Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 22 nr. 241 • 16. jan. 2009 systkin hennara kallaðu hana fyri ”omman á Skansaveg.” Tískil komu Anna, Martha og hennara systkin ikki at hava tað stóra sambandið til Lorvíkar. Jákup fór til skips við ”Norð­ lýsinum,” har Hans Mohr var skipari. Hann var við har í tvey ár. Hann kom til Havnar sum 17 ára gamal at læra til snikkara, og hetta gjørdi hann hjá Glyvra­ snikkaranum Petur Jákup Hansen, hvørs einastu eftirkomarar liva í New Zealandi. Ein versonur hansara var Niels Holm, sum er umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Ein sum kallaðist Lassin, og sum Jákup hevði siglt saman við, skaffaði honum innivist hjá bókbindaranum H. N. Jacobsen, sum tá búði í Quillingsgarði. Dreymur um fyrra mannin gjørdist serstøk Mørkøreætt Tað er áhugavert, hvussu Jákup kom at eita Mørkøre til eftirnavn. Tá ið maðurin var deyður, giftist Billa aftur við Óla Jákup. Hon gjørdist við barn. Náttina fyri, sum hon átti, droymdi hon tann fyrra mannin. Hon hevði ætlað at uppkalla mannin við fornavni, men í dreyminum vildi hann hava barnið uppkallað við sínum eftirnavni eisini. Tí gav hon soninum, hon fekk, navnið hjá fyrra manninum við eftirnavni, sum var Mørkøre. Tí hevur henda Mørkøreættin einki ættarsamband við ta “røttu” Mørkøre ættina. Rytter var kanska ikki so galin kortini Mamma Onnu var Johanna Sofía f. Niclassen, sum var ættað úr Kollafirði. Hon kom eisini ung til Havnar. Tó kom hon fyrst at vera í Nóls­ oyar, haðani mamma hennara var ættað. Síðan fór hon til Kaldbaks og haðani til Havnar, har hon hitti Jákup. Tey bæði giftust so í 1896, og tey búsettust í C. Pløyensgøtu, á horninum til Nólsoyar Pálsgøta, sum fyrr varð kallað Ormur langi. Hetta er beint við dómhúsið, so tey hava búð mitt í Havn. Tey bæði fingu 9 børn, seks gentur og tríggjar dreingir, har Anna var tað triðja í røðini, og Martha var tað sætta. Her kann verða nevnt, at øll børnini búsettust í Havn, og tað var allar dagar gott samanhald teirra millum. Systrarnar gingu fast túr, og øll systkini skiftust um at fara inn hjá hvørjum øðrum. Pápin var snikkari, og her hevði hann gott til at bregða, tí pápi hansara var kendur sum ein góður timburmaður. Jákup hevði verkstað í kjallaranum. Tað at vera snikkari var veruliga at gera alt millum himmal og jørð. Hann var væl útgjørdur eftir viðurskiftunum tá. Martha mintist, hvussu góður ordan var í øllum. Hvør nál og alt annað lá, har tað skuldi liggja, so tað kundi finnast sjálvt í myrkri. Millum annað arbeiddi Jákup, ella sum hann varð kallaður Lorvíks­Jákup ella Snikkara­ Jákup, nógv fyri amtmannin. Hetta gjørdi, at familjan kom nógv í samband við donsku embætismenninar. Ein kundi trú, at her var stórur klassamunur, men soleiðis mintust Anna og Martha tað ikki. Systkini spældu saman við embætis­ mannabørnunum á jøvnum føti við hini børnini, og hesi lærdu eisini skjótt føroyskt. Hetta samsvarar eisini við tað, sum vit áður hava skrivað í Miðvikuni um amtmannin Ringberg, sum var her í 30­unum, og sum Anna og Martha mintust væl. Hansara børn tosaðu framvegis føroyskt 70 ár eftir, at tey vóru farin úr Føroyum, eins og tey føldu seg framvegis at hoyra heima í Føroyum. Ein sonur, Hans, var í summar ”heima” í Føroyum. Ein amtmaður, sum Anna mintist væl frá sínum barnaárum, var Svenning Rytter, sum var í starvi 1911­1918. Hann hevur nú ikki fingið tað besta eftirmæli í Føroyum sum tann, ið skuldi spenna bein fyri, at føroyskt skuldi lærast í skúlanum. Men Anna hevði góð persónlig minni um Rytter. Hon mintist millum annað, at tey plagdu at fáa jólapakkar frá teimum hjá Rytter. Og tað, sum tær báðar mintust serliga væl, var, at jólapakkarnir vóru innpakkaður í jólapappíri, sum tá var púra ókent! Børnini hjá Rytter vóru Karin, Margretha og Arne. Spældu inni hjá dómaranum Millum aðrar av embætisfamiljun­ um, Anna mintist sera væl, var sorinskrivarin Helms, sum búði í Føroyum 1902­1912. Tey høvdu ein sera vakran urtagarð, sum eisini varð nýttur um kvøldarnar til ”selskap,” og tá vórðu lyktir hongdar upp í trøini. Hanna hjá Vága Kristoffuri var einaferð, eftir at tey vóru farin av landinum, og vitjaði tey. Tað fyrsta, børnini bønaðu hana um, var at fara at baka drýl, tí tað høvdu tey saknað, síðan tey komu til Danmarkar aftur! Eftir stutta tíð var urtagarðurin farin í órøkt, og Hanna segði seg ikki hava hjarta at siga teimum frá hesum. Embætismenninir máttu tá gjalda havarøkt av egnum peningi, og tað vóru ikki allir, sum vildu nýta pening til slíkt endamál. Av embætismonnum kann eisini verða nevndur sorinskriv­ arin Hans Christian Thygesen, sum var her um sama mundi sum Rytter, 1912­1918, og sum var eftirmaður hjá Helms. Her kom serliga Martha at kenna hesa familjuna, tí tey áttu eina dóttir, Mutte, sum var javn­ gomul við Marthu. Her var heldur eingin klassamunur. Tey sluppu at spæla inni hjá dómaranum akkurát sum teimum lysti, og Mutte tosaði føroyskt sum ein føroyingur. Seymaði madrassur til sanatoriið Hóast tey nógvu børnini, so hjálpti mamman eisini til í virk­ seminum hjá pápanum. Mamman polstraði nevniliga til dømis møblar. Hetta var eisini eitt vítt øki, tí her skuldi bæði gerast úr nýggjum og gomlum. Ein uppgáva hjá mammuni var, at hon seymaði madrassir til sanatoriið. Tá madrassurnar fingu nýggjar eigarar, blivu tær ”ovnaðar”, sum Anna tók til. Hetta merkti, at tær blivu hitaðar upp, so tær blivu sterilar. Hetta var sjálvsagt neyðugt fyri at fyribyrgja smittu. Hetta varð tó gjørt uppi á sana­ toriinum, áðrenn tær komu oman á verkstaðið. Men uppgávan hjá teimum var at seyma uttanum madrassurnar, so hvørt tær slitust. Jákup arbeiddi eisini nógv við máling. Og hetta var eisini eitt kynstur til dømis at fáa teir røttu litirnar. Jákup lærdi frá sær til Poul í Geil, sum hann eisini samstarvaði nógv við. Poul í Geil, sum var sonur Djóna í Geil, gjørdist stóri málinga­ handilsmaðurin í Havn. Anna mintist, hvussu pápin plagdi at blanda málingapulvur av ymsum litum fyri júst at fáa tann litin, hann vildi hava. Jákup var eisini ein partur av søguni hjá Egil Djurhuus, abbason faktorin í Klaksvík Johan C. Djurhuus, sum vit høvdu eina røð um fyrr í ár. Egil greiddi frá í síni dagbók, at Jákup plagdi at vera niðri á apotekinum, har Egil búði hjá pápabeiggjanum apotekarar Johannes Djurhuus, táið okkurt skuldi smíðast. Hann hjálpti eisini Egil við bandagum, sum hann mátti brúka. Súsanna, sum helt hús á apotekinum, var eisini svigarinna Jákup. Umframt sítt sjálvstøðuga virksemi, hevði Jákup eisini Jákup og Johanna Sofía, foreldrini hjá Marthu og Onnu Móðurættin úr Kollafirði. Aftara rað f.v.: Mamman Suffía, Nicodemus og Anna, sum var gift við mammubeiggja Onnu, Dánjal. Í fremra rað er fyrst pápin Jákup, omman Cilla úr Nólsoy og Poul, abbin. Umframt vóru systkini Dánjal, Niclas og Súsanna Anna og Martha saman við sínum. Aftast f.v. Anna, Oluffa, Poulina og Ragnhild. Fremst: Jørgen, Sonni, Martha, Jens, omman Cilla og Poula. Mitt í myndini eru foreldrini Jákup og Suffía Restorffs portur, har tíðindi frá krígnum vóru sligin upp. Myndina eigur Johan Restorff. ➘