Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 24 nr. 241 • 16. jan. 2009 sum var ein meira framkomin lampa, sum virkaði sum ein primus, og var hetta eitt stórt framstig. Lampurnar skuldu bæði tendrast og sløkkjast, og tann sum hevði hetta arbeiði, var Demmus á Jagri, sum seinni flutti norður til Oyrar, har hann gjørdist undangongumaður at turka fisk. Plantagan sum partafelag Anna upplivdi enntá at plantagan í Havn bleiv til. Fyrsta træ varð sett niður, tá hon var 5 ár gomul, og varð tað sett niður av Óla í Króki. Tað vóru privatfólk, sum tóku stig til plantaguna, og var hon uppruna­ liga eitt partafelag. Millum onnur átti vermamma Onnu eina aktiu. Plantagan varð stongd um náttina, so eitt ”summarkvøld í plantaguni” bar ikki til tá uttan hjá aktionerum! Teir høvdu nevniliga lykil til plantaguna, so teir sluppu altíð kvøldtúr. Ferðast mátti við róðr­ arbáti til Kollafjarðar Sum børn komu tey nógv til Kollafjarðar, har tey hildu til hjá Niclas, mammabeigganum, sum var gubbi Onnu. Anna var so sera góð við hann og hekk altíð uppi í honum. Omman tók hana nógv til Kolla­ fjarðar, tí hon hevði eingilska sjúku. Í Kollafirði skuldi hon gøðast, sum var einasti og enn viðurkendur sum besti kurur móti sjúkuni. Her fekk hon serliga nógva mjólk og spik. Og spik fekk hon so nógv av, at hon seinni í lívinum ikki kundi torga spik. Men tað áhugaverdað er munurin á, hvussu Anna og tann 9 ára yngra systirin Martha, upplivdu ferðingarmøguleikarnar til Kollafjarðar, har tað í dag tekur eitt korter í bili. Í tíðini hjá Marthu varð farið við ”Ruth”, sum var nýggja stásiliga farið hjá Mjólkaforsýningi, sum kom í 1908, og sum var eitt rættiligt frambrot í ferðamøguleikunum, eisini inn á Skálafjørðin. Men táið Anna fór til Kolla­ fjarðar at ferðast, var tað við árabáti! Hon mátti passa sær fart, táið bátur fór kortini, og so biðja um at sleppa við. Anna mintist framvegis, hvussu óslætt tað kundi vera við Hoyvíkshólman. Vanliga var farið við Oyrareingjabátinum. Mammubeiggin, Niclas, búði á Heyggi, sum var á leiðini, so Anna kundi verða sett av har. Niclas varð kallaður “oljukong­ urin”, tí hann seldi petroleum og olju í Føroya fyrstu oljuhavn, sum var á Langasandi í Kollafirði. Hetta hevur tó verið í lítlum stíli í mun til í dag, tí goymslan var í tunnum. Her kann skoytast uppí, at Niclas man vera ein av fáum føroyingum, sum hevur verið uppi á Rockall. Hetta var í 1886, tá hann var við “Delfinini”. Tað kundi verið áhugavert í samband við hesa søgu at greiða frá, hvussu mammubeiggi Onnu upplivdi Rokkin, og hvussu Anna mintist Niclas greiða frá hesum. Hann sigur hann eisini frá í bókini um Rokkin hjá Niels Juel Arge: “Laðbergið var ringt, einki undirlendi, so ein mátti velja sær ta bestu og kyrrastu løtu. Ein dagin seinast í mai fóru vit fimm mans í bátin og róðu til steinin. Líkindini vóru góð. Á útsynningshorninum hildu vit á, og hildu hetta var einasta stað, ið vert var at royna. Ein kulla var at seta fótin í. Vit syftu okkum uppá. Tað var nakað mjátt niðaná, men ikki bilaði. Slættin er eingin uppi á, eysturrøðin er skørp. Hinar síðurnar eru heldur rundbøllutar. Vit favnaðu steinin. Ummáls var hann 30 favnar, og størsta hædd frá sjóvarmálanum er 12 favnar. Vit sóu einans lomvigur og álkur á steininum. Lomvigareggini lógu í smáum kullum. Vit tókum 200 egg. Grasstrá er ikki skapt á steini­ num. Helst er hann undirrokin í ódnarveðri. Ikki er heldur heilt reint uttan um hann, tí ein fles liggur uttanfyri. Tarin av henni kemur upp undan.” Skiparin var Poul Niklái Danielsen, mammubeiggi Niclas og tískil ommubeiggi Onnu og Marthu. Poul Niklái var annars pápi Pola á Glyvrum. Annars var kona Niclas ættað úr Horni í Havn. Hon kallaðist Katrina, og var systir tann gamla Dánjal í Horni. Verdóttir Dánjals, Petra, sum var gift við Hannis, mintist væl tey bæði. Tá tey komu til Havnar, búðu tey í Horni, har tey føldu seg heima, tí hon var jú ættað haðani. Katrina hevði postin í Kollafirði og var kanska tann, sum var mest framlig av hjúnunum. Petra mintist Niclas sum ein framúr hjartagóðan persón, og hetta eru so eisini royndirnar hjá Onnu. Tá konan var deyð, kom Niclas til jóla við einum sekki av eplum og eini royttari gás og segði: “Hetta skulu tit eiga frá mær”. Hvør skal siga, nú er tað eg, sum bestemmi, nú konan var deyð. Men hann livdi ikki leingi eftir hetta. Hann gekk ikki av árinum. Petra greiddi eisini frá einum dømi um, hvussu viðurskiftini vóru tá á døgum. Katrina var kend fyri “altíð” at vera í Havn! Tað kundi enntá henda, at hon var sædd at fara til Kollafjarðar ein dag við “Ruth”, eftir at hava verið ørindini í Havn, og so kundi hon aftur síggjast í Havn dagin eftir. Slíkt var óhoyrt tá á døgum. Men tá tað hendi, frættist tað eisini. Tá fólk ikki tordu í song fyri dómadegi Anna mintist Haleys komet í 1910, sum fekk fólk at óttast fyri, at nú var dómadagur komin. Halastjørnan var sum at síggja drekar við eldi aftaná sær. Anna mintist ikki til, at hon sjálv var rædd, men hon mintist, at fólk óttaðust fyri, hvat ið fór at henda, tá sjálvur halin rakti jørðina. Ta náttina, sum hetta skuldi vera, tordu fólk ikki at fara í song. Men einki stórvegis hendi. Hendan halastjørnan kemur higar hvørt 76. ár og var tískil aftur á okkara leiðum í 1986. Tá kongsins føðingardagur kundi skapt kríggj Anna gekk í skúla í tí tá nýggja og framvegis stásiliga kommunuskúlanum, sum í dag er umsiting hjá býráðnum. Tað vóru seks klassar. Lærarar, sum Anna mintist, vóru Poul Jensen, sum var skúlastjóri, Hans Kamban, Jógvan Waagstein, sum eisini var ein kendur listamaður og tónleikasmiður, og so Maria hjá Konrad. Anna mintist sera væl til Mariu fyri, hvussu væl hon dugdi at læra frá sær. Maria kom seinni í skúlasøguna, tí hon máttu fara frá sum lærari, tí hon gjørdist ”baptist”. Tað varð annars ikki lært føroyskt í skúlanum, men hetta gjørdi tó, at børnini kláraðu seg væl í donskum. Hetta var eisini nakað sum Poul Jensen legði stóran dent frá, sum greitt frá fyri kortum í røðini Hendur ið Sleptu. Ein skúladagur var, sum Anna mintist betri enn aðrar, og var hann í 1914. Tað var fastur siður, at kongsins føðingardag, 26. september, varð farið út á skansan at skjóta fyri kongi við kanónunum, sum enn standa har. Marsjerað varð út á skansan við flaggberara á odda. Kommunu­ skúlabørnini gingu fremst, og realskúlabørnini gingu aftaná. Hetta var beint mótsatt av tí, sum annars varð roknað fyri at vera ”tignin”, har realskúlabørnini vóru tey ”fínaru”. Tann, sum skjeyt, var politisturin Sámal á Krákusteini. Men júst í 1914 var fyrri veraldarbardagi júst brostin á einar tveir mánaðar framman­ undan við týskari luttøku. Og tað vildi ikki øðrvísi til, at júst meðan tey skjóta fyri kongi, kemur ein enskur krússari í Nólsoyarfjørð. Har umborð hoyrdu teir eisini skotini. Tað var nærliggjandi hjá teimum at hugsa, at týskarar høvdu tikið Føroyar, og at hetta var eitt fíggindaálop, sum var í gongd. So her var ikki annað at gera enn at fara at rigga til mótálop! Men so langt kom tað tó ikki. Bretski konsulin, Valdemar Lützen, fór umborð á krússaran at forklára, hvussu hetta hekk saman, so henda diplomatiska kreppan fekk ein friðarligan enda. At so týskarar tvey ár seinni søktu føroyskar sluppir, er ein heilt onnur søga. Tíðindini vórðu sligin upp á Restorffs portur Annars mintist Anna ikki so nógv til, at fyrri heimsbardagi hevði ta stóru ávirkan á dagligdagin. Men sum tað er alment kent, fekst ikki korn, og tá fóru føroyingar aftur undir korndyrking. Men Anna kundi tó greiða frá muninum millum tíðinda­ flutninginum tá og nú, vit kunnu fylgja kríggjum sum ein fótbólts­ dyst heima í stovuni á sjónvarps­ skíggjanum ella á alnótini. Undir 1. heimsbardaga fór tíðindaflutningurin fram á tann hátt, at telegrammini við tíðindi frá krígnum vórðu sligin upp á Restorffs portur. Hetta var har Hotel Hafnia er í dag, og har Johan Restorff, abbi tann Johan Restorff, vit kenna í dag, hevði gistingarhús. Her kundu so seinastu tíðindini lesast, áðrenn tey komu í Dimma­ lætting ella Tingakross. Tá bar eisini til at skriva tíðindini av og at taka tey heim við sær. Hetta eru kanónirnar sum vóru um at fáa okkum inn í fyrra heimsbardaga Skotið var fyri føðingardegi hjá kongi á Skansanum Komandi partur Í komandi parti verður millum annað greitt frá, tá Anna nýtti trý samdøgur við Smirli frá Gjógv til Havnar