mikudagur 16. desember 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 241 - 16. desember 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Statsautoriseraður
revisor
Jóhannes Færø stóð tann
23. november 2009
royndina sum statsautori
seraður revisor. Jóhannes
er ættaður úr Klaksvík og
er í dag 29 ára gamal.
Hann byrjaði í 2000 at
arbeiða sum grannskoðari
hjá Rasmussen & Weihe í
Tórshavn, og starvaðist
har í tvey ár. Síðani fór
hann í starv hjá altjóða
grannskoðanarfyritøkuni PricewaterhouseCoopers í
Keypmannahavn, har hann framvegis er í starvi. Í 2006
fekk hann prógv sum cand.merc.aud á
handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
Axel Mortensen, vanligur nevndur Akka, fer til gravar
úr Vesturkirkjuni hósdagin klokkan 13. Tey, ið vilja
lata blómur ella krans, kunnu lata Vesturkirkjuni eina
gávu.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takk til øll tykkum, sum gjørdu
mær 75 ára føðingardagin so hugnaligan.
Takk fyri nógva góða hjálp, gávir
og heilsanir.
Eini gleðilig jól í Jesu navnið.
Heilsan
Fía Johannessen, Nes
Hósdagin 17. desember
letur málningaframsýningin
“Nýggjar leiðir” hjá Sofusi
Poulsen
upp
í
LM
Handlinum á Kambsdali.
Á framsýningini eru 10
málningar, sum eru málaðir
í heyst. Myndevnini eru
ymisk, og hóast litirnir eru
ljósir, eru myrkir ravnar eitt
gjøgnumgangandi tema í
málningunum. Hóast fram
sýningin letur upp hósdagin,
verður ferniseringin leygar
dagin.
Framsýninginum
hjá
Sofusi heldur fram til jólar.
Opið er, tá LMHandlilin er
opin.
-red
Sofus Poulsen á Kambsdali
Sofus Poulsen við einum av málningunum sum verða á framsýningini
Mynd: Jens Kristian Vang
Gullbrúdleyp
12. jan. hava hjúnini Magdalena og Jákup Martin Joensen í
Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í
Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 7. des. hava Anna og Kári Egholm Jacobsen,
Glyvrar, verið gift í 25 ár. Veitsla verður 19. des. í
Bygdarhúsinum í Leirvík fyri innbodnum.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 15. des. hava Dagmar og Dávid Jacobsen, Norðagøtu
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin fyri innbodnum á Hotel
Føroyum 19. des.
75 ára føðingardagur
Marita Arge Magnussen, Tórshavn, verður 75 ár 18. des.
Dagurin verður hildin leygardagin 19. des. í Sjónleikarahúsi
num frá kl. 1115. Øll eru hjartaliga vælkomin.
85 ára føðingardagur
Sunnudagin 3. jan. verður Steingrim Joensen, Argjaboðagøta
32, Argir, 85 ár. Dagurin verður hildin í ABhúsinum við
fótbóltsvøllin á Argjum sunnudagin 3. jan frá kl. 1317. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
merkisdagar
Í desember 1979 fingu stýrimenn prógv á Føroya Sjómansskúla. Teir vóru: Jacob D. Lagfoss, Sandvík, Heini H. Guttesen,
Sørvágur, Anfinnur Gærdum, Strendur, Julian M. Juul, Tórshavn, Jørgen Kreisø, Gjógv, Jón Simonsen, Sandavágur, Kaj
Tausen, Vágur, Oddmar H. Hansen, Tórshavn, Eyðfinnur Olsen, Tórshavn, og Dione Nolsøe, Sørvágur.
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1980
Fyri 30 árum síðan:
Stýrimenn í 1979