Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 16. desember 2009 17 tíðindi reikar seg til framtíðina uppá stutt sikt, men uppá longri sikt er einki broytt hjá felagnum. Felagið verð­ ur tí tvungið til at fáa eina portefølje, sum sær betri út uppá 3 til 5 árs sikt. Tað er hugaligt at framleiða olju við verandi prísi, men fyri hvørja tunnu vit taka upp, eiga vit tað minni. Tí mugu nýggjar goymslur finnast. Oljufólk í felagið Nevndarformaðurin sær tað eisini sum nakað positivt, at tey hava fingið nakað av leitingaroljufólki inn í felagið, eitt nú við nýggja nevndarliminum Jan Even­ sen. Eisini hevur man styrkt oljupartin í dagliga arbeið­ inum, nú Sigurð í Jákups­ stovu er vorðin stjóri. So oljufólkini verða koyrd meira í stilling nú. Birgir Durhuus viðgongur, at tað hevur helst verið eitt mistak, at felagið ikki hevur lagt størri dent á at fáa leitifólk við í felagið. Uppá fyrispurning um tað var so neyðugt at sleppa sær av við stjóran í felag­ num, sum hevur verið við øll 10 árini frá byrjan sigur nevndarformaðurin, at tingini eru broytt ótrúliga nógv hesi árini. Tað er ein ómetaliga stórur munur at byrja frá ongum og skula byggja upp eina framleiðslu og síðani til at skula vera ein kombinatión av einum framhaldandi oljuleitinga­ rfelag og einum framleiðslu­ felag við tí stóra váða tað hevur. Her fær tú brádliga eina rúgvu av nýggjum váða inn í myndina, bæði við prísi, valuta oø. At tað krevur kanska eina aðra eks­ pertisu enn eina til at starta upp eitt oljufelag. ­ Vit hava hugt sera nógv frameftir, tá vit hava evalu­ erað okkara manning og hava mett, at tað var eitt gott hugskot at fáa oljufólk heilt fram í oddin á felag­ num. Nevndin hevur fyribils sett Sigurð í Jákupsstovu í stjórasessin, men tað er ikki vist, at tað verður hann í framtíðini. Samráðingar eru við aðrar persónar, og verður tað neyðugt at taka onnur fólk inn í felagið, so verður tað gjørt. So nevndin hevur fingið sær fullkomi­ liga fríar hendur til at sam­ anseta manningina soleiðis, sum hon heldur vera opti­ malt til tær avbjóðingar, ið eru fyri framman. Bíða ikki við broytingum ­ Er tað ikki sera óheppið fyri eitt felag sum Atlantic Petroleum so stutt eftir, at fólk og feløg hava sett nýggjan partapening í felag­ ið, at bráddliga fara tveir í leiðsluni úr felagnum! ­ Tað er sjálvandi óheppið. At fíggjarstjórin fer, tí hann fær eitt gott tilboð gerst ikki við. Men tá ein nevnd hevur tikið eina avgerð um at broyta nøkur viðurskifti, so eigur man ikki at bíða við tí. ­ Man tað ikki kennast svárt hjá Wilhelm Petersen at skula fara, nú hann hevur verið við at byggja felagið upp frá byrjan, og nú felagið skal heysta ágóðan av m.a. hansara arbeiði, og ikki skal sleppa at vera við í víðari menningini? ­ Tað er nú einaferð soleiðis, og tað fevnir um okkum øll, antin vit sita í eini nevnd ella eini leiðslu, tað er altíð onkur, sum situr omanfyri. Og um tann hevur eina meining um, at felagið er betri kent við, at vit ikki eru har, so eru tað einaferð korini vit arbeiða undir. Ein nevnd er fyrst og fremst til fyri at seta og loysa stjórar úr starvi. Um ein ikki megnar at taka slík­ ar avgerðir, eigur man ikki at lata seg velja í eina nevnd. Birgir Durhuus vísir á, at tá kapitalhækkanin var lið­ ug og arbeiðið við kapital­ strukturinum komið uppá pláss hevur tíðin verið brúkt til at hyggja frameftir, hvat fyri ressursir felagið hevur brúk fyri. ­ Har var okkara metan, at vit høvdu tørv á eini aðrari typu av leiðslu enn tann, sum hevði verið. Tað kann man sjálvandi vera ósamdur í ella ikki, men tað hevði so við sær, at partarnir skiltust. Wilhelm Petersen veit nógv og hevur nógvar kontaktir, og í tann mun hann hevur nakað at geva, so fara vit eisini brúka hann. Útilokar ikki samanlegging ­Er Atlantic Petroleum eitt so mikið sunt felag í dag, at tað hevur ikki tørv á at hugsa um møguliga saman­ legging við annað felag í framtíðini? ­ Soleiðis vil eg ikki síggja tað. Tað er avgjørt ein vegur fram. Vit vita, hvat vit hava gjørt og eru komin fram til, men vit vilja sera gjarna tryggja okkum, at vit hava framleiðslu uppá longri sikt. Og ein máti er at fara saman við feløg, sum hava tað. Tí vil eg als ikki útiloka, at tað kundi verið ein optión fyri felagið eisini. Tað kann oftani vera ein lættari máti enn at skula fara út og keypa seg inn hjá øðrum feløgum. ­ Merkir alt hetta, at partaeigarar í felagnum og fyritøkur, sum byggja síni úrslit á støðuna hjá Atlantic Petroleum kunnu kenna seg trygg við sína íløgu? ­ Ger man íløgur fyri at vera 100% tryggur, so skal man keypa obligatiónir. Partabrøv hava væl eitt lægri mark fyri, hvussu tryggan tú skal kenna teg. Men í mun til hvussu trygg­ ur man kundi kenna seg sum partaeigari í Atlantic Petroleum fyri 3­4 mánað­ um síðani, so haldi eg avgjørt, at tað er orsøk til at kenna seg munandi tryggari í dag sigur nevndar­ formaðurin í Atlantic Petroleum, Birgir Durhuus í samrøðu við Sosialin. Strategifundur í Keypmannahavn Atlantic Petroleum hevði herfyri nevndar­ og strategi­ fund í Keypmannahavn. Á fundinum var øll nevndin, Birgir Durhuus, Jan Evensen, Diana Leo, Mortan Johannesen og Poul Mohr. Harumframt luttóku Richard Hardman og Alyson Harding úr Bretlandi. Høvuðsevnið á fundinum var, hvussu til ber nú aftaná kapitalhækkanina at menna og vaksa um felagið. Birgir Durhuus sigur í stuttari viðmerking, at enn vantar tó at fáa avtaluna um framtíðar fíggjarviðurskiftini endaliga uppá pláss við verandi lánsveitarar, men tey hava góðar vónir um, at hetta fer at at henda í næstum. Hetta er tað týdningarmesta fyri Atlantic Petroleum uppá styttri sikt, tí tað er avgerandi fyri, hvussu stórar musklar felagið hevur at ráða yvir, nú fokus aftur er á framtíðina hjá Atlantic Petroleum. Á fundinum greiddi tann nýggi stjórin, Sigurd í Jákups­ stovu frá teimum ítøkuligu vakstrarmøguleikum felagið hevur uppá styttri sikt. Nevndin hevur givið leiðsluni mandat til at seta onkrar av hesum verkætlanum í gongd, treytað av, at fíggjarviðurskiftini koma uppá pláss. mur, Mortan Johannessen, nevndarlimur og Poul Mohr, nevndarlimur. Fremst fv. Irena Nolsoy, Mynd Símun Jóanesarsson. Birgir Durhuus, nevndarformaður í Atlantic Petroleum Mynd Símun Jóannesarsson