Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 241 • 16. jan. 2009 1. partur Á rið 2009 hevur verið eitt satt fagnaðarár í Havn við øllum teimum tiltøkum, sum hava verið alt hetta árið . Um dagarnar eru komin ikki færri enn trý bind av ”almennu” havnarsøguni umframt tey tvey bindini, sum eru komin frammanundan. Henda útgávan er enntá ikki liðug enn. Og so ikki um at tala mynda­ bøkurnar hjá Birgar Johannesen og øðrum. Ein stórur partur av rithøvundavirkseminum hjá William Heinesen er eisini um Havnina, sum takkað honum er blivin kend um allan heimin. Miðvikan eigur eisini sín part av hesi søguskriving. Millum annað hava vit lýst gomlu Havn­ ina við endurgeving av dagbókum og annað tilfar hjá Petur Alberg. Hetta kundi einsamalt fylt eina heila bók. Tað mest forkunnuga er søgan um lagið til tjóðsangin, sum fyrstu ferð kom fram í FF­ blaðnum Minnilig er eisini frásøgnin hjá Johan Norðfoss, sum lýsti nýggjara partin av Havnar søgu. Eisini er røðin Hendur ið Sleptu, har tað higartil hava verið 128 partar av lívssøgu nógvum teirra, sum hava myndað Havnina, og sum eru jarðað í gamla kirkju­ garði í Havn. Her er heldur ikki liðugt enn. Tvær systrar við 100 ára gamlari søgu Áðrenn vit nú koma til endan av 2009 fara vit at hava tveir partar í Miðvikuni, sum koma at snúgva seg um tvær systrar í Havn, sum eisini eru ímynd av Havnini. Tær eru Anna Askham og Martha Matras. Anna man vera elsta fólk, sum hevur livað alla sína tíð í Havn. Her var hon fødd í 1901, og her doyði hon 104 ár seinni í 2005. Martha Matras, systir Onnu, var fødd í 1909, og hevði tí júst aldurin á kommununi í Havn. Hon náddi eisini at liva inn í 2009, og kom tí at uppliva øll tey 100 árini hjá býnum. Báðar vóru sera skilagóðar og kundu greiða frá teirra langa lívi til tað seinasta. Kelda til hesar partar av Miðvikuni eru samrøður við Onnu og Marthu, sum FF­blaðið hevði við tær í 2003. Saman við bróðursoninum Hera Mørkøre var avrátt, at tað kundi verið áhugavert at fingið eina samrøðu við ta tá 102 ára gomlu Onnu. Hon var fús beinanvegin, og tað var hugtakandi at práta við hesa gomlu konu, sum var so skilagóð. Anna búði tá á Ellisheiminum, og tað gjørdi Martha systir hennara eisini. Tí kom hon eisini at vera ein partur í hesi frásøgn. Upplivdi alla menn­ ing í samfelagnum Tær báðar upplivdu stórt sæð alla menning, sum yvirhøvur hevði verið í Føroyum. Nærum tað einasta, sum tær ikki upplivdu, var, at húsini fingu innlagt vatn. Hetta hendi í Havn í 1898. Av øllum tí, sum ikki var til, kann nevnast vegir, bilar, ravmagn, radio, wc, telefon og alt annað. Meginpartin av hesum kom heldur ikki, fyrr enn tær vóru vaksnar. Og so ikki um at tala allar tær broytingar, sum eru hendar í Havnini sjálvari. Táið Anna varð fødd, búðu bert 15.230 fólk í Føroyum. Av hesum búðu 1.656 fólk í Havn, har øll kendu hvønn annan. Tá ið Martha varð fødd, var fólkatalið komið uppá 1.800. Tey pláss, sum vóru langt burturi, táið tær vóru børn, er í dag miðbýur í Havn, har tað nú búgva 10 ferðir so nógv fólk, sum tá tær vóru føddar. Anna og Martha kendu eisini nógvar av teimum persónum, sum vit í dag meta at vera søguligar. Anna var javngomul við William Heinesen og Jørgen Frants Jacob­ sen, sum hon tí kendi væl. Tær báðar mintust eisini gamla Sloan, táið hann plagdi at ganga í býnum, og hann legði hondina á høvdið á børnunum og segði ”Tro på Jesus”. Anna mintist Djóna í Geil, og báðar mintust tær synir hansara Kristin og Petur Alberg, sum hava sett so nógv merki eftir seg í samfelagnum. Tískil upplivdu tær ta havnarsøgu, sum vit onnur bert hava lisið um. Árið 1901, tá ið Anna varð fødd, var annars eitt ár við fleiri søguligum hendingum. Hetta árið kom Tingakrossur út fyrstu ferð við Kristin í Geil sum blaðstjóra. Blaðið kom vissuliga at merkjast á almenna orðaskiftinum! Sama ár verður Jóannes Patursson valdur á fólkating fyrstu ferð. Hetta var eisini árið fyri ”system­ skiftinum” í Danmark við meiri­ lutastýri. Hetta sama ár vóru fimm báta­ og skipsvanlukkur við 21 umkomnum. Foreldrini úr Lorvík og Kollafirði Pápi Onnu og Marthu var Jákup Christian Mørkøre, sum var ætt­ aður úr Lorvík. Men pápi hansara, Óla Jákup Heinesen, var tó ættað­ ur undan Liðanum í Norðragøtu. Fyri gøtufólk kann tað hava áhuga, at Anna var trímenningur Liða Dáva, sum millum onnur var ættar­ faðir hjá Jarnskorunum, sum vóru nógv kendir í fótbólti í síni tíð. Mamma Jákup, Billa, doyði, tá hann var 8 ára gamal. Jákup kom at vera hjá hjúnunum Onnu Katrinu, sum var gumma hansara, og Johan Olsen og børnum teirra, Cathrina og Johanna Margretha, í Lorvík. Her búði hann so sambært fólkateljingini, táið hann var 15 ár. Í fólkateljingini 1911 stendur, at Jákup er fluttur til Havnar í 1885. Pápi Jákup, Óla Jákup, livdi til 1890. Fostursysturin, Johanna Margretha, flutti seinni til Havnar á Skansavegin, og giftist við Óla av Lava. Mamma hennara, Anna Katrina, fylgdi seinni við og tók stóra klíggjavevin hjá sær við, og hon vevaði fyri fólk. Anna og Tórshavn 100 ár: Tá ið skúlabørnini mundu fingið Føroyar inn í 1. heimsbardaga Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Systrarnar Anna Askham og Martha Matras kunnu sigast at vera ein góð ímynd av 100 ára søguni hjá Tórshavnar Kommunu. Ein stuttlig hending var, tá ið skúlabørn í Havn undir fyrra heimsbardaga hóttu bretska herflotan Anna, 102 ára gomul Martha, 93 ára gomul ➘