mikudagur 16. desember 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 241 - 16. desember 2009
Kl. 11 fyrrapartin
hand aði Jóannes
Eides gaard Anfinni
Kalls berg eina íløgu
æt lan fyri 2010 – utt
an eina krónu til
tunlar nar norður um
Fjall. – Eg havi tapt
het ta slagið, ásannar
An finn Kallsberg.
Størsti knúturin er
so statt loystur, og
sam gong an tykist
vera komin á mál við
kom andi fíggjarlóg.
Fíggjarlóg
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
- Eg má bara staðfesta, at
politisk ur
meiriluti
ikki
fæst fyri tunlunum norður
um Fjall.
Tað var ikki ein stoltur og
upp rættur fíggjar nevnd ar-
fo r maður, sum vit fingu
orð ið á fyrrapartin. Anfinn
Kalls berg var á veg suður
til Havnar, og í Havn bíðaði
fíggjar málaráðharrin
og
javn að ar leiðarin
Jóannes
Eides gaard við eini sam-
gongu semju fyri fíggjar-
lógina 2010, sum ABC-
flokkar nir komu ásamt um
eftir drúgt fundarvirksemi
allan mánadagin.
Bardist til tað
seinasta
Anfinn Kallsberg bardist til
tað seinasta fyri at fáa
peng ar til tunlarnar norður
um Fjall á komandi fíggjar-
lóg, væl stuðlaður av sínum
politiska
lærusveini
og
eftir manni á fólka floks-
trónu ni, Jørgen Nicla sen.
Men
Sambands flokk ur in
og serliga Javnaðar flokk ur-
in noktaðu at játta pening
til tunlarnar norður um
Fjall, og valdsmikli leiðarin
í fíggjarnevndini ásannar
sítt niðurlag.
- Fyri at vera púra erligur,
so sat eg allan mánadagin
og kravdi, at samgongan
játtaði pening til tunlarnar
norð ur um Fjall, men meiri-
luti fekst ikki fyri hesum,
hóast løgtingið hevur sam-
tykt hesa verkætlan, sigur
Anfinn
Kallsberg.
For-
maður in í fíggjarnevndini
hevur valt at halda fram og
fer nú at skriva fíggjar-
nevndarálit við støði í hesi
semju.
- Eg kundi havt tikið meg
aftur í protest og sett meg
uttan fyri alla ávirkan, men
so eru tunlarnir farnir fyri
altíð. Í staðin havi eg valt at
viðurkenna, at eg havi tapt
hetta slagið, og so má eg
arbeiða víðari við málinum,
tá samgongan fyrst í nýggja
ári num fer at gera eina
lang tíðar íløguætlan fyri
kom andi tíggju árini, sigur
Anfinn Kallsberg í tele fon-
ini á veg til Havnar, áðrenn
hann kl. 11 skuldi hitta
Jóan nes Eidesgaard.
Seinasti knúturin
loystur
Sostatt fer Anfinn Kalls-
berg nú at skriva álit saman
við meirilutanum í fíggjar-
nevndini við støði í teirri
sem ju,
sum
samgongan
kom fram til mánadagin.
Fíggjar nevndin fer at leggja
álit fyri tingið fyrsta dagin,
og sostatt bendir alt á, at
sam gongan loksins er kom-
in á mál við fíggjarlógini.
Jóannes Eidesgaard vátt-
ar, at játtanin til tunlarnar
norður um Fjall hevur verið
tann heilt stóri knúturin
seinas tu dagarnar. Og í
sam talu
við
undirritaða
mána kvøldið kundi for-
maður in í Fólkaflokkinum,
Jørgen Niclasen, ikki siga,
at samgongan endaliga var
komin á mál, soleiðis sum
løg maður annars vildi vera
við í Degi og Viku mána-
kvøldið. Men fyrrapartin í
dag var Eidesgaard iva leys-
ur.
- Nú fær Anfinn tølini
fyri 2010, sum samgongan
er komin fram til, og so er
arbeiðið liðugt fyri mítt
vi ð komandi, segði Jóannes
Eides gaard,
áðrenn
teir
báðir tungvektararnir, ann-
ar á brúnni í fíggjar mála-
ráðnum og hin í fíggjar-
nevnd ini, hittust um ellivu
tíðina.
- Samgongan hevur fleiri
stórar íløgur á skránni, m.a.
skúladepilin í Marknagili
og landssjúkrahúsið, og vit
vildu umganga at binda
lands kassan
við
fleiri
nýggj um
íløgum,
sigur
Jóannes Eidesgaard.
Kallsberg vs.
Eidesgaard
Ósemjan
um
tunlarnar
byrjaði við fyrstu viðgerð
fyrst í oktober, tá fíggjar-
mála ráðharrin bar sítt upp-
skot niðan í tingið uttan
pengar til tunlarnar norður
um Fjall og undir sjóvar-
tunnil in
til
Sandoynna.
Eides gaard vann slagið.
Kalls berg tapti. Og sa m-
gongan sær út til at yvirliva.
Fakta um
fíggjar
lógina:
Sambært semjuni í sam-
gonguni verður hallið
798 milliónir. Íløgu
karm urin verður 213
millión ir, og útreiðslu
karm urin verður 4,7
milliard ir. Fíggjar-
nevnd in handar
tinginum álit fyrsta
dagin, og hesi tøl kun nu
væl at merkja broyt ast
við aðru og triðju
viðgerð.
Kallsberg ásannar tapið
Minni blokkur størri útlát
Skulu grønlendingar økja sínar inntøkur so nógv, at landið
kann klára seg uttan blokkin úr danska ríkiskassanum, fer
tað at hava við sær, at tað grønlendska útlátið av CO2 verður
tvær ferðir størri, enn tað er nú. Tað segði Kuupik Kleist,
landsstýrisformaður, á tíðindafundi í gjár. Hann segði, at
blokkurin svarar til 40 prosent av grønlendsku fíggjarlógini,
og skal Grønland fíggja somu upphædd, fer tað økta
virksemið at tvífalda CO2-útlátið. Tí vil Grønland hava eina
veðurlagsavtalu, sum tryggjar, at landið ikki verður rakt
fíggjarliga, tá tað fer at úbyggja ídnaðin.
Anfinn Kallsberg í tinginum
fyrrapartin í dag, eftir at hann hevði
ásannað sítt niðurlag. – Eg sat allan
mánadagin og kravdi pening til
tunlarnar norður um Fjall, men eg
má bara staðfesta, at meiriluti ikki
er fyri hesum, sigur formaðurin í
fíggjarnevndini
Mynd: Jens Kristian Vang