Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 16. desember 2009 15 Á vælskipaðari mótmælis­ gongu á altjóða manna­ rættindadegnum (10. dec) vístu næmingar okkara á, at teir fegnir vilja vera hoyrdir í spurninginum um, hvar teir skulu ganga í skúla, skuldu teir valt at farið í 10nda flokk. Teir vístu á, at tað týdningar­ mesta fyri teir er, at hava eitt veruligt val. Sum lærari kanst tú ikki vera annað enn errin og rørdur av at síggja, hvussu væl tiltakið eydn­ aðist, tí er nakað, sum fløvar lærarahjartað, so er tað næmingar, ið vísa initiativ Næmingar okkara hava verið fantastiskir! Tíðliga í hesum skúlaárin­ um kom í bløðini lesara­ bræv frá tveimum gentum, sum gingu í 10nda flokki okkara seinasta skúlaár. Genturnar heittu á Tórs­ havnar Býráð um ikki at taka møguleikan frá øðrum næmingum at fáa sama positiva 10nda floks upp­ livilsi, sum tær høvdu havt. Nakað út á heystið setti drongur, sum gongur í verandi 10nda flokki, eisini eitt bræv í bløðini, har hann heitti á býráðspolitik­ ararnar um ikki at taka møguleikan frá yngru næmingum skúlans at fáa sama kjansin, sum hann hevði fingið – at ganga í 10nda flokki á Kommunu­ skúlanum. Nú hava næmingar okk­ ara handað borgmeistaran­ um eina áheitan, har teir vísa á, at teir vilja vera hoyrdir í hesum málinum. Tað er teirra skúlagongd, sum stendur upp á spæl, vísa teir á. 10ndi á Facebook Vit stovnaðu ein áhugabólk á Facebook fyrst í decemb­ er, tí vit hildu, at næming­ arnir um ikki annað, áttu at fáa eitt stað, har teir kundu kjakast um sína støðu. Eitt er tutlið í krókunum, nakað heilt annað er eitt opið kjakfora á internetinum. Bólkurin eitur “Lat 10nda verða verandi á Kommunuskúlanum”. Í skrivandi stund eru næstan 750 limir í bólkin­ um. Stórur partur av hesum fólkum eru næmingar, sum ganga í skúlanum; men gamlir næmingar hjá okk­ um hava eisini víst sín stuðul, og tað er fløvandi at síggja hjá okkum lærarum. Bólkurin er opin ... tí er tað ikki betri at kjakast opið og erligt um henda stóra spurningin, ið fær so avgerðandi avleiðingar fyri skúlaskapin í Tórshavnar Kommunu? Er tað ikki betri at siga opið og erligt, hvat tað er man ætlar, so fólk ikki noyðast at gita seg fram í spurninginum um breyta­ tilboð, bygningsrenovatión og býarplanlegging? Einasti teksturin, sum vit hava lagt út á stevnuna er hesin: Tórshavnar býráð arbeiðir við eini ætlan at samla allar næmingarnar í komm­ ununi í eina 10nda floks eind. Men hugurin er ikki til at byggja bygningin, har næmingarnir skulu ganga. Mentamálaráðið góðtekur hvørki, at 10nda floks dep­ ilin skal hava egna leiðslu, soleiðis sum býráðið ætlaði sær tað, ei heldur verður góðtikið, at lærararnir skulu arbeiða við hesum árganginum burturav. Kortini ætlar býráðið at savna allan árgangin ­ fyribils, verður sagt ­ á Eysturskúlanum. Á Kommunuskúlanum eru vit hart ímóti hesi avgerð, tí vit meina ikki, at hædd verður tikin fyri pedagog­ isku og undirvísingarligu royndunum, vit hava upparbeitt seinastu 6 árini, tá ið vit hava lagt okkum eftir at gera eitt øðrvísi tilboð til næmingarnar í 10nda flokki. Vit halda, at næmingarnir (og foreldur teirra) hava uppiborið møguleikan fyri einum veruligum vali, soleiðis at tey kunnu velja skúlan, sum teimum dámar best. Soleiðis at tey kunnu velja tann skúlan, sum tey meina gevur bestu brúgva­ byggingina millum fólka­ skúla og miðnám. Hetta valið ætlar býráðið at taka frá foreldrum og næmingum við at sava allan árgangin á einum stað. Einamest stúra vit fyri, at 10nda floks tilboðið verður útvatnað og um fá ár er í vanda fyri at detta niður­ fyri, um tað ikki eru minst tveir skúlar í Havnini, sum bjóða 10nda flokki eitt tilboð. Soleiðis, sum vit síggja tað, er ikki neyðugt at halda eitt høgt støði í pedagogikkin­ um og undirvísingini, um vit einans hava 10nda flokk á einum staði í Havnini. Tað verður óneyðugt, tí teir næmingarnir, sum ætla sær í 10nda flokk jú einans hava eitt stað at fara. Støðan fer tá at minna nakað um støðuna, Atlantic Airways til dømis hevur ­ tað er ikki neyðugt at hjúkla serliga nógv um viðskiftafólkini, tí tey hava ongan annan møguleika at sleppa loftvegis av landinum kortini ... Í stuttum halda vit, at tað ger meiri skaða enn gagn at savna allan 10nda floks árgangin á einum stað í Havnini. 17. december kl. 18.00 verður almennur býráðs­ fundur, har ætlanin er at fáa avgerðina staðfesta at leggja 10nda flokk í Havnini inn undir Eysturskúlan, sjálvt um tað ikki var tað, sum býráðið samtykti í 2007. Býráðið samtykti í 2007: 1) At byggja ein skúladepil til 10nda flokk, sum ikki var knýttur at nøkrum øðrum skúla, 2) sum hevði egna leiðslu, ið ikki hevði leiðsluábyrgd á øðrum stað 3) við lærarum, sum fyrst og fremst undirvístu burturav við hesum árganginum. Býráðið samtykti eisini, at koyra árgangin inn í Eystur­ skúlan ­ fyribils ­ um treyt­ irnar fyri "egnari leiðslu" og lærarum blivu uppfyltar! Tær treytirnar verða ikki uppfyltar ­ og tað hava vit, sum varða av 10nda flokki á Kommunuskúlanum, eisini víst á fleiri ferðir. Tað er okkara vón við hesum bólkinum, at tað eydnast fáa lagt trýst á býráðið at taka málið upp til nýggja viðgerð, soleiðis at atlit verða tikin til pedagogikk og undirvísing ístaðin fyri sum nú, at kjakið einamest snyr seg um betong og bygningar, tí vit halda, at næmingarnir og foreldur teirra hava uppiborið betri. Bergur Rasmussen & Petur Reinert Næmingar okkara hava verið fantastiskir Undirritaðu foreldraumboð í Tórshavnar Kommunuskúla heita við hesum á Tórshavnar Býráð um at fáa í lag ein ahoyring um ætlanirnar at umskipa 10. flokk í Tórshavn, áðrenn endalig avgerð verður tikin 17. desember 2009. Vit eru nústani vorðin varug við, at avleiðingarnar av hesum kunnu gerast sera umfatandi fyri Kommunuskúlan, samstundis sum vit ikki kenna tilboðið, ið ætlanin er at seta í verk í eysturskúlanum, um býráðið samtykkir at savna allar 10. floks næmingarnar í Eysturskúlanum. Vit krevja hoyringina sambært fyristingarlógini, sum ásetir, at avgerðir, ið eru tyngjandi fyri borgaran, skulu sendast til hoyringar hjá teimum, sum avgerðin fær avleiðingar fyri. Vit vísa í hesum sambandi á, at tá ið ein líknandi ætlan varð sett í verk á Bornholm, vórðu foreldur og næmingar hoyrd. Vit heita á Tórshavnar Býráð um at vísa okkum hesa virðing. Vinarliga Foreldraumboð í Tórshavnar Kommunuskúla Áheitan um hoyring viðmerkingar