koyrt meg úr fíggjarnevnd­ ini. Eg verði aftur, tá fíggj­ arlógin er farin, slær Magni Laksáfoss fast. Kanska blonk atkvøða Men áðrenn tað verða eisini tvær viðgerðir í tinginum um fíggjarlógina, og at enda skal ein atkvøðu­ greiðsla eisini verða. Hvussu Magni Laksáfoss fer at atkvøða um fíggarlóg­ ina, hevur hann enn ikki avgjørt. – Tað er ógvuliga óvan­ ligt, at nakrar atkvøður ímóti eini fíggjarlóg, og tí fari eg helst at atkvøða blankt, sigur Magni Laksáfoss Laksáfoss góðtekur karantenu úr fíggjarnevndini Fyribils er Magni Laksáfoss ikki í fíggjarnevndini hjá Løg­ tinginum, men tað verður hann aftur, tá fíggjarlógin er farin ­ Um 10. flokkur verður fluttur úr skúlanum, er skúlin minkaður við 225 næmingum upp á trý ár. Frá 602 í 2007 til 377 næmingar 2010, siga lærarar í Tórshavnar Kommunuskúla SkÚli Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo ­ Barakkirnar verða stand­ andi til heildarætlanin er lið­ ug, hava vit fingið at vitað. Og í heildarætlanini er ein nýggjur bygningur fyri hús­ ini hjá Frk. Cohr, sum sam­ bært byggifrøðingum er í sera vánaligum standi, har miðdeildin 4.­6. flokk skal húsast. Og stóri guli bygn­ ingurin skal umvælast, líka­ mikið um 10. flokkur verð­ ur verandi her ella ikki. So pástandurin um, at skúli okkara skal útbyggjast fyri nógvar milliónir til 10nda, er rætt og slætt ikki rættur! Villleiðandi og óvirðiligt at sleingja út til almenningin. Soleiðis siga lærarar í Tórs­ havnar Kommunuskúla. Í annaðkvøld verður býráðsfundur í Havn, og tá skal endalig støða takast til, um allir tíggjundaflokkarnir í høvuðsstaðnum skulu savn­ ast í Eysturskúlanum frá næsta skúlaári at rokna. Í skrivi, sum Kommunu­ skúlin hevur sent, siga lær­ ararnir, at í hesum skúlaár­ inum undirvísa 24 lærarar okkara í 10. flokki. ­ Undirvísingatímatalið íroknað tíð fyri rættingarnið­ urskurð, leiðslu, bókasavn, KT­vegleiðing, skúlavegleið­ ing, sjúkravikartímar, van­ liga serundirvísing, serundir­ vísing vegna serligan tørv, stuðul, setursskúla, verkætl­ anararbeiði, niðurskurð fyri heimkunnleika og flokslær­ araarbeiði er tilsamans umleið 270 t/v leysliga mett, tvs. umleið 10 fulltíðarstørv bert fyri møguliga mistu 10. flokkarnar. Fyri hinar umleið 34 næmingarnar, sum vit verða færri komandi skúlaár, fáa vit sjálvandi haraftrat lut­ falsliga færri tímar tillutaðar. Tvs. altíalt umleið 13­14 árs­ verk færri, siga lærararnir. Teir siga víðari, at skúlin hevur ein triðing av lærarun­ um í niðursettum tímatali, flestu teirra arbeiða umleið 75% av fullari arbeiðstíð. Hetta merkir so sjálvandi, at talið á teimum, ið ikki verður pláss fyri komandi skúlaár, fer at liggja hægri enn ársnormurin sigur, nevnliga umleið 15­16 útbúnar lærararar. Sambært lærarunum fara næmingatølini frá 1. sep. 2010 at rokna, um 10. flokk­ ur verður tikin frá teimum, at síggja soleiðis út. ­ Fáa vit ikki endurljóð fyri sjónarmiðum okkara, so verða vit munandi færri her í skúlanum frá 1. august 2010. Næmingatalið verður umleið 377 komandi skúlaár, um vit missa 10nda. Í løtuni hava vit 491 næmingar í skúlan­ um. Tvs. 114 næmingar færri og tilsvarandi lærarastørv. Fyri at seta hetta í heild kann nevnast, at t.d. Hvalbiar skúli og Meginskúlin á Sandi hava hvør 95 og 94 næmingar í løtuni. Upp á 3 ár er skúlin minkaður við 225 næming­ um. Frá 602 í 2007 til 377 næmingar 2010, siga lærar úr Tórshavnar Kommunu­ skúla. Tórshavnar Kommunuskúli: Námsfrøðiliga grundarlagið hótt Elbilur grønlendskt navn Fyritøkan Lynx, sum millum annað ger elbilar, er komin á marknaðin við einum nýggjum elbili, sum hevur fingið tað grønlendska navnið Nanoq, ið merkir ísbjøårn. Elbilurin kemur á marknaðin, nú ST­veðurlagsráðstevnan er í Keypmannahavn, og navnið á bilinum er eisini hóskandi í sama høpi. Talsmaðurin hjá Lynx Cars, Brian Hoehl, sigur við KNR, at tey hava valt at kalla bilin Nanoq, tí ísbjørnin er ímyndin av, hvussu umráðandi tað er at varðveita eitt veðurlag, sum tryggjar, at ísbjørnini verður lív lagað. Lágorkuhús lønandi Í Danmark vísa útrokningar, at hóast tað er nógv dýrari at byggja eini lágorkuhús enn eini vanlig sethús, kann tað loysa seg fíggjarliga longu eftir tað fyrsta árið. Sagt verður, at hóast eini 150 fermetrar stór lágorkuhús við jarðhita, orkupumpu, lágorkuvindeygum og eyka bjálving kosta umleið 400.000 krónur meiri enn eini vanlig sethús frá 1970­árunum, so er tað skjótt at vinna meirkostnaðin inn­ aftur við minni orkurokningum. Longu tað fyrsta árið eru pengar at spara, og sparingarnar verða eftir øllum at døma uppaftur størri tey næstu árini, sigur búskaparfrøðingurin Elisabeth Toftmann Asmussen við Jyllands­Postin.