Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 241 - 16. desember 2009 Nógvir danir skifta jólini heima út við ferðir uttanlands Jólahald Snorri Brend Danmark: Túsundtals dan­ ir fara heimanífrá á jólum og fara ístaðin til yoga­ retræt, uppihald á háskúla ella fara á charterferð til heitari støð. Tað eru kortini ikki jólini sum so ið tey flýggja frá, men heldur undan stressi og gávuroki. Hóast tey fara avstað og halda eini øðrvísi jól, er tað framvegis týdn­ ingarmikið, at pláss er til jólasálmarnar, kirkjugongd og jóladøgverða. Hetta benda upplýsingar á, og sum Kristelig Dagblad hevur fingið frá háskúlum, yogadeplum og ferðaskriv­ stovum í Danmark. Tveir triðingar av teimum 35.000 dønunum, sum ferð­ ast suðureftir við ferða­ skrivstovuni Star Tour fyri at halda jól, halda fast við teir donsku jólasiðirnar. ­ Tey flýggja ikki undan jólunum. Tey flýggja frá allari rokanini sum tað er at fyrireika og halda jól í ein­ um stressaðum gerandis­ degi, sigur sølustjórin Stig Elling við blaðið. Tey flestu halda fast við eini siðbundin jól við jóla­ sálmum og hugna við jóla­ trænum. Tað eru ofta tey ið finna fram til eina katólska kirkju, har tey fara til mid­ náttarmessu, tí tey uppliva tað sum nakað positivt. Summi fara á yoga­skeið í Indien, meðan onnur velja at halda jól á donskum há­ skúla. Ein teirra, Nørgaards Højskole hevði pláss til 120 fólk á árliga jólaskeiðnum, og eins og í fjør varð skeiðið útselt eftir stuttari løtu. ­ Tað snýr seg ikki um at sleppa jólasiðunum, men at sleppa undan stressi og gávuroki. Fólk ynskja at finna hvíldina, sigur bók­ haldarin á háskúlanum, Jane Madsen við Kristelig Dagblad. Føroya Stiftsstjórn lýsti herfyri seks størv leys at søkja. Tað er ivaleyst ein­ dømi í føroyskari kirkju­ søgu, at so mong størv eru leys um somu tíð. Tað svarar til ein fjórð­ ing av samlaðu mann­ ingini. Roknast kann við, at nýggj andlit vera at síggja í hópinum. Sóknarpresturin í Norðstreymoy við sæti í Hvalvík, Mogens T. Christensen, hevur av heilsuávum biðið um at verða loystur úr starvi seinast í mai 2010. Um­ sókn hansara er játtað. Komandi vár verður starvið lýst leyst. Eftir ætlan verður ein nýggjur prestur settur í Hvalvík 1. juni 2010. sb. - Vit mugu laga okkum eftir fíggjarstøðuni, verður sagt úr Sunda kommunu, hvørs fíggjarætlæn fyri 2010 javnvigar við 53 mió. krónum Kommuna Snorri Brend Sundalagið: Aftaná fleiri ár við stórum íløgum, serliga á skúla­ økinum og við nýggjum útstykkingum, hevur bygdaráðið gjørt av, at bert fáar íløgur verða gjørdar í 2010. ­ Vit halda okkum vera so væl fyri á flestu økjum í dag, at tað ber til at steðga á í komandi ári, hóast tað altíð eru ynski um útbyggingar, sigur borgarstjórin Kim Durhuus. Við fíggjarætlanini fyri komandi ár ynskir kommunan fyrst og fremst at tryggja sær, at tænastustøðið í størst møguligan mun verður varðveitt. Skuldin hjá kommununi liggur um eina álíkning, og tí er tað ikki nøkur gongd leið at lána seg burtur úr dagsins støðu. Við lækkandi skattainntøkum verður neyðugt at hækka skatta­ prosentið frá 20,6 til 21,5. Hóast tey ikki uppliva hvít jól, fara nógvir danir uttanlands um høgtíðina Fáar íløgur í Sundalagið komandi ár Færrri íløgur í Sunda kommunu komandi ári Prestaskifti í Hvalvík Danir flýggja undan jólastressinum Jólahugni við 17 Sangarum á Dávavirkinum Hóast tað er myrkt og kalt í veðrinum, andar býurin av hugna. Ljós í gluggum, jólakeyp, góði angin av nýbakaðum køkum og gávur til vaksin og børn. Stákanin er hugnalig, og júst hesa høgtíð birtist vónin av nýggjum í menniskjum. Gleðiboðini jólanátt ­ fyri meir enn 2000 árum síðani ­ gevur okkum høvi at steðga á, at njóta friðin og hugnan saman við vinum og kenningum. Dávavirkið verður 22. desember 2009 kl. 20:00 karmur um jólahugna saman við 17 Sanganum. Í øðrvísi hølum fara 17 Sangarar saman við solistum og pianisti at syngja kendar jólasangir úr Føroyum, Norra, Íslandi, Danmark og Onglandi. Eftir konsertina fáa gestirnir kaffi og smákøkur aftur við livandi tónleiki. Løtan verður bæði fyri yngri og eldri.