mikudagur 16. desember 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 16. desember 2009
19
Væl kendi havnarmaðurin,
60 ára gamli bankamaðurin
Heri Nolsøe, byrjaði í fyri
tøkuni sum 17 ára gamal,
og hevur nú sagt Eik Banka
farvæl eftir 43 ára trúgva
tænastu
„Takk fyri tíðina, Heri“,
sigur Ann Lindberg, leiðari
fyri móttøkuna á deildini
hjá Eik í Sverrisgøtu í
Havn. Eitt av teimum væl
kendu andlitunum í Eik
Banka verður frameftir ikki
at síggja í bankanum. 60
ára gamli Heri Nolsøe hev
ur mynstrað av eftir samfull
43 ár í tænastu bankans.
Hetta varð markerað við
einum hugnaligum hátíðar
haldi og móttøku mánadagin
14. desember í høvuðssæt
inum Yviri við Strond, har
heilt fitt at starvsfólki var
samankomið at heilsa upp á
Hera Nolsøe.
Báðir stjórarnir í Eik
Banka, Marner Jacobsen,
forstjóri, og Bjarni Olsen,
stjóri, heilsaðu Hera við
røðum og takkaðu honum
fyri tíðina í Eik.
Marner Jacobsen, sum í
sínari tíð var í starvi á KT
deildini, har Heri Nolsøe
var leiðari fleiri ár, nevndi,
hvussu Heri longu fyri
mongum árum síðani var
við til at menna KTskipanir
í bankanum og innan før
oyska bankakervið.
Hesar skipanir munnu
hava verið dygdargóðar, tí
fleiri teirra virka dagin í
dag, segði Marner Jacob
sen.
Heri Nolsøe, ið byrjaði í
táverandi Føroya Sparikassa
sum 17 ára gamal, er fram
um alt eitt kreativt menn
iskja við góðum evnum
sum yrkjari og tónasmiður.
Tí fekk hann ein væl ljóm
andi guitar í fráfaringargávu
frá Eik.
Hugnaliga
hátíðarløtan
endaði við, at Heri spældi
undir,
meðan
gestirnir
sungu tveir sangir, ið Heri
hevur yrkt og gjørt lag til.
Annar teirra er ein vakur
jólasangur, ið hóskaði væl
til árstíðina.
Kelda: eik.fo
Heri Nolsøe mynstrar av í Eik
Dagurin
16. desember. Lázarus.
Vinmaurin í Betania,
sum Jesus vakti upp frá
deyðum (Jóhs. kap. 11).
Ein halgisøga sigur, at
hann seinni doyði
friðarliga, ein onnur at
hann varð hálshøgdur
undir Domitianus
keisara.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta útgáva
2008)
Annfinn Danielsen
Rætting til myndinar í
greinini Leivur Ejdesgaard:
Pápin Niels stovnaði B36.
Hjá Óli Jacobsen: “Hendur
ið sleptu” Nr. 277,
26. novembur 2009.
Av tí at ein villa hevur
snýkt seg inn frálíku
frásagnirnar hjá Óla, loyvi
eg mær at koma við hesum
rættingum til myndirnar.
Ikki Jóhan men Jóannes
nøvn
Á seinnu myndini, tí samansetta liðið av B36 og HB ið
vann á einum bretskum oyðara, er eisini ein lítil rætting.
Tað er ikki Jóhan Simonsen, men Jóannes (hjá Hanusi
í Skálavík) Simonsen, sum í dag er 91 ára gamal, sum
stendur sum tann 4. í aftaru røð.
Á myndini frá 1936 av B.36 móti verjuskipunum, er eitt navn, Arnold Dahl
Christiansen, sum situr fremst og mitt í myndini, blivið burtur. Hann stendur
heldur ikki í minnisritinum hjá B36.
B36arnir í svørtum eru tískil hesir aftast frá vinstru: Ejdesgaard, dómarin Jam
pan, Niss Hansen, Eivind Mouritsen, Djóni Ziska, Richard Næs og Niels Juel
Háberg. Fremst frá vinstru: Emil hjá GøtuJákupi, Jákup Ki ( hvítari blusu), Mort
an Mørk, Arnold Dahl Christiansen, Napoleon Nolsøe, Ullaba Askham.
Lesið Sosialin - so eru tit við