mikudagur 16. desember 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 241 - 16. desember 2009
tíðindi
Oljufeløg
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað er skjótt eitt hálvt ár
síðani, at nýggja nevndin í
Atlantic Petroleum tók við.
Síðani tá eru stórar broyt
ingar hendar í felagnum.
Fíggjarstjórin segði seg úr
starvi, og forstjórin varð
biðin um at fara. Undan tí
vórðu tríggir av nevndarlim
unum skiftir út. Nýggjasta
hendingin í felagnum er so
tann, at tað hevur eydnast at
fáa 180 mill. kr. Í nýggjum
partapeningi.
Í farnu viku var nevndar
og strategifundur í Keyp
mannahavn, og tá varð
roynt at taka samanum og
seta út í kortið av nýggjum.
Vit
hittu
nevndarfor
mannin undan fundinum.
Nýggi nevndarformaður
in Birgir Durhuus er fegin
um ta arbeiðsuppgávu og
álit hann hevur fingið litið
upp í hendi. Hann ber ikki
ótta fyri at fara undir tær
bæði krevjandi og spennandi
avbjóðingar, sum liggja fyri
framman. Hann hevur sjálv
ur drúgvar royndir í fíggjar
verðini. Nýggja álitisstarvið
krevur av honum, at hann
evnar hetta at síggja møgu
leikar samstundis sum man
hevur bæði bein trygt á
jørðini.
Hann kendi lítil til felag
ið, áðrenn hann varð biðin
um at átaka sær ta stóru
uppgávuna at standa á odda
fyri felagnum.
Fíggjarligir
trupulleikar
Tað felagið eg kom til var
eitt Atlantic Petroleum við
stórum trupulleikum, sum
skuldu loysast her og nú og
áðrenn nakað annað kundi
gerast. Skuldin var vorðin
ov stór, og skuldin varð ov
stuttfreistað. Tað ber ikki til
hjá einum felag, sum ætlar
at liva uppá longri sikt at
blíva við til at rulla eina
stuttfreistaða skuld framm
anfyri seg.
Tað var tí at fáa tær báðar
uppgávurnar loystar, áðrenn
hugsingur var um at gera
nakað annað hjá nýggju
nevndini, sum fór til arbeið
is í juli.
Kreditorarnir, teir før
oysku
peningastovnarnir,
føroyskar tryggingar og
privatpersónar, høvdu eis
ini sett sum krav fyri at
halda fram í Atlantic Petro
leum, at skuldarmálið bleiv
loyst. Eitt nú høvdu teir lagt
restriktiónir í, hvat felagið
slapp at fyritaka sær, og
høvdu teir eisini sett krøv
til nevndarbroyting. Og tí
var uppgávan hjá nýggju
nevndini sera greið.
Væl nøgdur
Og nú tað nærkast ársenda
er nýggi nevndarformaðurin
rímuliga væl nøgdur. –Vit
hava minkað skuldina við
út við 200 mill. kr., og tað
er til at føla uppá hjá slíkum
felag. Vit eru sostatt komin
til eitt støði, har tað ber til
at arbeiða út frá verandi
skuld. Í sambandi við kapi
talhækkanina søgdu teir
báðir kreditorarnir, sum nú
eru eftir, Føroya Banki og
Eik, at eydnaðist hon, so
vildu teir síggja positivt
uppá at leggja skuldina um
frá stuttfreistaðari til lang
freistaða.
Og tá tað er komið uppá
pláss, so eru eisini trupul
leikarnir við sjálvum kapi
talstrukturinum loystir.
Tá hava vit eitt felag,
sum hevur rættiliga stóra
inntøku uppá umleið 30
mill. kr. um mánaðin, sum
hevur lítlar útreiðslur og
sum hevur ein kapitalstrukt
ur, sum ger, at man veruliga
kann byrja at arbeiða aftur.
Tað varð so eisini tað
stuttfreistaða
málið
hjá
nýggju nevndini at gera
felagið arbeiðsført aftur.
Sterkir og veikir
Birgir Durhuus viðgongur,
at meðan teir eru vornir
sterkir á kapitaløkinum, so
eru teir veikir, tá tað snýr
seg um at brúka pengarnar.
Við hesum sipar hann fyrst
og fremst til at kunna fara
undir nýggja leiting eftir
kolvetnum.
Sum støðan er nú so
verða inntøkurnar brúktar
til at niðurgjalda skuld.
Men eitt oljufelag er til
fyri at finna og framleiða
olju, og tað brúka vit sjálv
andi orku til. Vit hyggja tí
eisini eftir, um vit hava tey
røttu fólkini til tað vit ætla
okkum. Og her hevur man
longu sæð avleiðingar, har
tað er broytt í uppstilling
ini.
Í løtuni verður kannað,
um tað ber til at økja um
inntøkurnar rundan um tey
felt, har felagið arbeiðir í
dag. Har eru møguleikar
ásannar nevndarformaður
in. Bransjan í dag er
soleiðis háttað, at nógv
feløg hava lítið av pengum
men nógv leitiloyvi. Møgu
leikarnir at koma inn í
leitiloyvi eru til steðar, men
tað er sera umráðandi, at vit
hava eina strategi, soleiðis
at tað vit gera er rætt og
kastar nakað av sær leggur
hann aftrat.
Atlantic Petroleum fram
leiðir í løtuni úr tveimum felt
um, sum eru rættiliga stabil.
Tey eru Ettrick og Chesnut.
Tað, sum liggur næst fyri hjá
felagnum í 2010, er at seta
hol á enn eitt felt, Blackbird,
sum liggur tætt við Ettrick
feltið. Har verður so boraður
ein
avmarkingarbrunnur.
Spurningurin hevur verið,
um ein skal gera eina side
trackboring frá Ettrick ella
um man skal fara inn við
nýggjum palli. Helst verður
talan um eina síðusporboring
frá Ettrick.
Nýggjar goymslur
Nýggi nevnarformaðurin í
Atlantic Petroleum viðgong
ur, at høvuðstrupulleikin í
dag er ikki tann fíggjarligi
men komandi goymslur. –
Vit hava eina avmarkaða
framleiðslu og vita, nær vit
enda hesa. Vit verða tí
noydd til at tryggja, at vit
fáa eina framleiðslu, sum
kann koma ístaðin fyri ta
verandi, tá hon steðgar.
Hetta er nakað, sum arbeitt
verður við og sum skal vera
komið uppá pláss helst innan
fyri eitt hálvt ár. Tey kanna
eisini aðrar møguleikar eitt
nú at fara uppí onnur samtøk.
Birgir Durhuus váttar, at tað
eru aðrir møguleikar á markn
aðinum, men tey eru fyrst
noydd at hava eina heildar
strategi.
Leita við Føroyar
Hvussu eru so útlitini fyri,
at felagið verður við í leit
ing við Føroyar komandi
árini?
Birgir Durhuus sigur, at
tað er framvegis eitt av
teirra málum at vera við til
at leita eftir olju í Føroyum,
tó at hetta ikki er tað, sum
stendur næst fyri. Felagið
er saman við norska Sagex
í tveimum loyvum, sum júst
eru longd, og har seismikkur
verður tulkaður í løtuni.
Roynt verður at búna hesi
loyvini og síðani kanna, um
til ber at fáa onnur feløg
uppí fyri á tann hátt at
minka um váðan hjá bæði
Atlantic
Petroleum
og
Sagex. Haraftrat er felagið
við í tveimum loyvum, har
Statoil er fyristøðufelag.
Taka vit samanum, so
hevur Atlantic Petroleum
loyst
sínar
avbjóðingar
Atlantic Petroleum fyrir
Kapitalhækkingin er komin undir land.
Nú ræður um at umleggja stuttfreistaðu
skuldina til langfreistaða. Oljufólk
hava fingið størri leiklut í felagnum.
Høvuðsdentur verður nú lagdur á
at menna felagið til at finna nýggjar
oljugoymslur. Sosialurin hevur tosað
við nýggja nevndarformannin Birgir
Durhuus um framtíðina
Nevnd og leiðsla í Atlantic Petroleum á strategifundi í Keypmannhavn. Aftast fv. Birgir Durhuus, nevndarformaður, Jan Evensen, nevndarlim
skrivstovufólk, Alyson Harding og Richard Hardmann úr Bretlandi, Diana Leo, nevndarlimur og Sigurd í Jákupsstovu, stjóri