Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 241 - 16. desember 2009 - Við nýggja virkis- bygninginum hava vit økt um fram- leiðsluorkuna, og vit royna alla tíðina at gera okkum betri, soleiðis at arbeiðs- umstøðurnar og arbeiðsgleðin verður varðveitt og gerst enn størri, sigur Jens Martin Knudsen. Vaðhorn Seafood hevur tvífaldað talið av arbeiðsfólki seinastu 4-5 árini Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað gjørdist ikki nakar koddi fyri saltfiskavirkið Vaðhorn Seafood á Strond­ um, at virkið í 2003 varð kosið at vera Ársins Virki í Føroyum. Síðan henda dag er fram­ leiðslan økt og nútímans­ gjørd, og í summar tók felagið eisini í nýtslu nýggjan virkisbygning, har øll skeringin nú fer fram. Seinastu 4­5 árini er talið av arbeiðsfólki á salt­ fiskavirkinum umleið tví­ faldað og tey, sum standa aftanfyri virkisraksturin, hava góðar vónir um eitt gott komandi ár. Størri nøgdir Jens Martin Knudsen, virkisleiðari á Vaðhorn Seafood, sigur, at felagið í ár hevur keypt sløk 4.000 tons av ráfiski, men hann væntar, at nøgdirnar kom­ andi ár verða væl størri. ­ Við nýggja virkisbygn­ inginum hava vit økt um framleiðsluorkuna, og vit royna alla tíðina at gera okkum betri, soleiðis at arbeiðsumstøðurnar og arbeiðsgleðin verður varð­ veitt og gerst enn størri. Virkisleiðarin sigur, at nú felagið hevur tikið í nýtslu nýggja framleiðsluhøll og ráfiskagoymslu, hava tey eisini í tøttum samstarvi við smiðjuna hjá MEST í Runavík, fyrrverandi FJM, roynt at gera framleiðslu­ gongdina so rationella sum gjørligt. Meiri er at lesa um nýggju tøknina í hinari greinini á hesi opnu. Støðugari veiting Bygningurin, sum er bygdur aftrat gamla virkinum, er umleið 1100 fermetrar stórur, og her fer øll skering fram, eins og ráfiska­ goymslan nú eisini er í hesum bygningi. Jens Martin Knudsen vísir á, at tá kappingin um ráfiskin og marknaðin annars er hørð, er neyðugt at gera seg uppaftur betri og meiri kappingarføran. Hann sigur, at neyðugt er við einari ávísari stødd á framleiðslu, tá kappingin ger, at avlopið fyri hvørt kilo av ráfiski er minni. ­ Útbyggingin av virk­ seminum merkir eisini, sigur virkisleiðarin, at Vað­ horn Seafood kann hava eina støðugari veiting til viðskiftafólkini úti í heimi. Út við 100 fólk Virkisleiðarin sigur, at tey á Vaðhorn taka framtíðina sum eina avbjóðing, har tey saman við tí arbeiðsfólki, sum er grundarlagið undir virkseminum, síggja ljóst upp á tíðina, sum liggur fyri framman. Út við 100 fólk eru á Vaðhorn Seafood í nýggjum - Neyðugt er alla tíðina at gera seg betri, tá kappingin um ráfiskin og marknaðin er hørð, sigur virkisleiðarin, Jens Martin Knudsen, sum sær ljóst upp á framtíðina hjá virkinum á Hulki Minni kvotur í ES Fiskimálaráðharrarnir í ES­londunum eru vorðnir samdir um at skerja tær flestu kvoturnar næsta ár. Semjan ber í sær, at kvoturnar á toski, hýsu og tungu minka millum 20 og 25 prosent samanborið við kvoturnar í ár. Sum nakað nýtt hava ráðharrarnir samtykt at loyva skipum at fiska 7.000 tons av ansjósum í Biscaya­ víkini næsta ár. Hesin stovnurin hevur fingið frið í fleiri ár, men hevur nú ment seg aftur. Hvat Norðsjónum viðvíkir, er semjan millum ráðharrarnar bara fyribils, til ES hevur fingið eina avtalu við Noreg um har fiskiskapin í 2010, skrivar DR.