mikudagur 16. desember 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 • 16. jan. 2009
MIÐvIkaN
23
starv sum pedellur við tá nýggja
realskúlan, sum liggur beint við
kommunuskúlan í Tórsgøtu. Hetta
kundi eisini geva nógv arbeiði.
Tað fasta var, at hann skuldi kyka,
áðrenn børnini komu í skúla, og
á vetri var kavarudding ein av
hansara uppgávum. Og tá var jú
meira kavi enn nú! So her skuldi
ofta farast tíðliga upp.
Keyptu mjólk og
skóru torv
Heima hjá Onnu og Marthu høvdu
tey ikki kúgv, sum var vanligt
at hava í Havn tá. Fyri at hava
kúgv, var neyðugt at hava trøð,
og tað høvdu tey ikki. Annars
var ikki heldur pláss fyri kúgv,
tí verkstaður var í kjallaranum.
Við tí fulltíðararbeiði, sum Jákup
hevði, var ikki eins neyðugt hjá
honum at hava trøð sum hjá
teimum, sum ikki høvdu so fasta
inntøku. Tey høvdu tó hønur.
Mjólk fingu tey frá Óla á Kák og
seinni frá meiarínum.
Men teirra húski var tó merkt
av ”stórbýnum”, soleiðis at
nógv varð keypt. Tey keyptu hjá
Evensen, sum var ein av stóru
fyritøkunum í Havn tá í tíðini.
Tískil varð døgurðamatur eisini
keyptur í ein fittan mun. Men
tær báðar mintust tó, at tey
fingu blóðpylsu. Pápin plagdi at
fletta fyri apotekaran Djurhuus,
og fyri hetta fekk hann avroðini
og tískil eisini blóðið afturfyri.
Tað varð goymt á verkstaðnum,
har borsýra, sum varð selt undir
navninum Aseptin, varð koyrd í
fyri at varðveita tað. Hetta hevði
neyvan verið loyvt í dag. Men
hetta skaddi tey tó ikki!
Tey plagdu eisini at fáa nátar
frá ættini í Nólsoy. Tá skyldfólkini
úr Nólsoy komu til Havnar, plagdu
tey at hava seið og mjólk við
sær. Serliga mintist Anna til
ommubeiggjan, Johan við Garð,
sum var verfaðir tann kenda
skiparan Mortan í Hvannasundi.
Her kann skilast til, at mjólkin
hevur verið ein luksusvøra,
í hvussu er fram til 1908, tá
meiaríið við ”Ruth” kundi fáa
mjólk frá bygdunum.
Eins og havnarfólk gera í
dag, fór pápin oman í Vágsbotn
at keypa fisk, og hava vit eina
stuttliga mynd, sum Anna hevur
tikið av pápanum við tveimum
teggjum.
Men tey skóru torv, og var
hetta uppi við sápufabrikkina á
veg niðan til Hoydalar. Tað var
fast, at byrjað varð við torvskuri
grundlógardagin. Hendan dagin
kyndu tey eisini eld í haganum og
hugnaðu sær.
Bygdargentur
vaskaðu hárið í landi
Havnin var so framkomin, at
her fekst sápa. Anna og Martha
mintust tí einki til at vaska í landi,
sum annars er besta sápan, sum
finst. Men tær mintust, at ein
vestmannagenta búði eitt skifti
hjá teimum, og hon hevði eisini
eina systir í Havn. Aðru hvørja
viku vaskaðu tær hárið hjá hvørji
aðrari í landi. Anna og Martha
mintust, hvussu hárið hjá teimum
glansaði!
Tað hoyrir við til hesa søgu, at
landið, sum varð nýtt at vaska
hárið, skuldi standa eina tíð. Og so
skuldu bert dropar í sjálvan løgin,
og aftaná varð vaskað við sápu.
Gøtuljósini vóru 10
linjurs petroleums
lampur
Eitt, sum var nógv øðrvísi tá
enn nú, var ljós. Tey brúktu
petroleumlampur, men undir 1.
heimsbardaga, tá petroleum ikki
fekst, máttu tey nýta lýsilampur.
Hesar dálkaðu illa, men sum frá
leið fingust lampur, sum minkaðu
um hendan vansan. Nyholm
Debes var ein av teimum, sum
”uppfann” eina slíka lampu. Tað
funnust eisini onnur modell.
Anna greiddi frá, at ”frú
Joensen”, kona Grønlands Johan,
kom við hesum modellinum úr
Grønlandi, har hann hevði verið
kolonistjóri. Kona hansara Amalia
var dóttir gamla H.C. Müller.
Anna mintist, at kúlulýsi av
grindahvali var tað besta brenni
til lampurnar. Men meðan tað í
dag bert skal trýstast á ein knøtt
fyri at fáa ljós, mátti lýsið fyrst
bræðast!
Tá vóru eisini gøtuljós, men
tey vóru eisini øðrvísi enn í dag,
har tey tendra og sløkkja av
sær sjálvum. Tað fyrsta, Anna
mintist til gøtuljós, vóru 10 linjurs
petroleumslampur, sum vórðu
hongdar í steyrar fram við gøtuni.
Tær mundu meira hava verið
ætlaðar at vísa, hvar vegurin
var, heldur enn at lýsa upp. Men
hetta var eisini ein
framúr nytta. Seinni
vóru tað ”stormking,”
Húsini í C. Pløyensgøtu, har Anna og Martha vuksu upp
Jákup hevur verið í Vágsbotni og keypt fisk
Thygesen var dómari. Her sæst familjan hjá honum. Martha plagdi at spæla
við Mutte, sum er stóra gentan á myndini
➘
Spælivinir hjá Marthu. Tær aftastu tríggjar genturnar eru: Ragna Hansen, Poula Mørkøre og Hilda Eriksen.
Fremst f.v. Mutte Thygesen, Martha sjálv, Malla Egholm, Signhild Eriksen og Nella Egholm